Bilvirkir í kreppu

Stóru bilverksmiðjurnar Ford, Chrysler og General Motors kunnu fara á húsagang Tríggjar av teimum størstu bilverksmiðjunum í USA, Ford, Chrysler og General Motors, eru komnar í álvarssamar trupulleikar, tí fólk keypa færri bilar, og tað kann hava við sær, at verkmsiðjurnar fara á húsagang, skrivar AP.

Sagt verður, at amerikanararnir venda sær frá teimum bilunum, sum brenna nógv, og tað hevur gjørt, at verksmiðjurnar hava stórt hall í rakstrinum, sigur CNN Money. Eitt nú hevði General Motors 15 milliardir dollarar í halli í 2. ársfjórðingi, hallið hjá Ford var 8,7 milliardir dollarar, og Chrysler hevur ikki almannakunngjørt sín roknskap enn.

Hagtølini vísa eisini gongdina. Tey siga, at bilasølan minkaði 13 prosent í juni, og so stórt hevur fallið ikki verið tey seinastu 16 árini.