Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevur havt sína fyrstu venjing á venjingarleguni í Marbella í Spania. Ferðalagið kom til Malaga í gjár og fyribils hevur alt gingið væl við ferðing og øðrum.
24 spælarar eru við á ferðini og og fyrrapartin í dag var fyrsta venjingin á skránni. Hon var á einum av fótbóltsvøllunum í La Quinta, sum liggur eitt stórt korter frá Hotel Guadalmina, har ferðalagið býr.
Venjingin gekk væl og vøllurin var góður at venja á. Venjingin hevði fokus á verjuspæl og at fáa liðið at flyta seg rætt. Onkir spælarar vandu minni enn aðrir, tí teir hav spælt dyst sunnudagin. Móti endanum var dystur millum teir yngru og teir eldru. Her vunnu teir yngru.
Veðrið í dag hevur verið á góðari leið, men tað sær út til at blíva nógv regn komandi dagarnar. Tað kann koma at ávirka venjingarumstøðurnar. Ongin skaði er í hópinum.
Á venjingarleguni skal føroyska landsliðið eisini spæla tveir venjingardystir. Leygardagin 26. mars klokkan 17:00, føroyska tíð, spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og týsdagin 29. mars klokkan 16:00, føroyska tíð, spæla Føroyar og Liktinstein á Pinatar Arena í Murcia í Spania. FM1 sigur frá dystunum.











