Tunnil úr Brasil -

Og viðmerkingar til høgru og vinstru !

Filip G.D. Hansen
gregor@kallnet.fo

Man plagar at siga at tað er gott at fáa tingini uppá avstand og kanska síggja tað frá einum ørum sjónarhorni, tá man so er staddur í Brasilien, skuldu tey kriterini verði uppfylt, eg má tó siga, at tað ikki hevur broytt mína fatan, heldur øvugt. Tunnilin sær líka lovandi út, sæddur í fiskaperspektivi, og vegurin hjá Bjarna, Kjartan, Oyvindi o.ø. er passaliga langt burturi og mestsum hvørvur úr eygsjón.

Eingin kvøður betur enn hann kann.
Las eina viðmerking hjá Heina Olsen, hvar hann helt at nú mátti føroyingurin nokk vamlast av hesum tjaki, tað er væl møguligt, onkur heldur at tað er skemtiligt, sjálvur havi eg langt í verðini síðan fingið vaml, uttan at eg skal koma nærri inn á tað! Annars var einki í viðmerkingini sum eg kann taka undir við, annað enn tað sum hann sjálvur helt at byrja við, at tað kanska var betur um hann tagdi.
Eg havi í hvussu er ikki atlanir um at tiga, áður enn spakin er settur í, antin omanfyri, niðanfyri ella undir, vónandi undir, og um ikki alt ov langa tíð.

Tøkk.
Vil takka tykkum løgtingslimum sum stuðla/u, baði Leirvíkar bygdaráði og okkum sum ynskja bygdini tað besta og ikki vilja gera framtíðina hjá okkara ungdómi upp í krónum og oyrum, men síggja longri fram í tíðina. Standi nú stinnir og gjøgnumføri hesa tunnilsloysn, sum allir leirvíkingar (næstan) og tit við, síggja sum tað einasta rætta fyri framtíðar menning í bygdini og eisini vil vera tað góða fyridømi sum, millum annað Bárður Nielsen er so bangin fyri!

Fimmarin.
Tað var ført fram í Fimmaranum, at nú fara allar bygdir í Føroyum at krevja tunlar ella aðrar ábøtur, har, sum vegakervi ikki er útbygt samsvarandi ferðsluna! Fyri at nýta úttalilsi hjá Bárð Nielsen.
Man ásannar at tað eru ferðslutrupulleikar, har landsvegur verður førdur gjøgnum bygt øki, og so vil man gud hjálpi mær bara leggja eina bygd aftrat øllum teimum sum vóru nevndar, ístaðin fyri at siga at nú gera vit eitt gott dømi um hvussu ein slíkur trupulleiki kann umgangast, so mugu tey næstu 50 árini vísa okkum hvussu stórt "balli", sum Bjarna Djurholm óttast fyri, verður.
Skal man hugsa á handan hátt, so kann man jú ikki taka nakra avgerð í okkara landi, ið ber á tað rætta borði, í berum ótta fyri hvat onnur munnu fara at biðja um.
Um tann fyrsti undirsjóvartunnilin ikki var komin, ja so var tann næsti sjálvandi heldur ikki komin, tað er logikkur fyri búrhøsn, og fakta er at vit høvdi ikki kunna verði teir (altso tunlarnar), fyri uttan í dag og tann triði er longu avgjørdur, hettar kallar man fyri framburð og ikki eitt ball!

Mangar vóru viðmerkingarnar.
Ein handilsmaður ringdi úr Havn, sum helt at vegurin skuldi liggja "omanfyri" bygdina samstundis sum hann helt tað vera skilagott sum Ólavur Olsen, ið rekur Bowling og Statoil, segði. Vil bara viðmerkja, at hann ikki hevur lurta væl eftir, Ólavur tosaði um møguleikarnar hjá vinnuni við einum tunli niðri í bygdini, altso tað mótsatta av tí sum havnarmaðurin tosaði um, ja ja máli er fløkt, so tú ert umskiltur, men eg haldi eisini at tað sum Ólavur segði var sera skilagott.

So argast hvør, sum hann eldist.
Ja so var tað Eirikur Justinussen sum, millum annað, lat ógvuliga hánt um undirskriftirnar, sum vóru komnar inni á Statoil. Eftir úttalilsinum at døma, hevur hann nokk tosa við Kjartan Joensen, sum á samgongufundi skal hava sagt at: "mammurnar lyftu børnini upp til diskin, fyri at skriva undur"! Fyri mær kunna tit kannað baði nøvn og føðingardagar, tað broytir ikki uppá tann veruleika, at 80 % av bygdarfólkinum eru fyri tunnilsloysnini. Í hesum førinum, har tað hevur við framtíðina hjá okkara ungdómi at gera, hevur ein undirskrift frá einum 15-17 ára gomlum, líka nógv og helst meiri virði fyri mær, enn tann hjá Eiriki hevði havt, tað er jú okkara eftirkomarar tað snýr seg um. Annars er tað besta dømi um undirtøkuna fyri tunli, nokk borgarafundurin (sum Jógvan Lias hevur skírt at vera "bestiltan", men hann var jú almennur.!!) har 187 Leirvíkingar, í bestu árum, vóru møttir og heili
90 % søgdu seg vilja hava tunnil.
Eirikkur nevndi eisini ørskapin, skilaloysi og anstyggiligheitina við at fjerna ein stóran part av neystunum. Í verandi líkið eru fleiri av neystunum ein ampi fyri bygdini tá illveður er, og tað er jú ikki so sjáldan, og ikki kann man siga at tey eru nakað prýði, heldur tvørtur ímóti. Við tunnilsloysnini fáa tey - ið vilja hava tað - nýggj neyst, og uttan at vita tað sikkurt, so vænti eg at tað verður tann minna helvtin, veit um fleiri sum høvdu verði glað við, heldur at fingið nøkur oyru afturfyri, av tí at neystini eru meiri til ampa enn nyttu.
Ja Eirikur - tú mást ikki taka tað illa upp - men tíðirnar broytast og slupptíðin er altso farin afturum, men eg havi varhugan av, at var tað upp til tín, so stóðu vit við snellu í hond, enn tann dag í dag.

Har sum tú ert ikki sjálvur, ert tú ikki meiri enn hálvur.
Og síðani var eisini ein klaksvíkingur, Karl Heri Joensen, sum næstan fekk tað at ljóða sum um at vóru teir ikki til, so gingu vit í Leirvík framvegis uppum fjall.
Hann hevði eisini blint álit á, at tá LV mælir til vegin "omanfyri" so má tað absolutt vera tað rætta, men tað halda so ikki allir teir, sum LV er ráðgevi fyri, teir hava tvørtur ímóti givið LV eina dygga misálitisváttan og seta stórt spurnartekin við ta ráðgeving teir fáa serveraða.
Annars er tað tann sama endurtøkan, tá man hoyrir tann meiniga Føroyingin úttala seg um vegin "omanfyri", at tey hava ikki tann allar fjernasta ide um hvussu verkætlanin sær út í veruleikanum og tí heldur ikki vita hvat tey tosa um. Tað havi eg uppliva nú fer eftir fer, tá fjølmiðlar, politikarar og onnur ferðandi hava verði framvið. Úttalilsini hava verði tey somu hvørja fer: "Áh sær tað soleiðis út " - "er tað her vegur/tunnil skal vera" - "er vegurin so nær bygdini" - "er vegurin so høgur" o.s.fr. og niðurstøðan hjá teimum hevur verið tann sama hvørja fer: "ja, eg skilji tykkum væl". Man plagar at siga at gløgt er gestsins eyga!

Hansara kvørn melur ikki altíð kveiti.
Var ikki sørt bilsin av at hoyra Kjartan Joensen leggja doyin á, í Tinginum, at tað var eitt samt bygdaráð sum heitti á Løgtingi um ikki at útseta freistina, havi ikki havt varhugan av, at hann annars hevur lagt so nógv í hvat bygdaráði hevur samtykt, tey hava jú eisini samtykt (einmælt) at tað skal vera tunnil og ikki vegur, hvar er stuðulin tá?
Nú bleiv freistin so útsett, visti ikki rættuliga hvat eg skuldi halda um tað, men kom til tað niðurstøðu at tað sikkurt var líka gott, tí tá Kjartan, við sjógv á baki, knappliga vildi stuðla bygdaráðnum, segði mín útrokning tað, at okkurt dult politiskt mátti liggja aftanfyri, men ikki allur Fólkaflokkurin tók undir við honum, so har er kanska vón enn, hvør veit.

Mangur hevur valið og tekur skalið.
Haldi at tað er rættiliga ørkymlandi at uppliva tað, at allir Eysturoyar tingmenn og fleiri aðrir, gera manngarð um ynski hjá Leirvíkar bygdaráð og fólkinum, meðan Kjartan, sum er valdur inn á Ting av okkum, setur seg ímóti, tað má bestemt verða eindømi í Føroyum! Tað er eingin skomm at siga: "EG haldi at vegurin "omanfyri" er tað besta fyri bygdina, men eg stuðli mínum demokratiskt valda bygdaráði og mínum bygdafólki", men tað kanska kemur, livst so spyrt, enn er tíð at hálsa um. Sjálvt um tað ikki er nøkur løtt avgerð, so hevði tað verið ein góð avgerð, baði fyri Kjartan og Fólkaflokkin! og ikki minst fyri bygdina.
Fái meg illa at trúgva at Kjartan skal hava rætt og øll onnur fara skeiv, havi heldur ikki enn hoyrt eina einastu sakliga grundgeving fyri hví vegurin "omanfyri" skuldi verði tað rætta, so hvat tann veruliga grundin er, kann man bara gita um.
Pengar, hevur man hoyrt aftur og aftur, men sum sagt áður, so kann man ikki gera ALT upp í pengum, tað burdi Kjartan eisini vita sum vinnulívsmaður, at tað ikki er skilagott at "spara eftir reyv", sjálvandi hava pengar ein leiklut, men eingin av tykkum, sum vilja trumla okkara besta byggilendi niður, skemma náttúruna og seta trygdina og trivnaðin til viks, kunna veruliga halda tað, at munurin millum eina skilagóða loysn við tunli niðri í bygdini (har vit fáa í posa og sekk, og hvat skuldi verið galið í tí) og eina lappaloysn við vegi omanfyri, er so stórur, at tað skal vera alt avgerandi. Eg eri vísur í, og nógv fakfólk við mær, at tá ið samanum kemur, er møguliga talan um einar 20-25 mill á muni, og ikki tey mannipulerandi tølini, sum millum annað Bjarni Djurholm og Oyvindur Brimnes, sleingja um seg við, at tað skal vera 2 og 3 ferðir so dýrt, ja enntá 4 ferðir haldi eg meg hava hoyrt í einari knappari vending, men tað eru tíverri nógv sum hoppa uppá tað !
Eg sigi sum Henrik Old segði á Tingsins røðarapalli, at skal vegurin omanfyri gerast fyri 40 mill, so verður tað síðsta lopi langt, oman gjøgnum bøin.

Eg vóni at politikkarnir virða okkum so mikið, at teir ikki fara at kroysta nakað omanyvir okkum, tíansheldur aðrar kommunur í landinum, sum vit/tær ikki hava biði um, og enntá frárátt, tað er vánaligur politikkur og sera ódemokratiskt.

Tað er mangur leikur í longum talvi.
LV er tykkara ráðgevi, gamaní, men teir eru eisini "bara" ráðgevar, tað forbjóðar ikki politikarum at hugsa sjálvstøðugt og vera kritiskir - tit áttu at sett stórt spurnartekin við ráðgevingina hjá LV, eftir tann lemjandi kritik teir fingu frá fleiri løgtingsmonnum tá máli um tíðarfreistina var fyri.
Og mín sann um so ikki Oyvindur (LV) nú knappliga vil hava ein tunnil! Hann, sum skalv við tankanum um at skula koyra eitt strekki uppá 350 m undir jørð, heldur nú at tað er betur at koyra 2000 m gjøgnum ein annan tunnil sum ferð at kosta nógv meir, tí sum hann sigur, at skal man brúka pengar allíkavæl, so kann man líka so gott gera nakað heilt annað enn tað sum bygdaráði í Leirvík hevur biði um, og sum vil vera við til at menna bygdina. Og hettar kemur hann við, eftir at hann fyri stuttum hevur sagt fyri Føroya fólki at sjálvt um tunnil niðri í bygdini bleiv bíligari enn vegurin so var hansara tilmæli framvegis vegur, tí LV borar ikki tunlar har sum vegur kann gerast! Ja, "her er sama tógvið á snælduni". Hvør ein ráðgeving...nei heldur falitterklering so tað stendur eftir.

Tað ringasta er at hann við føgrum orðum, fær nógv at halda, at tað sum hann sigur er skilagott.
Ein ferðandi skrivar í einari viðmerking at vit mugu minnast til at landi skal gjalda fyri at leirvíkingar kunnu fáa í posa og sekk, men samstundis er tað í lagi at landi skal gjalda uppaftur nógv meira fyri at Leirvík ongan ágóða fær, bara viðkomandi sleppur undan at koyra 50 km/t á einum vegastrekki uppá góðar 500 m, og hann lovprísar hesum "nýggja" prosjekti hjá LV, sum slett ikki er nýtt, tí tað er fleiri ár síðan at LV kom við hasum fyrstu ferð, men tá var tað rokna sum ørvitiskapur, eg vil bara siga við viðkomandi persón at vilt tú vita nakað um manipulering, so skalt tú bara seta teg í samband við LV, tí tað hava teir víst í verki at vera meistarar í.
Oddagreinin í Dimmalætting Hósdagin, var eisini inni á hesum og hevur nú reduserað ynski hjá leirvíkingum at umfata eina bensinstøð og eina bowlinghøll, ja nógv skal man hoyra í hesum, fyri hann, skemtiliga tjaki. Tann, ið rekur hesi baði støðini er EIN persónur í øllum hesum og fyrr var illa um hann ikki stríddist fyri at varðveita sítt livibreyð.
Tað er bara óskiljandi, at tá í ein loysn fyriliggur, har Leirvíkar bygd kann fáa baði ágóðan og sleppa av við vansarnar, at man tá fer at tosa um at nýta enn meiri pening fyri at tað absolutt ikki MÁ henda.

Nú er alinin av og sponnin eftir.
Vit í Leirvík gleða okkum, saman við Norðoyggjunum og restina av Føroyum, til tunnilin opnar 29 Apríl, tað er bara syrgiligt at so nógv hava fingið tað fatan, at okkara krav um ein tunnil og kravi um at byrja verður, ella í øllum førum avgerð tikin, áðrenn Norðoyatunnilin opnar, er tað sama sum at vit eru ímóti Norðoyatunnlinum og at Norðoyingar eru óynsktir, men tað er tíbetur ikki so, tvørturímóti.
Ein tunnilsloysn/lokrenna í Leirvík, er ikki bara til okkara besta, men so sanniliga eisini fyri øll sum skulu ferðast undir fjørðin, so eitt sindur meira forstáilsi/stuðli norðaneftir hevði ikki verði so galið, men óansæð so skulu tit vera hjartaliga vælkomnir yvirum, og tað tíðina, sum ferðslan skal ganga gjøgnum bygdina, skulu vit nokk hóra undan, ikki minst um vit vistu at ein góð loysn lá á gáttini.
Við vón um skjóta og positiva viðgerð frá politiskari síðu, tí tað er har í bólturin liggur.