Kikhosti herjar í Føroyum

Barnasjúkan kikhosti hevur aftur fingið festi í Føroyum.
 Eg havi ongantíð verið vitandi um at so nógv eru smittaði sum nú, sigur kommunulæknin í Vágum, Marius Dam

Seinastu tíðina hava fleiri børn í Føroyum, og serliga Vágoynni fingið staðfest barnasjúkuna kikhosta.
Kikhosti hevur meir ella minni verið útruddaður úr Føroyum, men hevur nú rættuliga fingið fótafesti aftur.
 Kikhosti er ein sjúka, sum smittar sera illa. Umleið 90 prosent av teimum, sum hava verið í samband við fólk, sum hava kikhosta, verða smittaði, sigur Marius Dam.
Tí er ógvuliga umráðandi at børn og vaksin, sum eru forkølað og hosta halda seg burtur frá smáum børnum.
 Kikhosti byrjar sum eitt vanligt forkølilsi, og tí er torført at vit,a at tað er tað ein hevur. Eisini smittar kikhosti undir tí sokallaðu inkubatiónstíðini, tá ein følir seg heilt frískan, sigur Marius Dam.

Ikki somu styrki
Orsøkin til hví kikhosti kann gerast álvarsligur hjá pinkubørnum er, at tey ikki hava ta styrki, sum vaksin og eldri børn hava at hosta.
Hjá Landslæknanum siga tey, at tey higartil bara hava fingið tríggjar fráboðanir um kikhosta í ár, men at tey vita at fleiri eru á veg. Tey fáa fráboðanir um øll børn, sum hava kikhosta undir eitt ár.
Marius Dam sigur, at í gomlu vaccinatiónsplanini blivu børn vaccinerað, tá tey vóru tríggjar og fimm vikur. Tá var ógvuliga óvanligt at børn fingu kikhosta. Nú verða børnini vaccinerað móti kikhosta, tá tey eru tríggjar, fimm og tólv mánaðir.
Tá kikhosti er staðfestur verður ein viðgjørdur við antibiotika, íð virkar upp á kikhosta bakteriuna. Hostin kann fortseta í upp til seks vikur, men smittar ikki alla tíðina.
- Vaksin fólk og eldri børn kunnu eisini fáa kikhosta, sigur Marius Dam. Og hóast ein hevur havt kikhosta, so kann hann koma aftur seinni í lívinum.
- Vaksin fólk kunnu eisini fáa ein harðligan kikhosta, men nógv fáa ein lættari variant.
Marius Dam ræður øllum foreldrum til pinkubørnum at halda seg til vaccinatiónsprogrammið og at ikki umgangast fólk sum eru forkølað ella hosta.




Fakta kikhosti

Kikhosti byrjar sum eitt forkølilsi við hosta og eitt sindur av fepuri. Hostin verður alt verri og kemur meiri og meiri í herindum. Aftan á nakrar vikur kann hostin gerast so ringur, at barnið missir andan og blívur blátt í andlitinum. Hostianføllinu enda ofta við at barnið spýr ella hostar upp slím. Eftir eini seks vikum gevst hostin.