Fólkini, ið standa á odda fyri ítróttarfelagnum í Fuglafirði, hava ikki sæð seg føran fyri at fyriskipa sølustevnuna í Ítróttar- & Samkomuhøllini á Kambsdali 1-3 mai, og tískil hava tey heitt á bookingfyritøkuna RN Booking um at skipa fyri stevnuni vegna ÍF. At fyrireika eina slíka sølustevnu tekur drúgva tíð, og tað meta leiðarnir í ÍF seg ikki hava stundir til, tí
at tað er so nógv annað at takast við í felagnum.
Ikki ókendir menn
Teir báðir, ið standa fyri RN Booking, eru, Rógvi Larsen og Njál R. Petersen. Hesir báðir eru als ikki ókendir í ÌF, tí eitt tíðarskeiðið var Rógvi formaður felagsins, og Njál var næstformaður. Av somu orsøk skuldi
tað neyvan komið óvæntað á nakran, at teir báðir fyrireika stevnuna fyri ein rættiliga lágan prís.
Fyrireikingarnar
byrjaðu í februar
Tað var longu tíðliga í februar, at farið var undir fyrireikingarnar av sølustevnuni.
At byrja við var ætlanin tann, at stevnan skuldi verða einaferð miðskeiðis í apríl, men seinni bleiv so valt at flyta hana til fyrsta vikuskifti í mai. Ein av orsøkunum til hetta er, at tað er júst um hetta mundi, at fólk fáa útgoldið frítíðarlønina.
Sendu nógvar innbjóðingar
Skriv vóru send út til yvir 100 fyritøkur og stovnar kring alt landið, men tá ið tíðarfreistin fyri at svara var úti, vóru tað einans 6 fyritøkur, sum høvdu sent játtandi svar. Hetta er alt annað enn óvanligt á okkara leiðum, tí at tað vísir seg, at virkir og fyritøkur mangan hava trupuleikar við at halda tíðarfreistir. Eftir at tíðarfreistin var farin, vóru tað heilt nógvar fyritøkur, sum settu seg í samband við RN Booking og søgdu seg verða áhugaðar í at verða við á sølustevnuni. So seint sum í hesi vikuni hava fyritøkur sett seg í samband við RN Booking og spurt, um nakar møguleiki var fyri at sleppa við á stevnuna!
Plagar at
verða væl vitjað
Tað eru umleið 5 ár síðan, at ÍF seinast skipaði fyri einari slíkari sølustevnu. Annars hevði ÍF tá havt sølustevnu á hvørjum ári í eitt ávíst tíðarskeið. Orsøkin, til at ÍF fyrstu ferð fór undir at skipa fyri slíkari stevnu, var tann, at felagið eitt skifti var sera illa fyri fíggjarliga, og
tískil hevði tað stóran tørv á peningi, sum millum annað fekst til vega við einari sølustevnu.
Annars hevur tað altíð verið soleiðis í Eysturoynni, at tað kemur nógv fólk til sølustevnurnar. Øll tey undanfarnu áriri hava stevnurnar hjá ÍF verið væl vitjaðar, og sjálvandi vóna tey í Fuglafirði, at soleiðis verður eisini í ár. Tað hevur eisini stóran týdning, at stevnan verður væl vitjað, tí at tað er eitt tungt fíggjarligt tak at skipa fyri henni. Stevnan hevur eina fíggjarætlan upp á góðar 270.000 krónur.
Frá bilum til undirklæðir
Tað verða 25 básar á sjálvari stevnuni. 23 fyritøkur sýna hesar básarnar fram, og sum vanligt er, so er vøruúrvalið sera fjølbroytt. Á sølustevnuni í Ítróttar- & Samkomuhøllini á Kambsdali 1-3 mai fer úrvalið at spenna líka frá bilum til undirklæðir.
Sjálvandi fara onkur góð tilboð at verða á stevnuni, men hvørji tey eru, fæst best at vita, um man sjálvur leggur sær leiðina fram við Ítróttar- & Samkomuhøllini á Kambsdali í vikuskiftinum!