Aðalfundur í Føroya Arbeiðarafelag
- Nógv er vunnið ígjøgnum árini. Men vit eru ikki komin á mál.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er als ikki samd við løgmann í, at stættarstríðið í Føroyum er av.
Á landsfundi hjá javnaðarflokkinum í heyst helt Løgmaður, at tað er ikki uppbyggjandi at politiski myndugleikin leggur seg út í viðurskifti hjá fakfeløgunum, men tað er líka lítið uppbyggjandi, at fakfeløgini halda lív í einum fiktivum klassastríði, sum langt síðani er farið í søguna, tí at stríðið fyri grundleggjandi rættindum, er vunnið.
Løgmaður heitti tí á arbeiðsmarknaðin, at partarnir settu seg niður í friðartíð og tóku upp eitt mennandi kjak um, hvussu vit frægast leggja okkum viðurskiftini til rættis.
Á aðalfundi hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, helt IngeborgVinther, at hetta vísir bara, hvussu lítið innlit, løgmaður hevur í støðuna hjá tí vanliga verkafólkinum.
Hon hugsaði í hesum sambandi um, alt tað, sum í dag er ein sjálvsagdur rættur hjá teimum alment løntu á sáttmálaøkinum, men har verkafólkið enn má stríðast á hvørji einastu samráðing fyri bert at fáa ein part av hesum somu rættindum.
Ikki frí ein einasta dag
Á aðalfundinum nevndi Ingeborg eitt dømi um, har verkafólkið var við sviðusoð.
Og tað var ísambandi við rættin til at vera heima hjá sjúkum børnum við løn.
- Her hava tey alment løntu 20 dagar um árið, men ein tímaløntur og onnur fastlønt á privata arbeiðsmarknaðinum, kunnu ikki taka frí ein tann einasta dag fyri at vera heima hjá sjúkum børnum, uttan at tey verða trekt í løn.
Hon vísti á, at aðrastaðni ger lóggávuvaldið lógir, ið tryggja rættin hjá løntakarum, so at teir allir, sum frægast, kunnu vera javntstillaðir í arbeiðslívinum.
Hon vísti á, at tá ið javnaðarflokkurin sat í andstøðu, legði flokkurin tvey lógaruppskot fram, ið skuldu
tryggja løntakaran betur.
Samgongan, sum tá sat, feldi bæði uppskotini.
Men nú javnaðarflokkurin samgongu saknar IngeborgVinther, at flokkurin leggur somu uppskot fram aftur
Hon spurdi eisini, hví tað altíð skal vera munur á verkafólki og alment løntum.
Hon spyr um verkafólk ikki eru líka nógv verd sum tey alment løntu.
- Er tað ikki stættarstríð framvegis at stríðast fyri javnrætti, so veit eg ikki, hvat tað er, segði hon.
Tí staðfesti hon eisini, at stríðið er ikki vunnið enn.
- Har er nógv eftir at berjast fyri, serliga hjá verkafólki okkara. Nógv er vunnið gjøgnum árini, men ikki er komið á mál, segðí Ingeborg Vinther.