Í morgin verður stóra Fótbóltspanelið, nú landskappingarárið byrjar leygardagin. FM1 sendir frá klokkan 15 til 17. Gestir verða Jákup Ósá, sum eigur og rekur bolt.fo, og Teitur Joensen, viðmerkjari á FM1. Teir fara millum annað, at tippa hvussu stigatalvan fer at síggja út til kappingarenda. So teir koma við sínum boðum upp á ein FM vinnara, hvør kemur í Evropa og hvør flytur niður.
Jákup Ósa og Teitur Joensen fara eisini at tippa hvønn teir vænta verður ársins spælari, hvør verður toppskjútti og hvør verður ársins gjøgnumbrot. Sum nakað nýtt, so verða teir bidnir um at koma við trimum tippum, ið kann fevan um alt viðvíkjandi komandi kappingarárinum. Hetta er nakað, sum TV3 við Niels Christian Frederiksen og Jan Mølby hevur gjørt nógv við. Jákup Ósa og Teitur Joensen skulu velja eitt sannlíkt tipp, eitt minni sannlíkt tipp og eitt ósannlíkt, men ikki ómøguligt, tipp.
Hevur tú hug at koma við tínum tippum, ella viðmekringum til sendingina, so kanst tú senda sms á 559999 millum klokkan 15 og 17 fríggjadagin. FM1 sigur frá fýra dystum um vikuskiftið. 07 Vestur-Víkingur og AB-HB leygardagin, og B36-B68 og EB/Streymur-NSÍ sunnudagin.











