Mette Frederiksen ger tríggjar broytingar í stjórnini

Stjórnarlimirnir hjá Javnaðarflokkinum Rasmus Stoklund, Kaare Dybvad Bek og Ane Halsboe-Jørgensen fáa nýggjar stjórnarsessir.

Tríggjar umskipanir verða í SVM-stjórnini, og hetta snýr seg um tríggjar sitandi stjórnarlimir.

Rasmus Stoklund, skattamálaráðharri, verður útnevndur sum ráðharri í útlendinga- og integratiónsmálum.

Útlendinga- og integratiónsráðharrin Kaare Dybvad Bek verður útnevndur sum vinnumálaráðharri.

Og vinnumálaráðfrúan Ane Halsboe-Jørgensen verður sett sum skattamálaráðfrú.

Tað skrivar Forsætismálaráðið í tíðindaskrivi.

 

/Ritzau/