NSÍ fær akkurát mannað lið

Tað vera færri á beinkinum, enn tað plaga at vera, tá ið NSÍ seinnapartin verður gestur hjá stórfavorittunum í HB

Síðsta vikuskifti var søgan, hvussu nógvir av NSÍ spælarunum, sum Todi Jónsson hevði roknað við fóru at vera fastir menn á liðnum, vóru skaddir og tískil ikki við á útivølli ímóti EB/Streymi. Kortini vann NSÍ 4-3.

 

Í dag fer NSÍ aftur at spæla á útivølli. Nú verður tað ímóti FM favorittunum í HB.

 

Tað er greitt, at Tróndur Jensen, sum í fjør spældi við NSÍ og í vetur flutti aftur til HB, ikki verður við í dag. Hann er skaddur í knænum. Bartal Wardum og Ári Mohr Jónsson venja aftur, eftir at teir hava verið skaddir.

 

Hjá NSÍ er danski Kristian Andersen nýggjur álopsspælari. Klæmint A. Olsen, sum nógvu tey seinastu árini hevur verið fastur fremsti maður hjá NSÍ, er framvegis skaddur. Betuel Hansen og Aron Knudsen eru eisini skaddir, og Jóhan Troest Davidsen er ikki tøkur.

 

Tað er so knípi við fólki, at tað ikki vera sjey men heldur fimm spælarar á NSÍ beinkinum í dag. Umframt eykamálverjan Dánial Danielsen eru tað tríggir spælarar, sum ongar royndir hava í bestu deildini, og so er tað Oddur Á. Højgaard, sum ikki fær vant saman við hinum, tí hann er darvaður av skaða í knænum.