Farvæl til Vista og góðandag til Windows 7

Nýggja stýriskipanin frá Microsoft skal avloysa Windows Vista Tað greiddi ovasti stjórin í Microsoft, Steve Ballmer frá, tá hann á eini elektronikmessu í Las Vegas fortaldi, at longu í morgin verður ein royndarversjón av nýggju stýrisskipanini Windows 7 send í umferð kring allan heimin.

? Vit eru stutt frá at levera ta besti útgávuna av Windows nakrantíð, sigur hann. Hann lovar, at tann nýggja stýrisskipanin verður einføld, trúlig og skjót.

? Fríggjadagin vil beta-útgávan verða tøk kring allan heimin, soleiðs at brúkarar kunnu koma online og royndarkoyra Windows 7 heimanífrá, greiðir hann frá.

Nógvir brúkarar hava verið sera ónøgdir við, hvussu Wimdows Vista koyrdi á teirra teldu, og stýrisskipanin, sum enn er sera nýggj, er ongantíð blivin tað stóra hittið frá Microsoft.