Í vetur hava nakrir vognar staðið í vetrarlegu í Skálavík, har plássið er góðkent til slíka legu, og Martin Kúrberg sigur, at vognarnir hava staðið væl, og her hava eingir trupulleikar verið.
- Hetta eru vognar, sum eru komnir ymsastaðni úr Føroyum, og onkur heilt úr Suðuroy. Av og á hava fólk verið í vognunum gjøgnum veturin.
Kampingøkið í Skálavík er nýtt, og ætlanin er seinni at byggja tað út.
Á Mølini á Eiði skipaðu hjúnini á hvørjum ári fyri einari grillveitslu við ymiskum undirhaldi, og hetta tiltak endurtóku tey í Skálavík í fyrru hálvu av august í fjør.
- Tey eru mong, sum sakna hetta tiltak, og tí valdu vit at taka tað upp aftur í Skálavík. Nú vit búgva her, fara vit at halda fram við hesum árliga kampingtiltaki, sum verður aftur til heystar.
Martin Kúrberg vísir á, at eitt slíkt grilltiltak er sum ein lítil bygdastevna, og nú tiltakið verður endurtikið tíðliga í heyst, eru bátaeigarar sjálvsagt vælkominir við.
- Í Skálavík er góð bátahavn, og her fáa bátaeigarar bæði vatn og streym. Í undirhúsinum beint við kampingøkið eru nýggjar brúsur, wc og turkitrumla, sigur hann.
Graslíki er lagt á lendið, har kampingvognarnir í Skálavík standa.