einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið. Hetta er einª so stór avbjóðing fyri okkara lítla samfelag, at vit mugu brúka ta tíð, sum er neyðug. Men harfyri er ikki sagt, at nøkur orsøk er til at dríggja málið [...] gott arbeiði, men harfyri er ikki sagt, at tað ikki eru viðurskifti, sum eiga at viðgerast øðrvísi enn skotið upp. Tað er hetta tann politiska viðgerðin er til fyri. OLJUMÁLIÐ er so stórt og kann fáa so [...] almenn hoyring um frágreiðingina, umframt at eitt seminar hevur verið hildið fyri politikarunum. Eisini hevur verið nakað av orðaskifti, tó at hetta ikki hevur verið nógv. EINGIN ivi er um, at oljulóggávan
at siga til málið. Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar virða Bretland. NÚ er at vóna, at bretar [...] TAÐ er Edmund Joensen, løgmaður, sum hevur heitt á Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra um at fáa marknamálið upp á politiskt støði. Við øðrum orðum biðjur løgmaður starvsfelaga sín í Danmark um at seta [...] ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast á fundi í London ella øðrum stað. ÁHEITAN løgmans kemur eftir drúgvar samráðingar í fleiri ár, sum enn einki endaligt úrslit hava givið. Kortini er nógv broytt
verða mettað við tíðindum um bankakanningina. Helst er tað rætt, at henda kanningin tekur alt ov nógva tíð og orku, sum annars kundi verið brúkt til onnur týðandi mál. Men hetta er ein sannleiki við moti [...] tað um luftin er farin úr ballónini í Danmark - at vit føroyingar geva skarvin yvir. HER er ein bankakanning gjørd, og hon skal brúkast til nakað skilagott. Eru danir ikki sinnaðir til tess, so er tað [...] og peningaliga, so er hetta billettin til loysingina. Hvussu sambandskir og samríkishugaðir føroyingar enn eru tað, so fer eingin føroyingur at stuðla hesum samstarvi í framtíðini - um ikki teir seku í Danmark
Løgmaður er tín egni samstarvsfelgið, hann hava tú og hinir fólkafloksmenninir valt at stýra Føroyum. Tað er væl tí, at tit eru í landsstýri saman, ella hevur tykkara landsstýrisarbeiði bara seg seg um at fáa [...] hava misbrúkt bankamálið nú uppundir eitt val. Hvør veit, um ikki hesir flokkar hava tutlað saman, áðrenn Edmund tók avgerðina um nýval? At hetta skuldi vera besti trumfurin hjá teimum at seta allar hinar [...] sum skal viðgera og eisini standa til svars fyri sínum gerðum. At skula avgreiða hetta stórmál nú, er einki minni enn hasardspæl, sum eisini eitt av teimum nýggju og ungu valevnunum vísti á í Sosialinum
samráðingum um markið, antin verða sett út av spælinum ella fáa boð um einki at gera. TOLIN trívst sigur orðatakið. Men einki land verður bygt við at øll mál skulu bíða og tigast í hel. Hetta er ikki nøktandi [...] sum heild, um at vara seg, tá tað snýr seg um Edmund Joensen Hvørja aðra grund skulu teir persónar, sum hava staðið Edmundi Joensen nærmast, hava við at fortelja Føroya fólki og entá dønum um ein óútrokniligan [...] gan løgmann - enn hana at ávara onnur! HETTA fær okkum onnur at kenna tað sum sína skyldu at seta spurnatekin við tað, sum løgmaður hevur fyritikið sær higartil á sínum málsøkjum. Tí er tað so, at orðini
framman er einki annað enn ein sjálvfylgja. Tá hugsað verður um, hvussu lítla virðing ávísir danskir politikarar hava havt fyri føroysku fólkatingsumboðunum - ja hvussu tað er gingið uttan um hesar, tá [...] vera so teir um. Men tað er við ikki sørt av bangilsi, at vit ásanna, at so týðandi danskir politikarar sum Mimi Jacobsen brúka so niðursetandi og kolonialistiskan málburð móti føroyingum. Hetta serliga tá [...] sambandi við formansvalið í fólkatinginum. Grundgeving hansara er tann, at hann ynskir ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Hetta var so eisini tað hann og javnaðarflokkurin fóru til val uppá
ræður um sínar egnu. Hetta eigur hann rós uppiborið fyri. Nú um dagarnar vísti hann á stóru ónøgd sína við júst sambandsku linjuna hjá fólkaflokkinum við ÓB á odda. Og hann legði dent á, at tað er ikki [...] in longur móti sambandinum. Tað er eingin loyna, at Óli Breckmann er sera sambandskur og sendingin í sjónvarpinum herfyri, har hann hálsfevndi sambandsflokkin fyri enn eitt valskeið man kennast herskin [...] r! Og er tað so, at tey ymsu málini fólkaflokkurin gongur inn fyri, hava øll størri týdning enn at gera Føroyar meira sjálvbjargnar! Hevur fólkaflokkurin heilt mist sín sjálvstýrisidentitet - um hann nakrantíð
sambandsflokkinum heldur seg standa sterkari enn nakrantíð og at hann tí sjálvandi kann vera samráðingarleiðari á komandi fundum við danir, er besta dømi um tann lítla álvara hann leggur í landsins framtíð [...] flokk hann hoyrir til. Tað skjal, sum Nyrup og Eidesgaard hava skrivað undir, er eitt sera týdningarmikið skjal, tí hetta er við til rudda slóð fyri teimum samráðingum, sum skulu vera millum Føroyar og [...] sannføra danir um, at føroyingar kunnu ikki liva við eini vánaligari og órættvísari avtalu. Er Jóannes Eidesgaard og hansara fólkatingsessur ein trumfur hjá Føroyum, eiga vit at brúka henda, er hann til okkara
stór ónøgd er millum hansara egnu við hansara leiðslu í Tinganesi. Fyri okkum sær tað út til, at bridgespælarin Edmund Joensen hevur timað alt hetta væl. Hetta er ikki nakað, sum bráddliga er íkomið. Hann [...] ringja til Poul Nyrup Rasmussen og krevja fund sum skjótast. ENN ein trumfur løgmans er fyrningarfreistin. Tað er ikki av tilvild, at valið er útskrivað at vera sama dag, sum fyrningarfreistin í bankamálinum [...] avtalu um bankasølu og skuld, so hevur Føroya løgmaður sett alla lagnu landsins uppá spæl. NÚ løgmaður er kroystur í sínum egna flokki hevur hann valt at brúka vápn sítt at útskriva val. Hetta ger hann
sanniliga munur á at sigla um Lorvíksfjørð og so Suðuroyarfjørð. Fyri tað fyrsta er teinurin nógvar ferðir longri og so er tað eisini eitt heilt annað farvatn. TAÐ er sum um at føroyingar, sum búgva norðanfjørðs [...] øðini. Dúgvan er ivaleyst eitt gott skip. Hon hevur roynst sera væl um Lorvíksfjørð, og tað er eingin loyna, at tey eru mong, sum fegin sóu Dúgvuna sigla á hesi leiðini alt árið. MEN tað er so sanniliga [...] trygdin. VIT kunnu bara ímyndað okkum ta katastrofu, um ein óegnaður avloysari til Smyril var fyri einum óhappi og hetta kostaði mannalív. Bara tankin um hetta eigur at fáa okkum øll at seta føtur í spenni og