Jeg har en plan

Ein avleiðing av, at eingin langtíðarætlan er gjørd fyri samferðsluøkið er, at tað verður tann sum rópar harðast, ið fær sítt ígjøgnum, sigur Helgi Abrahamsen millum annað í lesarabrævi

Helgi Abrahamsen


Jeg har en plan, plagdi gamli bandaleiðarin, Egon Olsen at siga í filmunum um Olsen bandan, og sum oftast fullu hesi orðini longu sama dag sum hann slapp út um fongsulsmúrarnar. Hann hevði altíð ein plan.
Hann setti sær mál, ið hann vildi náða, og í hesum yvir­skipaðu málunum vóru nógvir smálutir, sum allir skuldu sampakka.

Okkum manglar ein plan
Er tað nakað sum okkum mangl­ar í Føroyum, so er tað at hava ein plan. Vit hava tað við at taka støðu til einstøk mál, og gloyma heildina.
Í 1987 løgdu tveir ting­menn úr Eysturoynni upp­skot fyri tingið, um at gera eina langtíðarætlan fyri vega­kervið í oynni. Ætlanin vann ikki frama, og tað var ikki sørt, at uppskotið varð hildið fyri gjøldur.
Eg skal ikki siga, at júst tann ætlanin hevði verið tann rætta, men má tó ásanna, at vit nú í ólukku mát eru vitni til, hvussu galið tað kann ganga, tá ein slík (ella líknandi) ætlan manglar.

Norðoyatunnilin
Tak bara Norðoyatunnilin sum dømi. Beint áðrenn løg­tingsvalið í 2002, varð eitt ófullfíggjað uppskot borið niðan í tingið, tí umráðandi var, í skundi, at skaffa nak­að av góðum valagni. At bil­ar­nir sum koma upp úr holinum, eisini skulu leiðast ígjøgnum bygdina í Leirvík, høvdu forsprákararnir onga ítøkiliga ætlan um, og nú, fýra ár seinni, hevur politiski myndugleikin framvegis ikki funnið ein hóskandi plan um, hvussu hetta skal gerast.

Tann sum rópar harðast
Ein avleiðing av, at eingin langtíðarætlan er gjørd fyri samferðsluøkið er, at tað verður tann sum rópar harðast, ið fær sítt ígjøgnum. Borgarstjórarnir í Havn og Runavík hava longu verið úti og sagt, at um Leirvík fær tunnil undir bygdina, so skulu teirra kommunur eisini hava tunlar. Stuttligi spurningurin er, hvat so hend­ir, um Leirvík IKKI fær tunnil? Fara borgarstjórarnir í Havn og Runavík so eisini at sleppa kravinum um teirra tunlar ? Er tað soleiðis vit leggja ætlanir í Føroyum ?

Skálafjarðartunnilin
Skálafjarðartunnilin er nú eis­ini settur á skinnaran. Talan er um eitt projekt, sum ikki skal kosta landskassanum eitt oyra. Hetta ljóðar frá­líkt, men tíverri sær út til, at feilurin í Leirvík er við at verða endurtikin, tí heldur ikki her er nøkur ætl­an gjørd fyri, hvussu ferðsl­an skal leiðast til og frá tunnilsmunnunum. Tá tann spurningurin einaferð er fingin uppá pláss, er ikki vist, at ætlanin verður so ódýr fyri landskassan kort­ini. Men fyribils hevur eing­in nakran endaligan plan.

Hví ikki brúka fyrimunirnar?
Eitt er at bora undirsjóvar­tunnlar. Men tað sær tíverri út til, at fólk hava heldur ikki nakran plan um, hvat tunnlarnir skulu brúkast til. Í øllum førum skulu HF-skeið­ini halda fram, bæði í Klaksvík og á Kambsdali eftir at Norðoyatunnilin er opnaður. Hvat av hesum støð­um er betur egnað til slíkan skúla, kunnu vit altíð kjakast um, men tað kann ikki vera rætt, at vit skulu hava sama skúla báðumegin sundið, tá vit hava fingið ein tunnil tvørt­urum.

Tríggjar skúlabyggingar og ein tunnil
Nú frættist, at Nes kommuna fer undir at byggja skúla fyri 43,8 mió. krónur. Sjóv­ar kommuna skal eisini byggja skúla, og Runavíkar kommuna hevur somuleiðis ætlanir um skúlabygging. Samstundis arbeiðir ein tunn­ilsbólkur við eini ætlan um at binda fjørðin saman, soleiðis at fjarstøðan millum hesar stásiligu skúlabygningar verð­ur lítil og eingin. Hetta hendir meðan allar fram­rokningar vísa, at barnatalið í Føroyum er í minking, tað vil siga, at tað er ivasamt, um vit nakrantíð klára at fylla hesar skúlarnar við næm­ingum.
Er tað eingin sum dugir at seta hesar fýra dýru verk­ætlanirnar saman í ein plan, ella skulu vit enn eina­ferð gjalda í dýrar dómar, tí at føroyska samfelagið mangl­ar ein plan ?
Hava vit ráð til tað?