skal tó í huga, at tað var lítið at fáa av toski í yvirlitstrolingini í september 2021 og tí er framvegis óvist, hvussu nógv er til av toski á Føroyabanka. Hinvegin er eingin ivi um, at tað er nógv av hýsu [...] hýsu á Føroyabanka. Sera nógv var at fáa av hýsu, bæði stórari og smáari. Nøgdirnar av upsa vóru munandi størri enn undanfarin ár og var talan um stóran upsa. Hetta skrivar Havstovan á hav.fo. Vegna veður [...] sløg av høgguslokki. Nebbasild stóð í trolmeskunum á flestu trolstøðunum, og magakanningarnar vístu, at væl var etið av nebbasild. Sjóvarhitin við botn lá um 8,0 o C. ##med2## Myndin vísur nøgd (kg pr. tíma)
tiltak, og tí valdu vit at taka tað upp aftur í Skálavík. Nú vit búgva her, fara vit at halda fram við hesum árliga kampingtiltaki, sum verður aftur til heystar. Martin Kúrberg vísir á, at eitt slíkt grilltiltak [...] vognar staðið í vetrarlegu í Skálavík, har plássið er góðkent til slíka legu, og Martin Kúrberg sigur, at vognarnir hava staðið væl, og her hava eingir trupulleikar verið. - Hetta eru vognar, sum eru komnir [...] á hava fólk verið í vognunum gjøgnum veturin. Kampingøkið í Skálavík er nýtt, og ætlanin er seinni at byggja tað út. Á Mølini á Eiði skipaðu hjúnini á hvørjum ári fyri einari grillveitslu við ymiskum
Útbyggingarætlanin kann sambært Minesto vera við til at nøkta 40% av framtiðar elorkutørvinum í Føroyum, og tí vera ein týðandi liður í arbeiðnum at røkka 100% burðardygga elorkuframleiðslu á landi í 2030 [...] setast út seinni í ár. Arbeitt verður síðan við at útvega neyðug loyvi til størru útbyggingarnar, skrivar SEV á sev.fo. Fyrr í ár kunngjørdi Minesto eisini, at alt teirra virksemi í 2022 verður miðsavnaði [...] ávikavist Hestfjørður, Leirvíksfjørður, Skopunarfjørður og Svínoyarfjørður. Fyrsta stigi á leiðini er at seta út tvey smærri orkuverk í Vestmannasund, eitt í vár og eitt senni í ár - og arbeitt verður við
og kona, sum bæði arbeiða við filmi, fara til kendu svensku oynna hjá Ingmar Bergman, Fårö, at arbeiða og at halda frí, tá landslagið festir í gomul minni hjá amerikanska parinum. Chris (Vicky Krieps) [...] Fyrstu kærleikssambondini hjá Chris fara at spøkja, og markið millum veruleika og fiktión kámast burtur, meðan nýggi filmurin, sum nú er ein filmur í filminum, byrjar at taka skap. Mia Hansen-Løve (f.1981) [...] svenska landslagið, har Bergman búði og gjørdi fleiri av kendastu filmunum, skal geva teimum íblástur at gera enn ein film. Dagur dettur av degi í svenska skergarðinum, og tey bæði elskandi flyta seg longur
er triðja árið, at Rói Jacobsen umboðar Undrið FF, og í dag skoraði hann fyri fyrstu ferð í næstbestu deildini. Einki er at siga til tað, um teir í KÍ iðra seg um, at teir ikki megnaðu at fáa bóltin í netið [...] úrtøku. Undrið FF vann 2-0 á heimavølli ímóti KÍ eftir málleysan fyrra hálvleik. Sigurin ber við sær, at Undrið FF hevur sjey stig fyri tveir sigrar, ein javnleik og tvey tap. Í fínum líkindum legði Sverri
fara eisini at hava alla ovaru hæddina. Í kjallaranum, har sum bakaríið hjá Mylnuni var áður, verður goymsla hjá SMS samtakinum. Niels Mortensen sigur, at handilin ikki verður størri. Tí fyri at hava opið [...] Mortensen, stjóri í SMS sigur, at Mylnan skal flyta inn í nýggja bygningin. – Talan verður um ein spildurnýggjan bygning og ein heilt nýggjan handil, sum vónandi klárar at lata upp í ár, sigur Niels Mortensen
Guadalmina, har ferðalagið býr. Venjingin gekk væl og vøllurin var góður at venja á. Venjingin hevði fokus á verjuspæl og at fáa liðið at flyta seg rætt. Onkir spælarar vandu minni enn aðrir, tí teir hav spælt [...] vunnu teir yngru. Veðrið í dag hevur verið á góðari leið, men tað sær út til at blíva nógv regn komandi dagarnar. Tað kann koma at ávirka venjingarumstøðurnar. Ongin skaði er í hópinum. Á venjingarleguni skal
Todi Jónsson hevði roknað við fóru at vera fastir menn á liðnum, vóru skaddir og tískil ikki við á útivølli ímóti EB/Streymi. Kortini vann NSÍ 4-3. Í dag fer NSÍ aftur at spæla á útivølli. Nú verður tað ímóti [...] er greitt, at Tróndur Jensen, sum í fjør spældi við NSÍ og í vetur flutti aftur til HB, ikki verður við í dag. Hann er skaddur í knænum. Bartal Wardum og Ári Mohr Jónsson venja aftur, eftir at teir hava [...] Aron Knudsen eru eisini skaddir, og Jóhan Troest Davidsen er ikki tøkur. Tað er so knípi við fólki, at tað ikki vera sjey men heldur fimm spælarar á NSÍ beinkinum í dag. Umframt eykamálverjan Dánial Danielsen
krone. Petur segði í takkartalu, at hann er rørdur av at hava fingið medaljuna frá Margretu. Vit byrjaðu í senn. Hon sum drotning og eg hjá Leif Mohr. Nú skal eg inn at vitja hana, segði hann [...] serstaka viðurkenning úr Danmark. Í røðu síni avdúkaði Leivur Holm, stjóri, nevniliga, at Margreta drotning hevði gjørt av at sýna Peturi kongaligan heiður fyri trúgva tænastu, og tí fekk Petur á móttøkuni í
eigur og rekur bolt.fo, og Teitur Joensen, viðmerkjari á FM1. Teir fara millum annað, at tippa hvussu stigatalvan fer at síggja út til kappingarenda. So teir koma við sínum boðum upp á ein FM vinnara, hvør [...] Teitur Joensen fara eisini at tippa hvønn teir vænta verður ársins spælari, hvør verður toppskjútti og hvør verður ársins gjøgnumbrot. Sum nakað nýtt, so verða teir bidnir um at koma við trimum tippum, ið [...] eitt sannlíkt tipp, eitt minni sannlíkt tipp og eitt ósannlíkt, men ikki ómøguligt, tipp. Hevur tú hug at koma við tínum tippum, ella viðmekringum til sendingina, so kanst tú senda sms á 559999 millum klokkan