Tjaldur-Neistin 16-21 (8-13):
Bæði Adina Petrea og Cornelia Rimbu sótu á áskoðaraplássunum, tá Tjaldur í gjár tók ímóti Neistanum. Adina var sjúk og Cornelia hevur ein skaða at dragast við, ið ger tað ivasamt, um hon yvirhøvur verður klár til finalurnar ímóti Stjørnuni.
Neistanum skal sigast til rós, at liðið tók av, nú møguleikin var har, og eftir fyrstu jøvnu løtuna fóru tær bláu avstað. Nokk so tíðliga blivu eini fimm mál á muni, og tann munin megnaði Neistin at halda allan vegin, og onkuntíð var hann eisini størri enn tey fimm málini.
Í fyrra hálvleiki hevði Neistin gott tak á skjótálopunum, og serliga Unn Kragesteen var ofta skjót avstað. Tað gav bæði brotskøst og útvísingar við sær, tí spælararnir hjá Tjaldri ferð eftir ferð vóru um ein háls.
Fyri Neistan var tað hugaligt at vinna á øðrum av teimum báðum fremru liðunum, tí hetta er fyrsti sigurin av tí slagnum hjá bronsuvinnarunum. Hinvegin man tað neyvan smakka væl hjá Tjaldri, at liðið fær enn ein ósigur, tí so hvørt sum finalurnar ímóti vælkoyrandi Stjørnuni nærkast, hevur liðið heldur brúk fyri sjálvsáliti.










