50 ár í starvi: Fekk heiður frá Drotningini

Petur Sørensen, er heiðraður fyri 50 ára trúgva tænastu hjá Leif Mohr.

 

 

Viðskiftafólk, familja og starvsfelagar vóru í dag savnað í hølunum hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegnum til móttøku, nú Petur Sørensen, søluleiðari, hevur verið í starvi hjá fyritøkuni síðani 1. mars 1972. Hann hevur sostatt starvast hjá Leif Mohr í samfulla hálva øld.

 

Ein pera upp á 60 watt, ella ein breyðristari, eru líka týdningarmikil sum eitt stórt tilboð. Øll viðskiftafólk hava uppiborið virðing, segði Leivur Holm, stjóri hjá Leif Mohr, millum annað, tá hann í dag helt røðu í samband við 50 ára starvsdagin í dag.

 

##med2##

 

Viðskiftafólk og starvsfelagar í hópatali hav lýst Petur Sørensen sum trúfastan, arbeiðssaman og eldhugaðan, og á móttøkuni í dag fekk Petur eisini eina heilt serstaka viðurkenning úr Danmark.

 

Í røðu síni avdúkaði Leivur Holm, stjóri, nevniliga, at Margreta drotning hevði gjørt av at sýna Peturi kongaligan heiður fyri trúgva tænastu, og tí fekk Petur á móttøkuni í dag handað den kongelige belønningsmedalje med krone.

 

Petur segði í takkartalu, at hann er rørdur av at hava fingið medaljuna frá Margretu. Vit byrjaðu í senn. Hon sum drotning og eg hjá Leif Mohr. Nú skal eg inn at vitja hana, segði hann