Undrið vann søtan sigur

1. DEILD: Klaksvíkingar noyddust norður aftur við úr Hoyvík við 2-0 tapi

Fyri fyrstu ferð í ár noyddust teir á næstbesta liðnum hjá KÍ í dag av vøllinum uttan úrtøku.

 

Undrið FF vann 2-0 á heimavølli ímóti KÍ eftir málleysan fyrra hálvleik.

 

Sigurin ber við sær, at Undrið FF hevur sjey stig fyri tveir sigrar, ein javnleik og tvey tap.

 

Í fínum líkindum legði Sverri Hansson heimaliðið á odda 1-0. Tá vóru knappliga tíggju minuttir farnir av seinna hálvleiki, og tveir minuttir undan leikloki staðfesti Rói Jacobsen 2-0 heimasigurin.

 

Síðsta summar flutti Sverri Hansson (fyrr Petersen sambært faroesoccer.com) úr AB, og í dag skoraði hann fyri fyrstu ferð í næstbestu deildini.

 

Hetta er triðja árið, at Rói Jacobsen umboðar Undrið FF, og í dag skoraði hann fyri fyrstu ferð í næstbestu deildini.

 

Einki er at siga til tað, um teir í KÍ iðra seg um, at teir ikki megnaðu at fáa bóltin í netið hjá Undrið FF.

 

Sambært hagtølunum, so hevði KÍ átta stórar møguleikar og 11 hornaspørk, meðan Undrið FF hevði tveir stórar møguleikar og fýra hornaspørk.

 

Sætta umfar verður um tvær vikur. Tá fær Undrið FF vitjan av 07 Vestur, og tá fær KÍ vitjan av toppliðnum ÍF.