elektronikmessu í Las Vegas fortaldi, at longu í morgin verður ein royndarversjón av nýggju stýrisskipanini Windows 7 send í umferð kring allan heimin. ? Vit eru stutt frá at levera ta besti útgávuna av Windows [...] nakrantíð, sigur hann. Hann lovar, at tann nýggja stýrisskipanin verður einføld, trúlig og skjót. ? Fríggjadagin vil beta-útgávan verða tøk kring allan heimin, soleiðs at brúkarar kunnu koma online og ro
VÍF hesa ferð á truplari uppgávu á útivølli, og so prógvaðu teir gulu, at teir vóru nóg vaksnir til uppgávuna. Fyri ein oddadyst at vera var spælið rættiliga rótut í longum løtum, men fyrst og fremst stríddust [...] í undirtali. Tað eydnaðist teimum eisini alla tíðina at halda fast í Neistanum, og seinastu løtuna skrædnaði tað av álvara millum liðini, soleiðis at talan gjørdist um heilt greiðan sigur. Fyri Neistan
samráðingarnar við norðmenn eru ikki komnar á mál enn, men semja er um at skipini kunnu byrja fiskiskap. Tann 18 des. avtalaðu Føroyar og Noreg, at føroysk skip kunnu halda fram við teirra fiskiskapi í norskum [...] Sundaberg og Skálaberg fóru av Klaksvík í kvøld, teir settu kós norður í Barentshavið, har tað plagar at roynast væl hesa tíðina. Enniberg fór avstað beint eftir jól. Vesturvón fer vantandi avstað mikudagin [...] londini ikki enn hava gjørt endaliga fiskiveiðiavtalu fyri 2009. Á sama hátt kunnu norsk skip halda fram at fiska í føroyskum sjógvi frá 1. januar 2009. Eftir ætlan verða samráðingarnar millum Føroyar og Noreg
deyðum veksur. Av sjúkrahúsum í Gaza frættist, at 787 palestinar eru deyður, meðan 13 ísraelsfólk eru deyð, harav 10 hermenn. Ísraelski herurin sigur, at 15 militantir Hamaslimir eru dripnir í nátt, tá [...] sigur, at ísraelsku rakettirnar vórðu skotnar móti málum, hagani hamasfólk skjóta rakettir, móti tunlum, sum teir smugla vápn ígjøgnum og støðum, har teir seta saman rakettirnar. Palestinar siga, at tveir
síðstu løtu, at George W. Bush fekk skákað sær undan, tá ein tíðindamaður tveitti skógvarnar eftir honum á einum tíðindafundi í Bagdad í dag. Irakski tíðindamaðurin Muntazer al-Zaidi kláraði ikki at halda sær [...] ossurin, tín hundur, rópti tíðindamaðurin, tá hann tveitti skógvarnar eftir Bush, sum júst kláraði at skáka sær undan. Tann illi tíðindamaðurin bleiv tikin og borin út úr fundarhølinum. Tað er ikki greitt [...] greitt, um hann verður revsaður fyri ta heldur óvanligu heilsanina til Bush, sum var komin til Irak at siga farvæl, nú hann fer frá.
og tað kann hava við sær, at verkmsiðjurnar fara á húsagang, skrivar AP. Sagt verður, at amerikanararnir venda sær frá teimum bilunum, sum brenna nógv, og tað hevur gjørt, at verksmiðjurnar hava stórt [...] og Chrysler hevur ikki almannakunngjørt sín roknskap enn. Hagtølini vísa eisini gongdina. Tey siga, at bilasølan minkaði 13 prosent í juni, og so stórt hevur fallið ikki verið tey seinastu 16 árini.
seinnapartin vitjaðu í Sørvági. Eftir at tað undan summarsteðginum leingi hilnaðist væl hjá HB, var talan í dag um at leggja reygg til avhølving. 07 Vestur vann 8-0, eftir at hálvleiksstøðan hevur verið 4-0 [...] brotsspark, Andrzej Stretovicz og Jovan Panic, sum við tveimum málum og harvið trimum í alt var við til at syrgja fyri eitt sindur av uppreisn eftir stóra vónbrotið, sum tað var, tá ið 07 Vestur fyri einari
javnan fyrispurningar frá fólki, sum hava móðurmerkjakrabba og ynskja at tosa við onnur í somu støðu. Tí tekur felagið nú stig til at skipa ein sjálvhjálparbók fyri tey, ið hava ella hava havt sjúkuna. [...] Føroya Felag móti Krabbameini tekur nú stig til at skipa ein bólk fyri tey, ið hava ella hava havt móðurmerkjakrabba Tilburðirnir av húð- og móðurmerkjakrabba í Føroyum eru øktir sera nógv seinastu árini [...] fundi á Hotel Hafnia mikukvøldið 20. august klokkan 19, har Thomas Norman Dam, húðlækni, eisini fer at hava fyrilestur um húðkrabba og móðurmerkjakrabba. Tilmelding til tiltakið fer fram hjá Føroya Felag
ikki brennur niður einaferð enn, ávara tey á heimasíðuni hjá festivalinum. Víðari stendur at lesa, at umframt at seta hol á festivalin headlina teir eisini Ground Zero leygarkvøldið 19. juli við einum [...] Teir skipa eisini sjálvir fyri undirgrund dance tiltøkum og leita altíð eftir nýggjum, frískum tónum at borðreiða við.
og hetta er ein heldur óvon støða hjá skálamonnum. - Vit mugu fram at skora mál, men eg haldi hinvegin, at onnur lið hava ringt við at skora ímóti okkum, segði Pætur. Flytingarvindeygað er framvegis opið [...] er altíð brúk fyri fólki, men um vit halda okkum skaðafríar, so er í lagi, segði Pætur Dam Jacobsen at enda.