Kristian Holbæk Kristensen, Tvøroyri
Fyrstu ferð, eg sum dani kom til Føroya, varð eg stórliga bergtikin av náttúruni, køldu frísku luftini, ljósinum, litunum, stormi og regni, havinum, bygdaløgum og ikki minst av menniskjunum, góðvarni og gestablídni og ein serligur humor. Hetta festi seg, og man gloymur tað ongantíð. Tá eg lesi samrøður við kendar landsmenn, sum vitja Føroyar, er tað sami boðskapur, ið gongur aftur. Og sama er galdandi fyri familju og vinir, ið hava vitjað.
Tá man so hevur búð her eitt tíðarskeið, gerst henda fyrsta uppfatanin kanska eitt sindur einstáttað og romantisk. Hinvegin, so verður tú eisini varðugur við positiv ting, sum tú í fyrstu siftu ikki sá. Frá at hava verið ein fremmandur á stuttari vitjan, verður tú ein partur av samfelagnum, fær tín leikpart og identitet. Eitt alsamt vaksandi innlit ger myndina av samfelagnum meiri litfagra og samansetta.
Eins og øll onnur samfeløg á klótuni, eru Føroyar eitt samfelag við stríðandi áhuga- og meiningsósemjum, bæði politiskt, stættarliga og geografiskt. Her eru mótsetningar millum bygdahugburð og modernaðan hugburð, millum bókstavstrúgvandi og vanligt fólkakirkjutrúgvandi, loysing og samband, akademikarir og arbeiðsfólk, landkrabbar og sjófólk o.s.fr. o.s.fr. Eisini eru mósetningar millum ættarliðini, sjálvt um teir tykjast minni her enn aðrastaðni.
Positiv og negativ konservatisma
At vera føroyingur er nakað serstakt. Føroyingar hava óivað heimsmet í praktiskum kunnleika - halda seyð, eiga útróðrarbát, fara á flot og vita alt um streym, fara eftir fugli, drepa grind o.s.fr. Og nógvir føroyingar hava dirvi og evni at fóta sær á brøttum fjallasíðum, sum um man gekk á bønum har heima, og lata seg síga fleiri 100 m lodrætt niður móti dýpinum. Framkomna sociala vitið, ið fylgir øllum hesum virksemi, er undrunarvert, og tað er alneyðugt, at tað við trúfesti verður borið víðari til næsta ættarlið. Umframt at útinna hesir siðbundnu gerningar, dugur sami persónur ofta eisini at viðlíkahalda og byggja húsini, fixa bilin, sláimaskinuna o.s.fr.
Siðurin, at bera hesi áðurnevndu kynstur víðari til næsta ættarlið, er kanska ein positiv orsøk til, at Føroyar eru eitt sera konservativt samfelag, og nógvir føroyingar standa ivasamir yvirfyri broytingum. Tá konservativisma merkir at halda fast í virðismiklar siðir og hugburð, og skoða broytingar við frískligum iva, er tað eitt positivt fyribrigdi.
Men um konservatisma mennir seg til eina vitleysa mótstøðu móti øllum broytingum og at læra nýtt, og hava nóg mikið við tað vit sjálvi kunnu - tá síggja vit eitt sera negativt fyribrigdi. Eg haldi, at man sær bæði fyribrigdi í føroyska samfelagnum í dag.
Tað er vanligt at hoyra fólk siga "vit føroyingar duga ikki at selja okkum sjálvi", og í hesum liggur eisini ein sannleiki, men í øllum førum ein sannleiki, sum Jákup á Dul og aðrir modernaðir føroyingar hava valgt at lata eyguni aftur fyri. Eg haldi, at djúpt í føroyska lyndinum, liggur ein ótti fyri at føra seg fram - at tað er skeivt og óvirðiligt. At siga sína meining ella føra eitthvørt fram verður gjørt eftir eini rættuliga fastlagdari og duldari lóg. Tá tað gerst ein spurningur um tign, er tað positivt, men afturhald og ræðsla fyri hvussu umhvørvið tekur undir við tíni meining - og hvørjar fylgjur hetta kann fáa fyri teg - hevur eisini nakað at siga. Og tað er ikki so positivt.
Í mun til at vera bundin av at selja meginpartin av landsins framleiðslu uttanlanda, kann tað ongantíð vera heppið " ikki at kunna selja seg sjálvan".
Eitt afturvendandi evni í dagsins kjaki eru alternativar vinnugreinir til fiskivinnuna. Minnist meg rætt, stendur fiskivinnan í dag fyri einum 70% av landsins inntøkum, meðan føroyskir sjómenn, ið sigla úti, og handverkarir, ið arbeiða uttanlanda, standa fyri gott 20%. At alternativir skulu skapast eri eg so sanniliga samdur í. Men hinvegin, so hoyrur tú sjálvdan, at fiskurin umboðar meginpartin av útflutninginum, og fer at gera tað nógv ár framyvir. Tá fiskivinnan verður umrøtt í fjølmiðlunum, er tað ofta á ein siðbundnan og ókritiskan hátt. Eg vildi fegin vitað, hví ikki størri íløgur verða gjørdar í høvuðsvinnuna? Hví eru so fá fólk við høgari útbúgving innan hesa vinnu? Hví verða so fá nýggj produkt framleidd? Hví verður størri dentur ikki lagdur á at "branda" føroyskar fiskavørur á útlendska marknaðinum, kanska selja vøruna beinleiðis til kundan, so sleppast kann undan dýrum millumliðum og harvi uppnáða betri prís? Ferskur fiskur úr heimsins reinasta havi, átti at verið eitt gott søluargument til kræsnir evropeiskir keyparar.
Hví verður tað ikki, í størri mun enn nú, arbeitt miðvíst við at finna nýggir marknaðir til føroyskar fiskavørur? Og hví verður tað ikki arbeitt meira miðvíst frá politiskari síðu við at lætta um atgongdina hjá føroyskum fiskavørum inn á stóra útlendska marknaðin? Er orsøkin beinleiðis ein avleiðing av konservativari avmarking og forðing fyri broytingum?
Alternativar vinnugreinir
Hóast tað kanska er ein vaksandi hugur millum føroyingar at gera íløgur í virðisbrøv, so havi eg varhugan av, at meginparturin av føroyskum kapitali stendur á privatum bankabókum. Og tíanverri á alt færri privatum hondum, sum m.a. er ein fygja av væntandi politiskari stýring, tá tað ræður um skattgjald av privatum kapitalvinningum. Hóast tað, fyri ein lítlan part, kunnu vera ávísar negativar fylgjur av stórari pensiónsuppsparing í einum samfelag, so er hesin væntandi siður fyri pensiónsuppsparing og valbjargaðum grunnum í Føroyum ein forðing fyri menningini av føroyska vinnulívinum. Tá ongin tollyntur- og váðafúsur kapitalur er tøkur, er trupult hjá íverksetarum og innovativum/kapitalfátøkum fyritøkum at virka. Og tá mennur samfelagið seg heldur ikki optimalt á vinnuliga økinum.
At tað finnast hópurin av evnaríkum fólki - bæði innan kt, tónleik, sniðgeving, brúkslist v.m - hvørs dygd ikki rættuliga sleppur fram í ljósið, hevur ein varhuga av. Um hesi fólk fingu hollan stuðul til framleiðslu og marknaðarføring, høvdu kreativu vinnurnar óivað kastað nakað av sær. Men tað tykist, sum strandar tað bara við vælvild frá politiskari síðu, uttan neyðugu handlingina, sum má vera næsta stig.
Visión 2015 er kanska eitt tekin um, at man politiskt viðurkennur tørvin á broytingum - at alt tekur tíð, og at neyðugt er við strategiskum ætlanum í føroyska samfelagnum. Á tann hátt er visión 2015 positiv. Men tað er ikki nóg mikið at seta 12 strategibólkar at arbeiða. Tað mugu koma ítøkilig tiltøk burturúr tilgongdini, og ein breiður politiskur meiriluti má standa aftanfyri. Flotta ætlanarskrivið kann tykjast í mótsøgn við veruleikan - sum um man fer at loysa framtíðarinnar stóru trupulleikar, men ikki megnar at fáa skil á grundleggjandi smátingum í nútímans samfelagi. Ofta bagatellur, sum tó geva eina mynd av tilvildini, og manglandi servicehugsan, sum so ofta sleppur at ráða, tá ætlanir verða gjørdar.
Um Jákup á Dul (hvørs verkætlan føroyskir politikarir, eftir mínum tykki, standa sera ókritiskir yvirfyri), og annar útlendskur kapitalur, skal gera íløgur í føroyska samfelagið, góðtaka tey ikki, at grundleggjandi tingini ikki virka. So halda tey seg burturi.
Sjálvt um áhugin fyri ferðavinnuni er vaksandi - og ferðavinnan stendur í vøksturi - so er hetta ein vinnugrein, ið kundi ment seg munandi meir. Ferðafólk ynskja at kenna seg vælkomnan, ynskja service og at uppliva tað sermerkta við Føroyum. Tey kenna tað sum eina sjálvfylgju m.a. at kunna fáa forkunnugar fiskarættir á eini matstovu, kanska við einum góðum glasi av víni afturvið. Og tey ynskja, uttan hóvasták, at kunna keypa sær upplivingar, so sum fiskitúrar ella avmerktir gongutúrar. Tey vilja frammanundan vita, hvørjir aktivitetir landið hevur at bjóða, og kunnu lættliga kunnað seg um møguleikar í faldarum og via internetið í góðari tíð, áðrenn tey leggja sær feriuna til rættis. Um Føroyar veruliga kunnu ganga hesum ynskjum á møti, er stórur møguleiki fyri at menna ferðavinnuna. Hon skapar arbeiðspláss uttan stórvegis íløgur - vælvild og service er nóg mikið at byrja við!
Men langt er á mál. Fólkaviljin og fatanin av hesum møguleikum tykist ofta lítil. Tað verður ikki lagt nóg mikið í týdningin av góðari service og opinleika yvirhøvur.
Hugsa tað óhugsandi
Eg eri ongin búskaparfrøðingur, og havi ilt við at gjøgnumskoða økonomisku árinini av stóru íløgunum í undirsjóvar- og aðrir tunlar í Føroyum í løtuni. Tað hevur sjálvandi eitt gott árin her og nú, við tað at tunlagerð, sum ringar í vatninum, skapar eftirspurning, arbeiði og skattainntøkur. Men hvat skapa tunnlar í sær sjálvum av samfelagsvirðum? Kanska eru teir har av røttum, men hvar er kjakið? Og hvar er strategiska yvirlitið. Líkamikið hvat, so verður peningur bundin í hesir tunnlar, og tað er peningur sum kanska kemur at mangla, t.d. sum íløga í fólkaskúlan (sum eg haldi væntar pengar til eitt nú nútíðar undirvísingartilfar), miðnámsskúlar, uppskúling av arbeiðsfólki, sjúkrahúsini og heilsuverkið, gransking, stuðul til listafólk, íverksetarir o.s.fr. o.s.fr. Um ætlaninar við visión 2015 skulu takast við alvor, skulu stórar peningaligar íløgur gerast í hesi øki komandi árini.
Hvørjar ætlanir eru við útjaðaranum? Skulu hesi øki avfólkast í eini ætlan at miðsavna øll geografiskt. Um so er, er tað ein góð loysn? Í grannalondunum letur staturin stórar studningsupphæddir til útjaðaran, meðan man her letur minimalt. Hví sýna landspolitikarir ikki umsorgan fyri øllum oyggjunum? Hví ikki gera t.d. eina kommunala útjavningarskipan, har man t.d. kann flyta 1/3 av ólíkheitunum í skattainntøkunum frá ríku kommununum til tær fátøku. Tað er væl ongin í landinum, sum t.d. hevur áhuga í, at eitt nú Suðuroyggin í framtíðini ikki gerst ein livandi partur av Føroyum?
Hinvegin kann Suðuroyggin, um viljin er til staðar, gerast eitt stórt aktiv innan ferðavinnu og rekreativt stað fyri strongdar føroyingar - skjótt sum ein av heilt fáu oyggjunum tú siglir til. Ella sum fremsta øki innan gransking í nýggjum fiskavørum og søluhættum, ella.....
Í 1988 var eitt hoyriapparat sett saman av 80 komponentum, flestu mekanisk. Í 1995 komu tey fyrstu talgildugu hoyriapparatini á marknaðin. Hesi vóru donsk frá fyritøkuni Oticon, og rúmaðu ikki minni enn 250.000 komponentum, teldustýrd, og fyltu og vigaðu helvtina av teim undanfarnu. Maðurin aftanfyri var danski vinnulívsmaðurin Lars Kolind, ið júst hevur verið á vitjan í Føroyum. Tá hann tók við í 1988 var fyritøkan í stórum trupulleikum við ovurstórum halli. Men eftir fáum árum vaks eginpeningurin til umleið 2 milliardir, og í dag stendur Oticon í einum virði uppá 20 milliardir. Í heilt stuttun kann forkláringin vera, at Kolind broytti bygnaðin og fekk ymiskir arbeiðsbólkar at samstarva tvørfakligt, m.a. við at innsavna framkomna vitan.
Lars Kolinnd hevur eitt slogan, ið ljóðar okkurt líknandi: "Hugsa tað mest óhugsandi, og gjøgnumfør tað". Og tað er kanska føroyska svarið uppá tíðarinnar avbjóðingar, at hugsa tann óhugsandi tankan - at gera Føroyar kendar um allan heim sum besti framleiðari av fiskavørum á hægsta støði, eins væl og ferðaupplivingum - og gjøgnumføra hann!