skaddir, og tá var neyðugt hjá Eli Hentze at traðka til. Nú stendur frægari til á Sandi, har tað tó er eitt sindur ivasamt, um Bogi Hermansen verður førur fyri at spæla. B71 er í niðurflytingarvanda, og [...] væl upplagt nógvu tær seinastu ferðirnar, so vóna sandoyingar, at rætti hugburðurin kann røkka langt. Í Sundalagnum iðra teir seg um, at tað so ofta er endað við javnleiki. EB/Streymur hevur níggju ferðir [...] Jakobsen hevur verið í Katar saman við fleiri B36 spælarum. - Vit taka einki fyri givið. Royndirnar siga, at úrslitini ofta eru óvæntað fram ímóti kappingarenda. B71 er í trongum skóm, og vit mugu leggja alt
eydnaðist. Eftir 12 leikir valdi Olaf at lata frúnna fyri riddara og rók. Sálarliga vísti tað seg vera rætta valið, men ivaleyst verður kannað dúliga, um hetta yvirhøvur eigur at halda. Terji misti líkasum stevið [...] samanumkom restaði í veruleikanum ikki nógv í, at í minsta lagi javnleikur kom til høldar. Ein satt oddabrak. Terji hevur framvegis møguleikan sjálvur at avgerða um FM-heitið skal verða hansara. Hann er [...] Berg telvar ímóti Sigurð B. Justinussen. Andreas Andreassen, av Toftum, otaði seg á ovastu rók, eftir at Margar Berg basti Jónfinn Thomsen. Kappingin er fullkomiliga opin í 1. bólki. Eysturoyingar seta d
er ikki sørt, at bæði starvsfólk skúlans og tey, ið lesa, eru ørkymlað og illa við av hesi skriving. Arbeiðsfriðurin í húsinum hevur fingið eitt skot fyri bógvin, og eingin veit nakað at siga um framtíð [...] framtíð okkara, siga lærararnir í áheitanini. Teir vísa á, at tey, ið undirvísa í Klaksvíkar Sjómanskúla, altíð hava lagt stóran dent á at geva góða frálæru, og afturmeldingarnar frá lesandi hava altíð verið [...] innuna í skúlamálum um geva okkum arbeiðsfriðin aftur ? okkum og tygum til sóma, og teimum lesandi at gagni.
Í morgun ringdi stjórin á Bakkafrost við klokkuni á Oslo Børs. Hetta var tekin um, at nú ber til at handla við partabrøvum í føroyska fiskivinnusamtakinum. Bakkafrost er fyrsta føroyska fiskivinnufyritøkan [...] ímóti at skapa eitt stórt føroyskt alisamtak, ið kundi avhendast privatum íleggjarum. Hetta gjørdist møguligt, tá Vestlax og Bakkafrost løgdu saman. Eisini hevur tað munað væl í tilgongdini, at myndugleikarnir [...] seldi í sambandi við skrásetingina sín ognarlut í Bakkafrost, og Janus Petersen, forstjóri, fegnast um, at nú er komið á mál. - Skrásetingin av Bakkafrost er ein stórhending fyri føroyska vinnu, tí Bakkafrost
næstu settunum. Men í triðja setti byrjaði Ternan at vinna sær yvirvág og at leggja trýst á, so kvinnurnar hjá KÍF fóru at gera feilir og høvdu ilt við at halda konsentratiónina. Ternan vann settið og gjørdi [...] Ternuni var í ítróttarhøllini í Kollafirði í gjárkvøldið. Toftakvinnur vóru drúgvari og vunnu 3-1, eftir at KÍF hevði tikið fyrsta settið. Dysturin var sera javnur tey bæði fyrstu settini, har tað kundi farið
var sjúk og Cornelia hevur ein skaða at dragast við, ið ger tað ivasamt, um hon yvirhøvur verður klár til finalurnar ímóti Stjørnuni. Neistanum skal sigast til rós, at liðið tók av, nú møguleikin var har [...] Neistan var tað hugaligt at vinna á øðrum av teimum báðum fremru liðunum, tí hetta er fyrsti sigurin av tí slagnum hjá bronsuvinnarunum. Hinvegin man tað neyvan smakka væl hjá Tjaldri, at liðið fær enn ein ósigur [...] løtuna fóru tær bláu avstað. Nokk so tíðliga blivu eini fimm mál á muni, og tann munin megnaði Neistin at halda allan vegin, og onkuntíð var hann eisini størri enn tey fimm málini. Í fyrra hálvleiki hevði
broytingar í seinna hálvleiki. Hann fyrireikar í løtuni liðið til finaluna, og tí er neyðugt at allir sleppa framat at vísa sítt virði. Og við einari tryggari leiðslu sluppu Kristian Dulavík, Heini Ragnarsson [...] millum viðgongd og mótgongd. Tað mugu kollfirðingar í øllum førum sanna, nú teir aftur stríðast fyri at sleppa undan aftasta plássinum. Fyri trimum vikum síðan vóru kollfirðingar á finalukós. Men liðið hevur [...] dystinum. Neistin rann avstað beinanvegin, tí kollfirðingarnir nærmast gav gestunum ókeypis atgongd at royna seg móti Óla Kristiani Djurhuus. Serliga høvdu Tróndur Kragesteen og Jugoslav Djumic lætt spæl
metstór. Hetta er fimta ferðin, at kaféin á niðastu hædd á Hotel Hafnia skipar fyri singer/songwriter kapping. Undanfarin ár hava ímillum 8 ? 12 fólk kappast um heiðurin at verða ársins singer/songwriter [...] heili 23 fólk sum fara at kappast og er tað sostatt metundirtøka. Fleiri kend nøvn eru við í kappingini í kvøld. Lív Næs er uttan iva kendasta tónleikanavnið ímillum tey seks, sum fara at kappast í kvøld. Onnur [...] við umboðum frá FUTT, Felagið Føroysk Tónaskøld og G! Festivalinum. Vinnarin sleppur í Studio Bloch at taka upp og ljóðblanda eitt lag saman við tøkningi og hann sleppur eisini á pall á SPOT festivalinum
umframt Synarchy, Hamferð og Earth Divide, men eisini vitjar Sidney Lee í Klaksvík Um tú ætlar í býin at hugna tær komandi vikuskiftið, so er Klaksvíkin avgjørt euna vitjan verd. Hetta vikuskiftið verður [...] Klaksvíkin karmur um sera góðan tónleik, har lagt verður út fríggjakvøldið við Eyðun Nolsøe, ið fer at spæla livandi tónar á loftinum í Club 700, og til tey sum ynskja meira pumpandi dansitónleik, so verður [...] DJ-K1. Leygarkvøldið verður byrjað við Pub-Quiz kl. 22:00, og síðani er tað Jens Marni Hansen, ið fer at spæla livandi tónar á loftinum í Club 700. Eisini verður diskotek, við DJ-X. Ein serstøk vitjan verður
songkvinnan Shakira. Jákup Jacobsen, stjóri í Yndi, sigur, at eftirspurningurin upp á Zumbavenjing í Føroyum hevur verið stórur, og tí fara tey nú undir at bjóða slíka venjing. - Áhugin er heilt ekstremur. Vit [...] Vit hava bara sett ein tíma upp higartil, og hann er fullur. Tað kann væl vera, at vit verða noydd at hava fleiri tímar, sigur hann. Jákup lýsir zumbavenjing sum aerobics við meira »sprell« í. - Tað er [...] til latinskar rútmir. Navnið Zumba útalast sum bygdin Sumba, men tey bæði hava onki við hvørt annað at gera. Zumbavenjing stavar upprunaliga frá Colombia, og søgan um fyrsta Zumbatíman minnur ikki sørt