Jógvan Thomasen, Viðareiði 70 ár

 Í gjár, Grækarismessudag fór ein vælkendur viðingur um tey sjeyti.

 

Í gjár, Grækarismessudag fór ein vælkendur viðingur um tey sjeyti.

Tað er Jógvan Thomasen, vanliga nevndur Jógvan á Oksakletti. Jógvan er sonur teirra Andreu J. Isaksen av Kirkju og Marius Thomasen á Oksakletti á Viðareiði.

Farin úr skúlanum tókst hann við alt vanligt arbeiði bæði innan- og uttangarðs, sum tá var vanligt á bygd.

Hann róði út, og telist millum teir mongu her norðuri sum hava troytt Norðhavsins nær- og fjarmið.

Í 1948 mynstraði hann við »Oyrnafjalli« men noyddist í land, aftaná nakrar mánaðar, vegna sjúku. Tá hann gjørdist frískur varð aftur lagt til brots. Hevur eitt nú verið við »Svínoynni«, »Carlton«, »Havfrúnni« og »Norðingi«.

Ella sum skaldið tekur til: »Hann hevur stríðst og strevast við Grønlands ísbardu strendur, og undir Íslandi har Jøkulsbrandar um himin fuku«.

Jógvan legðist uppi í 1976, tá hann fór at arbeiða hjá Landsverkfrøðinginum, og var m.a. við til at gera Múlavegin og gavst at arbeiða tá hann rakk pensiónsaldur, tí tá var heilsan farin at bila.

Hann er hegnismaður av teimum frægu. Tað sæst á snøggu og framúr væl røktu sethúsum og úthúsum hansara eysturi á Oksakletti, og annars øllum hann letur úr hondum.

Javnaðarmaður hevur hann verið frá ungum av og hevur verið stillari floksins til løgtingsval.

Jógvan er giftur Maud F. Hansen av Viðareiði. Hon er dóttir Elsebeth ið var ættað úr Innarstovu í Kunoy og Elias Hansen av Viðareiði (Lias hjá Karli).

Jógvan og Maud eiga børnini Henning, Bent Kristian og Andreu.

Tøkk fyri trúfesti og vinarlag. Verð hjartaliga heilsaður á sjeytiára degnum.

Vi.