Sjálvsavgerðarrætturin er okkara

Á kjaksíðuni hjá Javnaðarflokkinum hevur m.a. spurningurin um sjálvsavgerðarrætt føroyinga verið havdur á lofti.

 

Ein luttakari undrast á málburð mín í aftursvari til Anitu á Fríðriksmørk. Spyr um stakkalastásið, tjóðveldisfólk berjast um, er sjálvsavgerðarætturin.

Sjálvsagt er sjálvsavgerðarættur okkara ikki stakkalastás, tvørturímóti er tað tað mest heilaga, eitt frælst fólk hevur. Høvuðsboðskapurin hjá javnaðarflokkunum um allan heim er júst at skapa møguleikar hjá tí einstaka at taka støðu sum frí og fræls menniskju

Sjálvsavgerðarrættin hava vit. Vit kunnu átaka okkum fulla ábyrgd og fullan kostnað av landi okkara. Tað er eingin heimsins tjóð ella ríki, sum forðar okkum tað. Tí er tað so eyðmýkjandi fyri tjóð okkara, at ávís fólk alla tíðina júka upp í saman, at danir og Nyrup niðurbinda okkum og hava tikið sjálvsavgerðarrættin frá okkum. At løgmaður og varaløgmaður eisini finnast millum hesi fólk bøtir ikki um støðuna.

Tað, sum eg leggi dent á í endanum á svarinum til Anitu á Fríðriksmørk, er at minna á ta óhepnu, ja, skaðiligu gongd, sum fer fram í samfelagi okkara, meðan keglast verður um fullveldi. Júst tað, at solidarska skipanin verður tagað sundur og oyðiløgd.

Fólk stara seg blind í fullveldiskeglinum, og tá fullveldið skal ganga fram um alt annað í samfelagskjakinum, so er vandi á ferð. Lat meg siga tað greitt, at fyri mær er fullveldisætlan landsstýrisins stakkalastás at rokna í mun til vælferð og lívsfrælsi fólksins.

Javnaðarflokkurin er ein frælsisflokkur. Okkara politikkur er at skapa fortreytir hjá tí einstaka føroyinginum at liva eitt frælst lív í góðum samlag við allar landsmenn okkara.

Alt annað enn solidaritetur, umsorgan fyri hvørjum øðrum, er sum stakkalastás at rokna.

Tá vit loyva okkum at lata heilsuverkið fúna burtur og ikki so frægt sum royna at halda tað í nøkulunda standi, so kalli eg 640 mió. kr. í uppsparing til fullveldið fyri stakkalastás.

Tá eg síggi skúlaverkið aka á búkinum í sera vánaligum hølum runt um í landinum t.d. Tekniski skúli í Havn, Studentaskúlin í Hoydølum, Fiskivinnuskúlin í Vestmanna, Miðnámsskúlin í Suðuroy, so kalli eg 640 mió kr í uppsparing til fullveldið fyri stakkalastás.

Tá eg upplivi, at okkara gomlu liggja hjálparleys, einki heim hava at fara í, tá heilsan ikki loyvir teimum eitt sámuligt lív heima hjá sær sjálvum, so kalli eg 640 mió. kr. í uppsparing til fullveldið fyri stakkalastás.

Tá hesi, sum løgdu alla orku í at skapa eitt samfelag, har øll, eisini børnini hjá arbeiðsmanninum og fiskimanninum, børnini hjá tí einsamalla pápanum ella mammuni, skuldu fáa sama møguleika til lærdóms og trivna í samfelagnum, nú síggja, at tað er fyri einki at rokna, tá kalli eg ætlan landsstýrisins fyri stakkalastás.

Eg kundi hildið fram. Veruleikin er, at gribbarnir (teir borgarligu) hava góðar dagar. Stutt sagt: ein og hvør ætlan, sum brýtur niður vælferðarmynstrið og sum elur til sjálvgóðsku og »sektin á hvat annar fær, eg skal nøra at mær« hugsunarháttinum, er fyri mær av tí ónda.

Tað er henda niðurbrótingin, sum fer fram í kjalarvørrinum av harðrendu fullveldisætlan landsstýrisins.

Vit javnaðarfólk drýpa høvur í sorg, tí vit mettu altíð Tjóðveldisflokkin sum trúgvasta medspælara í uppbyggingini av tí solidariska samfelagnum.

Harmiligt, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin ikki kundu finna saman um eina skipan í okkara landi, sum lívgaði og bar fólkið fram til veruligt lívsfrælsi, har solidariteturin, umsorganin fyri hvørjum øðrum, var fremsta mál, samstundis sum vit tóku fulla ábyrgd á øllum økjum, so hvørt sum vit umsitingarliga og fíggjarliga vórðu før fyri tí.

Vit fara framvegis at berjast fyri hesum, sum er ein sólargreið frælsisleið.