øllum førum skulu HF-skeiðini halda fram, bæði í Klaksvík og á Kambsdali eftir at Norðoyatunnilin er opnaður. Hvat av hesum støðum er betur egnað til slíkan skúla, kunnu vit altíð kjakast um, men tað kann [...] kann ikki vera rætt, at vit skulu hava sama skúla báðumegin sundið, tá vit hava fingið ein tunnil tvørturum. Tríggjar skúlabyggingar og ein tunnil Nú frættist, at Nes kommuna fer undir at byggja skúla [...] at tað er ivasamt, um vit nakrantíð klára at fylla hesar skúlarnar við næmingum. Er tað eingin sum dugir at seta hesar fýra dýru verkætlanirnar saman í ein plan , ella skulu vit enn einaferð gjalda í
teir ikki til, so gingu vit í Leirvík framvegis uppum fjall. Hann hevði eisini blint álit á, at tá LV mælir til vegin "omanfyri" so má tað absolutt vera tað rætta, men tað halda so ikki allir teir, sum [...] náttúruna og seta trygdina og trivnaðin til viks, kunna veruliga halda tað, at munurin millum eina skilagóða loysn við tunli niðri í bygdini (har vit fáa í posa og sekk, og hvat skuldi verið galið í tí) og eina [...] Tað ringasta er at hann við føgrum orðum, fær nógv at halda, at tað sum hann sigur er skilagott. Ein ferðandi skrivar í einari viðmerking at vit mugu minnast til at landi skal gjalda fyri at leirvíkingar
skilti eg á lagnum, at teir, ið gera vegin nú, longu eru lidnir á sumri 2007. Hví skal so bíðast til 2009? 4. Hví eru vit komin heilt til 2006, áðrenn Sambandsflokkurin vaknar? Var ikki brúk fyri vegnum [...] armi so glað fyri at bíða líka til ár 2013, áðrenn tey fáa ein veg, ið vinnulívið og øll vit onnur kunnu brúka? 2. Hví er ikki ein verklagslóg gjørd beinanvegin, tá Sambandsflokkurin kom til um tað nú er [...] leingi var tað nú at vit høvdu umboðan á tingi, og hvat gav tað? Er tað gott nokk, at valevni sita á tingi í nógv Harrans-ár og so at siga bert eru landspolitikkarar. Onkur kann kanska halda, at tað eru kom
er William Heinesen. Í speglinum sært tú, at bussførarin er Niels Midjord (Niels á Høvdanum, sum vit plaga at siga). Tá ið skúlafelagarnir hjá Frits spurdu, hvat málningurin ímyndaði, mundu teir og lærarin [...] ein mynd ikki bert eitt málað lørift! Kinna kundi ómakað sær at spurt um innihaldið í málninginum. Hví er krokudillan fjákut í eygum Kinnu? Skuldi tað kanska heldur verið ein geldær frá heimliga umhvørvinum [...] amatørar. Tó kann vera, at Frits ikki passar inn í glashúsið, har bert tey hámettu og lystinlærdu halda til saman við Kinnu. Ivist bert í, um Frits er so illa farin av teirri grund. Frits er sjálvlærdur
Eg vildi fegin vitað, hví ikki størri íløgur verða gjørdar í høvuðsvinnuna? Hví eru so fá fólk við høgari útbúgving innan hesa vinnu? Hví verða so fá nýggj produkt framleidd? Hví verður størri dentur ikki [...] nóg mikið við tað vit sjálvi kunnu - tá síggja vit eitt sera negativt fyribrigdi. Eg haldi, at man sær bæði fyribrigdi í føroyska samfelagnum í dag. Tað er vanligt at hoyra fólk siga "vit føroyingar duga [...] søluargument til kræsnir evropeiskir keyparar. Hví verður tað ikki, í størri mun enn nú, arbeitt miðvíst við at finna nýggir marknaðir til føroyskar fiskavørur? Og hví verður tað ikki arbeitt meira miðvíst frá
samskifti enn ikki ein strategiskur málburður, soleiðis at vit kunnu samskifta við skili. Vit kundu sagt so mangt annað eisini, men uttan mun til, hvussu vit eyðmerkja ætlanina, sum hon er framløgd, broytir [...] stóran skaða fyri tað, hon er sett at leiða. Tess breiðari skipan vit tosa um og tess ovari í skipanini vit hyggja, tess nærri koma vit hesi svørt/hvítu mynd. Er vælferðin í eygsjón? Sum eg síggi tað, var [...] ein veruleiki, sum vit mega taka til eftirtektar. Við støði í einum strategiskum kyksendi hava vit skeivu fólkini á skeivum staði í einum skeivum bygnaði. Uttan eksperimentini koma vit okkum ongantíð burturúr
Aðalfundur í Føroya Arbeiðarafelag - Nógv er vunnið ígjøgnum árini. Men vit eru ikki komin á mál. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er als ikki samd við løgmann í, at stættarstríðið [...] leggur seg út í viðurskifti hjá fakfeløgunum, men tað er líka lítið uppbyggjandi, at fakfeløgini halda lív í einum fiktivum klassastríði, sum langt síðani er farið í søguna, tí at stríðið fyri grundleggjandi [...] arbeiðsmarknaðin, at partarnir settu seg niður í friðartíð og tóku upp eitt mennandi kjak um, hvussu vit frægast leggja okkum viðurskiftini til rættis. Á aðalfundi hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið
brunnum. Váðin er stórur soleiðis at skilja, at sannlíkið fyri, at vit einki finna er avgjørt til steðar. Men vit bora ikki uttan, at vit halda tað er møguleiki fyri at finna olju. So má bara tíðin vísa, hvat [...] útsettur. Vit kundu sjálvandi fingið meiri tíð, um vit bíðaðu til í 2007. Tá høvdu øll havt betri tíð til fyrireikingarnar. Men tað er tó einki at ivast í, at fyri Føroyaøkið er tað betur, at vit bora í 2006 [...] staðni har vit eru, at vit mugu taka hædd fyri teimum lokalu áhugamálunum. T.d. tá talan er um Norðurnoreg, so verður gjørt nógv fyri at tosa við fiskivinnuna og arbeiða saman við henni. Vit taka útgangsstøði
altjóðakenda, hevði tað verið ideelt, tí vit, sum eru í útlegd, halda so nógv av tí, sum eyðkennir Føroyar, tí tað er tað, vit IKKI hava møguleika fyri at uppliva har, sum vit eru. Hetta er fyri so vítt galdandi [...] annaðleiðis í mun til tað, tey eru von við. Fólk tykjast halda, at tað er tað, sum skal til - at bara vit byggja nakað í Føroyum, sum líkist nógv tí, vit síggja aðrastaðni, so lokkar tað fólk til landi uttanífrá [...] selja okkum íbúðir og hentleikar - so ert tú noyddur til at kanna eftir, hvat tað veruliga er, sum vit halda er so attraktivt aðrastaðni, at tað hevur hildið okkum so leingi burtur úr Føroyum - og so bjóða
umráðandi at børn og vaksin, sum eru forkølað og hosta halda seg burtur frá smáum børnum. Kikhosti byrjar sum eitt vanligt forkølilsi, og tí er torført at vit,a at tað er tað ein hevur. Eisini smittar kikhosti [...] inkubatiónstíðini, tá ein følir seg heilt frískan, sigur Marius Dam. Ikki somu styrki Orsøkin til hví kikhosti kann gerast álvarsligur hjá pinkubørnum er, at tey ikki hava ta styrki, sum vaksin og eldri [...] harðligan kikhosta, men nógv fáa ein lættari variant. Marius Dam ræður øllum foreldrum til pinkubørnum at halda seg til vaccinatiónsprogrammið og at ikki umgangast fólk sum eru forkølað ella hosta. Fakta kikhosti