Fyrsta undanumfari av singer/songwriter kappingini verður á Kafe Kaspar í kvøld kl. 22.00 og luttøkan er metstór. Hetta er fimta ferðin, at kaféin á niðastu hædd á Hotel Hafnia skipar fyri singer/songwriter kapping. Undanfarin ár hava ímillum 8 ? 12 fólk kappast um heiðurin at verða ársins singer/songwriter, men tí ár eru tað heili 23 fólk sum fara at kappast og er tað sostatt metundirtøka.
Fleiri kend nøvn eru við í kappingini í kvøld.
Lív Næs er uttan iva kendasta tónleikanavnið ímillum tey seks, sum fara at kappast í kvøld.
Onnur kend nøvn eru Bárður Johannesen, sum í løtuni tekur upp fløgu og Rebekka Petersen sum luttók í sement kappingini.
Hini trý undanumførini verða 23. apríl, 24. apríl og 01. mai. Finalan verður leygarkvøldið 08. mai.
Tað verða 3 dómarar til kappingina við umboðum frá FUTT, Felagið Føroysk Tónaskøld og G! Festivalinum.
Vinnarin sleppur í Studio Bloch at taka upp og ljóðblanda eitt lag saman við tøkningi og hann sleppur eisini á pall á SPOT festivalinum í Århus næsta ár. Ein av finalistum sleppur eisini á pall á G í summar.