Ísrael heldur fram við álopunum í Gaza, og Hamas sendi aftur í morgun rakettir móti málum í Ísrael, so báðir partar bróta boðini frá ST um vápnahvíld
Ísraelsku álopini hava nú vart í tvær vikur, og talið av deyðum veksur. Av sjúkrahúsum í Gaza frættist, at 787 palestinar eru deyður, meðan 13 ísraelsfólk eru deyð, harav 10 hermenn.
Ísraelski herurin sigur, at 15 militantir Hamaslimir eru dripnir í nátt, tá eini 40 rakettir vórðu sendar móti teimum.
Danmarks Radio sigur, at ísraelsku rakettirnar vórðu skotnar móti málum, hagani hamasfólk skjóta rakettir, móti tunlum, sum teir smugla vápn ígjøgnum og støðum, har teir seta saman rakettirnar. Palestinar siga, at tveir hermenn doyðu. Afturat hesum skal Ísrael hava rakt ein múr við eitt sjúkrahús, har eitt starvsfólk fekk skaða.










