Skrivingin á Portalinum um vikuskiftið um samanlegging og framtíðina hjá Klaksvíkar Sjómansskúla órógvar starvsfólk og lesandi á skúlanum, og nú biða lærarar á skúlanum um arbeiðsfrið.
Í eini áheitan á Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, biðar Óli Olsen, Hanus Kjølbro go Anton Højgaard, undirvísarar á Klaksvíkar Sjómansskúla, landsstýriskvinnuna um arbeiðsfrið.
- Seinastu tíðina hevur skriving verið í bløðum um framtíðina hjá Klaksvíkar Sjómansskúla. Skrivað hevur verið niðurlegging, samanlegging o.s.fr. Hendan skriving hevur verið til lítlan sóma fyri skúlan, og tað er ikki sørt, at bæði starvsfólk skúlans og tey, ið lesa, eru ørkymlað og illa við av hesi skriving. Arbeiðsfriðurin í húsinum hevur fingið eitt skot fyri bógvin, og eingin veit nakað at siga um framtíð okkara, siga lærararnir í áheitanini.
Teir vísa á, at tey, ið undirvísa í Klaksvíkar Sjómanskúla, altíð hava lagt stóran dent á at geva góða frálæru, og afturmeldingarnar frá lesandi hava altíð verið hareftir.
- Skrivingin ta seinastu tíðina hevur órógvað okkum og ikki minni tey lesandi meiri enn gott er.
- Vit undirvísarar í Klaksvíkar Sjómansskúla vilja tí heita á landsstýriskvinnuna í skúlamálum um geva okkum arbeiðsfriðin aftur ? okkum og tygum til sóma, og teimum lesandi at gagni.










