kann seta húgvuna á høvdið, mangan stravin og eingin dansur á rósum. Tað sama kann eisini sigast um hendan skúlan. Skúlatingini eru ofta nógv, og teir fyrstu mánaðarnir, ein er her á skúlanum, eru strævnir [...] Eisini tí at undirvísingin og aðrir aktivitetir fara fram á enskum. Sum heitið á skúlanum ber boð um, so er tad ein altjóða skúli. Vit eru 200 næmingar á skúlanum, ið umboða 82 ymiskar tjóðir. Næmingarnir búgva [...] Canada, Englandi og Belgia koma á skúlan at halda fyrilestrar, og tá hevur mann møguleika at tosa við tey vitjandi. Hetta økir nógv um møguleikarnar fyri at sleppa inn á universitet aðrastaðni. Tá tú ert
Dánial á Dul Jacobsen Sum við eitt slag broyttist føroyskur politikkur eftir seinasta val. Tann turrisligi og keðiligi ?amtráðspolitikkurin? varð við eitt lyftur upp á hægri støði. Fyri fyrstu ferð var [...] avgjørd á nógv hægri stað og nógv hægri støði enn hjá donskum og føroyskum polititkarum. Hetta tekur kortini ikki ábyrgd og skynsemi frá okkum. Tvørturímóti, so er júst tað eggjanin til at halda á við sonnum [...] Umframt tað kunnu vit rokna við at støði á fiskaprísunum ikki verður tað sama framyvir. Tað fer í langa tíð framyvir at vera nógv hægri. Hetta orsakað av ruðuleikanum á kjøtmarknaðinum. Tað sum vit nú skulu
sjeyti. Tað er Jógvan Thomasen, vanliga nevndur Jógvan á Oksakletti. Jógvan er sonur teirra Andreu J. Isaksen av Kirkju og Marius Thomasen á Oksakletti á Viðareiði. Farin úr skúlanum tókst hann við alt vanligt [...] hann rakk pensiónsaldur, tí tá var heilsan farin at bila. Hann er hegnismaður av teimum frægu. Tað sæst á snøggu og framúr væl røktu sethúsum og úthúsum hansara eysturi á Oksakletti, og annars øllum hann [...] vanligt arbeiði bæði innan- og uttangarðs, sum tá var vanligt á bygd. Hann róði út, og telist millum teir mongu her norðuri sum hava troytt Norðhavsins nær- og fjarmið. Í 1948 mynstraði hann við »Oyrnafjalli«
meðan vetrarfrítíðin er um at halla. Veðrið er gott og fólk í hópatali leita niðan á Lifjell at aka á sleðu og standa á skíð. Á sýnini í góðveðrinum hugsi eg um yrkingina »Sigl oyggj fram úr mjørka nú ert tú [...] rongini á Danmark. At Føroyar hanga uppi í Danmark eru tað fleiri, sum halda lítið um. Onnur halda haraftur ímóti tað er gott, meðan nøkur í tí stilla gera sær aðrar tankar um hesa tilveru. Av og á royna [...] royna fólk umborð á bátinum at greiða skipara og manning á tí stóra skipinum frá sínum royndum. Hvørja ferð hesi hava sagt sína hugsan, vóna tey at skiparin og manningin lurta og virða hetta sjónarmið ? at
búð nærum øll árini á sjálvum Kirkjuváli í Tvøroyrar hjarta. Á hesu kirkjugrund fekk eisini fakrørslan sær miðstøð, og kom haðani íblástur til nógv av tí, sum gjørdist vinnulívssøga á Tvøroyri, skapti virksemi [...] megi hann átti, hóast lagnan hevði lagað tað so, at heilsan mátti sigast at vera sera viðbrekin. D. J. Jensen var ein teirra, sum fekk smittuna umborð á trolara, og hevur tuberklasjúkan givið honum nógvar [...] hevur kent samhaldsfesti við hesa stætt og sýnt tað í verki Hansara lívsverk var fyrst og fremst útinnt á havinum fyrst við sluppum og trolarum, men síðan seint í fjørutunum sum útróðrarmaður burturav. Hann
Ferðavinnuna í Norðoyggjum, Finn Johannessen, á móttøku fyri nýggja leiðaranum í Norðoya Kunningarstovu. Christian Olsen tók við nýggja fulltíðarstarvinum á Kunningarstovuni hósdagin, og tá var móttøka [...] góð til at samstarva, segði Christian Olsen á móttøkuni. Borgarstjórin í Klaksvík helt eisini stutta røðu, og ferðavinnuumboð úr høvuðsstaðnum bóru eisini heilsan til nýggja leiðaran.
leiðir á landi, har súkklast kann kring Norðsjógvin. Tilsamans 6.000 kilometrar. Á heimasíðuni www.northsea-cycle.com verður verkætlanin boðin fram til øll tey, sum hava hug at súkkla og halda frí á henda [...] Tilsamans 70 landspartar eru knýttir saman og vara av hesi ætlan, sum byrjaði á heysti í 1989. Flestu vegir og stíggir, súkklast kann á kring Norðsjógvin, eru fyrndargamlir. Tí hevur fyrireikandi arbeiðið fyri [...] súkkluleiðin fer gjøgnum Noreg, Svøríki, Danmark, Týskland, Niðurlond, Ongland og Skotland. Eru heilsan og hugurin ikki til allan teinin eftir einum sumri, so ber sjálvandi til at taka hann í pettum. Og
allur samfelagsútviklingurin liggur á láni, tit gjalda loysigjald til verunligar politiskar rænarar og sjórænarar, men ikki so mikið sum Fíggjareftirlitið er komið upp á pláss. Eg havi ætlanir um at koma [...] samstundis vil eg framhaldandi royna at liva upp til eitt umdømi, sum sigur, at orð Atla kann ein líta á, at ein avtala vð Atla heldur o.s.fr., alt slíkt, sum Høgni kann spyrja eldri politikarar um, eisini [...] milliónum, hann ?hensynsleyst? hevur nýtt til fullveldispropagandu. Tað er Hvítabók, sum setir ljóskastaran á, at búskaparliga hongur tað ikki saman at taka eina milliard burturúr fíggjarlógini og so vænta, at
ikki at koma í óføri á sjónum. Sjúkan gjørdi, at lagið á abba var skiftandi. Tað vísti seg, at tá lagið var gott, plagdi hann at práta um kríggið. Hetta var óivað, tí at kríggið brast á, meðan abbi var hálvvaksin [...] hevði verið ein túr á sjónum. Hann var komin aftur til Nólsoyar og fer sum vera man niðan í Krók. Hann kemur inn í køkin og sigur við mammu sína Elsbu, at hann helt seg hava fingið lús á túrinum. Gløgg kvinna [...] Vit hoyggjaðu, gingu á seiðaberg og gingu í kirkju við abba. So var eisini fjallgonga, heimaseyður, fletting og nógv annað, vit minnast um abba. Vit vilja her senda eina heilsan til ommu, sum nú má venja
finnast millum hesi fólk bøtir ikki um støðuna. Tað, sum eg leggi dent á í endanum á svarinum til Anitu á Fríðriksmørk, er at minna á ta óhepnu, ja, skaðiligu gongd, sum fer fram í samfelagi okkara, meðan [...] Ein luttakari undrast á málburð mín í aftursvari til Anitu á Fríðriksmørk. Spyr um stakkalastásið, tjóðveldisfólk berjast um, er sjálvsavgerðarætturin. Sjálvsagt er sjálvsavgerðarættur okkara ikki stakkalastás [...] fullveldiskeglinum, og tá fullveldið skal ganga fram um alt annað í samfelagskjakinum, so er vandi á ferð. Lat meg siga tað greitt, at fyri mær er fullveldisætlan landsstýrisins stakkalastás at rokna í