Sundaberg og Skálaberg fóru avstað í kvøld

Sundaberg og Skálaberg fóru av Klaksvík í kvøld, teir settu kós norður í Barentshavið, har tað plagar at roynast væl hesa tíðina.

Enniberg fór avstað beint eftir jól.

Vesturvón fer vantandi avstað mikudagin, teir liggja á Havnini.

Hvussu nógv hvør bátur kann fiska eystanfyri, er enn ikki greitt, samráðingarnar við norðmenn eru ikki komnar á mál enn, men semja er um at skipini kunnu byrja fiskiskap.

Tann 18 des. avtalaðu Føroyar og Noreg, at føroysk skip kunnu halda fram við teirra fiskiskapi í norskum sjógvi um ársskiftið, hóast londini ikki enn hava gjørt endaliga fiskiveiðiavtalu fyri 2009. Á sama hátt kunnu norsk skip halda fram at fiska í føroyskum sjógvi frá 1. januar 2009.

Eftir ætlan verða samráðingarnar millum Føroyar og Noreg í aðru viku í 2009.