Kom ein túr til Zumba

Nýggjasta fyribrigdið innan venjingarheimin - Zumba - er nú komið til Føroya. Tað er dansivenjing til latinskar rútmir.

Navnið Zumba útalast sum bygdin Sumba, men tey bæði hava onki við hvørt annað at gera.

Zumbavenjing stavar upprunaliga frá Colombia, og søgan um fyrsta Zumbatíman minnur ikki sørt um aðrar framgangssøgur. Aerobicsvenjarin Alberto »Beto« Perez hevði gloymt tónleikin til sín tíma, og einasti tónleikur, hann hevði við, var salsa og merengue. Hann nýtti henda tónleikin, og tann misseydnaði tímin varð skjótt mest vælumtókti á venjingarstøðini.

Alberto »Beto« Perez menti venjingina, og fekk skjótt tey kendu til kundar, ein teirra var songkvinnan Shakira.

Jákup Jacobsen, stjóri í Yndi, sigur, at eftirspurningurin upp á Zumbavenjing í Føroyum hevur verið stórur, og tí fara tey nú undir at bjóða slíka venjing.

- Áhugin er heilt ekstremur. Vit hava bara sett ein tíma upp higartil, og hann er fullur. Tað kann væl vera, at vit verða noydd at hava fleiri tímar, sigur hann.

Jákup lýsir zumbavenjing sum aerobics við meira »sprell« í.

- Tað er uppbyggt á sama hátt sum aerobicsvenjing, í byrjanini verður tað bara dansifet og síðani byggja vit upp á grundfetini.