Ternan tók fyrsta stikkið

Flogbóltur:
Fyrri upp- og niðurflytingardysturin millum Eik-ligukvinnurnar hjá KÍF og 1. deildarkvinnurnar hjá Ternuni var í ítróttarhøllini í Kollafirði í gjárkvøldið. Toftakvinnur vóru drúgvari og vunnu 3-1, eftir at KÍF hevði tikið fyrsta settið.
Dysturin var sera javnur tey bæði fyrstu settini, har tað kundi farið báðar vegir. Tá avtoranaði, vann KÍF fyrsta sett og Ternan annað sett, men bara tveir bóltar vóru á muni í báðum settunum, so her sá alt sera javnt út undan teimum næstu settunum.
Men í triðja setti byrjaði Ternan at vinna sær yvirvág og at leggja trýst á, so kvinnurnar hjá KÍF fóru at gera feilir og høvdu ilt við at halda konsentratiónina. Ternan vann settið og gjørdi síðani bart í triðja setti, har støðan eina løtu var 14-4, til Ternan hevði vunnið tað greitt og tí eisini vann dystin.
Sostatt hava flogbóltskvinnurnar á Toftum vunnið sær ein fyrimun undan seinna dystinum millum liðini, sum verður í høllini í Tofta skúla næsta mikukvøld. Í hesum upp- og niðurflytingardystunum verður spælt best av trimum, har liðini fyrst hava hvør sín heimadyst, men skulu møtast á uttanveltaðum vølli, verður neyðugt við einum avgerandi triðja dysti.