KÍF-Neistin 35-37 (16-22):
Tað er fá fet millum viðgongd og mótgongd.
Tað mugu kollfirðingar í øllum førum sanna, nú teir aftur stríðast fyri at sleppa undan aftasta plássinum. Fyri trimum vikum síðan vóru kollfirðingar á finalukós. Men liðið hevur nú tapt tríggjar ferðir upp í slag, og seinasta tapið var í gjár, tá Neistin vitjaði í Kollafirði.
Fyri steðgin høvdu gestirnir úr høvuðsstaðnum fult tamarhald á dystinum. Neistin rann avstað beinanvegin, tí kollfirðingarnir nærmast gav gestunum ókeypis atgongd at royna seg móti Óla Kristiani Djurhuus. Serliga høvdu Tróndur Kragesteen og Jugoslav Djumic lætt spæl.
Ingi Olsen, venjari hjá Neistanum, framdi fleiri broytingar í seinna hálvleiki. Hann fyrireikar í løtuni liðið til finaluna, og tí er neyðugt at allir sleppa framat at vísa sítt virði. Og við einari tryggari leiðslu sluppu Kristian Dulavík, Heini Ragnarsson og Jens Mohr millum annað á vøllin. Hesa løtuna stríddi heimaliðið seg aftur í dystin.
Tað eydnaðist teimum tó ikki at koma upp á javnleiki, hóast munurin einu løtuna bara var eitt mál. Neistin vann við 37-35.
Komandi vikuskiftið skal KÍF til Vestmanna, har kravið er tvey stig, um kollfirðingar skulu verða partur av FM-finaluni.








