- Vit høvdu nakrar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men vit eru ikki nóg skarpir. Í seinna hálvleiki fungerar tað bara ikki. Spælið koyrir ikki, og vit gera eitt býtt brotsspark, heldur Pætur.
Við ósigrinum dettur Skála nú aftur á aftasta pláss, og hetta er ein heldur óvon støða hjá skálamonnum.
- Vit mugu fram at skora mál, men eg haldi hinvegin, at onnur lið hava ringt við at skora ímóti okkum, segði Pætur.
Flytingarvindeygað er framvegis opið, og vit spurdu Pætur, um Skála hevur tørv á nýggjum leikarum.
- Nú hava vit júst styrkt okkum við Jónhard Frederiksberg. Sjálvandi er altíð brúk fyri fólki, men um vit halda okkum skaðafríar, so er í lagi, segði Pætur Dam Jacobsen at enda.