Tað var ikki lukkulig viðferð ikki serliga væl mannaða HB liðið í 1. deild fekk, tá ið havnarmenn seinnapartin vitjaðu í Sørvági.
Eftir at tað undan summarsteðginum leingi hilnaðist væl hjá HB, var talan í dag um at leggja reygg til avhølving.
07 Vestur vann 8-0, eftir at hálvleiksstøðan hevur verið 4-0. Í 1. hálvleiki skoraðu Tór-Ingar Akselsen, Jóan Petur á Stongum og Jovan Panic, og eitt mál var sjálvmál.
Í 2. hálvleiki skoraðu Jens Erik Rasmussen upp á brotsspark, Andrzej Stretovicz og Jovan Panic, sum við tveimum málum og harvið trimum í alt var við til at syrgja fyri eitt sindur av uppreisn eftir stóra vónbrotið, sum tað var, tá ið 07 Vestur fyri einari viku síðani tapti í Leirvík.