Eg stuðli ikki nakrari mafiu

? Eg havi ikki álit á lægra tilboðnum uppá graslíkisvallirnar, tí viðkomandi leverandørur hevur snýtt kommununa fyri nógvar pengar. Eingin gosbaðsmafia fær mín stuðul, sigur Ingi Mohr, sum er farin úr Fólkaflokkinum

Orsøkin til, at samgongan í Tórshavnar Býráð skrædnaði týsdagin, er sambært Inga Mohr, býráðslimi, ikki av tilboðunum uppá graslíkisvallirnar, men heldur av vánaligum stevi í samgonguni.

? Í mínum føri ræður tað um, hvat er best fyri Tórshavnar Býráð og einki annað, sigur Ingi Mohr.

Men tað næst lægsta tilboðið er 1,3 mill. krónur dýrari enn tað lægsta?

? Tað merkir, at vit fáa nakað fyri pengarnar. Eg havi ikki álit á tí lægra tilboðnum og at geva tilboðunum skyldina fyri, at samgongan brast, er skeivt. Orsøkin var, at stevið í samgonguni hevur verið ringt leingi og at enda var einki annað at gera. Tað var Páll Petersen, sum kom til mín og ikki øvugt, og tað kann eg prógva. Fyri mær segði hann, at tað var ótolandi at vera í samgongu, tí Jan Christiansen hótti hann við, at nú varð bátahylurin í Kaldbaksbotni av ongum. Og tað kundi hann ikki liva við. Tí fóru vit í gongd við at gera eina nýggja samgongu, skrivaðu undir og tað hildu vit vera nóg greitt. Men klokkan trý um náttina ringdi hann og segði, at hann var hoknaður í knøunum. Hann segði, at Jan hevði lagt trýst á hann og at teir høvdu boðið Ronald Poulsen sessin í teknisku nevnd, um hann vildi við í samgonguna. Men tað var ein loddrøtt lygn, tí teir hava als ikki boðið Ronald henda sessin.

? Viðvíkjandi graslíkinum talar alt fyri, at samtyktin í býráðnum síðsta hóskvøld var tann rætta. Vanliga skal eitt býráðsmál bara eina ferð á dagskránna, uttan mun til, um meiriluti ella minniluti er fyri tí. Annars er tað óseriøst at sita í býráðnum. Tað má vera ein trygd fyri, at tann avgerðin, sum verður tikin, verður fylgd. Bara fíggjaætlanin hjá býráðnum skal hava fleiri viðgerðir, sigur Ingi Mohr.

Men nýggir upplýsingar eru komnir fram í málinum?

? Teir kenni eg einki til. Eg illtonki teir fyri, at koma við onkrari broytingarætlan, sum vit skulu taka støðu til á fundi og so leggja teir aftur trýst á Páll. Og so broytir hann meining.

Men í blaðnum í gjár kom fram, at málsviðgerðin av hesum málinum var meiri ein spurningur um persónar enn um góðsku?

? Tað sum gekk fyri seg á fundinum, kann eg ikki koma út við. Mín uppgáva er ikki at hunddálka fólk. Tað lægsta tilboðið er heilt óseriøst í mínari verð. Landsbyggifelagið mælir altíð til at taka av lægsta tilboðnum. Býráðið hevur viðtikið, at ein persónur sum skyldar kommununi pengar og hevur beinleiðis snýtt kommununa ikki skal fáa slíkar uppgávur. Pengarnir, sum hann hevur skyldað kommununi í trý ár fyri stólarnar í áskoðaraplássunum, hevur hann ikki goldið enn. Tá ið teir vórðu keyptir fekk hann pengarnar, men brúkti teir so og tí mátti býráðið eina ferð afturat gjalda fyri at fáa stólarnar. Nú havi eg hoyrt, at hann skal rinda teir, áðrenn býráðsfundin í kvøld. Nú er henda gosbaðsmafian komin til landið, men eg stuðli undir ongum umstøðum nakrari mafiu. Tá ið eitt slíkt arbeiði verður sett í verk, má býráðið kenna seg trygt í, at arbeiðið verður væl gjørt, men ikki minni, at um okkurt hendir, so tekur garanti við. Tað kann hesin ikki veita. Málið skal ikki takast upp aftur í býráðnum, tað einasta sum eftir er at avgreiða, er spurningurin um, hvat slag av grasi vit skulu hava.

? Um málið verður tikið uppaftur fáa vit eitt stórt endurgjaldskrav frá Føroya Møblasølu. Tey hava fingið tilboðið og hava síðani arbeitt hareftir. Tí tað hevur skund at fáa graslíkið á, vøllurin á Argjum skal vera liðugur um ein mánaða. Hann er farin undir arbeiðið og hevur sagt onnur arbeiði frá sær. Man má trúgva uppá eina býráðssamtykt, annars er tað forumið óseriøst, sigur Ingi Mohr at enda.