Eitt orkuverk av kreativiteti, produktiviteti og eksklusiviteti

Hvussu kann Havnin mennast til ein orkumiðdepil, sum dregur ressursur til sín, og sum hevur allan heimin sum marknað? Stóratjørn er eitt boð, men kunnu hálvonnur millard krónur hjá Jákupi á Dul gagnnýtast enn betri? Her er ein áheitan til øll at koma við konstruktivum hugskotum til Jákup á Dul og Tórshavnar býráð - umframt nøkur boð, sum vónandi kunnu nýtast til íblástur.

Góði Jákup á Dul. Sum tann góði forrætningsmaðurin, tú ert, ert tú greiður yvir, at um tú vilt selja nakað til onkran og tjena pengar, so ert tú noyddur til at kenna tín málbólk og tørvin hjá málbólkinum. Tú vilt fegin hava ressursusterkar føroyingar í útlegd heim at búgva í Stórutjørn, sigur tú. Fyri at taka eitt ítøkiligt dømi um ein føroying, ið hevur bygt sær eina framgangsríka karrieru uttanlanda, men sum er opin fyri at flyta til Føroya - so lat meg siga eitt sindur um meg, og um hví eg ikki búgvi í Føroyum enn, so tú fært ein varhuga av, hvat kanska skuldi til fyri at lokka ein sum meg heim. Eg kann bara tosa út frá egnum sjónarmiði, men vónandi tosi eg fyri fleiri.

Væntandi avbjóðingar í Føroyum
Tað skal nokk so nógv til, tá man sum eg siti sum blaðstjóri á einum av teim størstu blaðsuccesunum í Danmark, sum eg havi verið so heppin at vera við til at skapa. (Til tína upplýsing snýr tað seg um KIWI magazine, sum nú hevur verið á marknaðinum í hálvttriðja ár, og sum íflg. Gallup hevur 430.000 lesarar og størstu lesaraframgongd av øllum donskum prentaðum miðlum í løtuni. Blaðið fæst bara í Netto-ketuni, sum er størsta handilsketa í Danmark - tí er tað ikki kent í Føroyum). Tað er ómetaliga spennandi at sita sum stjóri á einum talirøri, sum nær út til so nógv fólk, og har eg hvønn dag eri í tøttum samskifti við lesarar, áhugapartar í stórum tali og trendsetarar, sum mynda rákið í samfelagnum. Tað er serstakliga mennandi at vera mitt í meldrinum á henda hátt.

Hetta er ikki ein succesuppliving, eg uttan víðari kann vænta at fáa í Føroyum. Hóast eg altíð havi saknað heimland mítt, havi eg haft ov høg krøv í mun til starvsmøguleikar, avbjóðingar og í mun til mín trivnað og tað samfelagið, eg livi í, til at eg helt, at Føroyar hava kunnað bjóða mær nakað, sum vigar upp ímóti tí, eg kann fáa uttanlanda.

Felags framtíðardreym um Havnina
Hóast eg havi funnist nógv at (íbúðarøkinum í) Stórutjørn, kann eingin ákæra meg fyri at vera afturhaldsfólk! Eg vil stór armbevegilsir, menning og altjóðagering í Føroyum eins nógv og tú, Jákup. Eg havi ynskt eftir hesum í mong ár, og havi verið vónsvikin um afturhaldssinnið og óttan fyri tí nýggja í føroyinginum. Eg vildi ynskt, at vit dugdu betri at herja á, ístaðin fyri altíð at vera eftirbátar. Eg elski stórbýin og avbjóðingarnar, eitt meira altjóðagjørt umhvørvi hevur at bjóða. Tað hevði verið ein dreymur, um føroyingar vóru meira opnir fyri altjóðagerð og Havnin gjørdist ein meira metropolkendur býur við størri toleransu fyri fjølbroytni, tí tað er m.a. tað, sum kundi lokkað meg at flutt heim.

Stórbýarumhvørvið dregur og inspirerar
Mær dámar býarumhvørvið og eri glað fyri at búgva so sentralt, sum ein næstan kann, í hjartanum á Keypmannahavn beint við Amalienborg, Kongens Nytorv og Nyhavn, har eg havi búð tað mesta av teimum 22 árunum, eg havi verið í Danmark. Mær dámar væl tað tætta, fjálga og fjølbroytta byggjaríið í miðbýnum, har nýtt og gamalt møtist - við onkrari park millum húsini her og har. Eg havi einki ímóti húsum í lutvíst nógvum hæddum - bara tey standa tætt, ikki eru ov eins, og at tey rúma øðrum enn bara íbúðum - t.d. handlar í niðastu hædd. Eg elski stórbýir í heila tikið - ikki bara Keypmannahavn - eisini London, New York, París, Berlin... Mær dámar væl virvarið av samanhangandi gøtum, teir mongu litirnar, lívið og levnaðin av fólki av øllum slag og teir mongu smáhandlarnar, ein kann fara á uppdaging í.

Mær dámar serstakliga væl tað stóra mentanarliga útboðið í miðbýnum - ikki minst tær mongu caféirnar og restauratiónirnar, tey smáu gallarínii, musikk- og dansistøð, museir, teatur og onnur besnissað støð, sum geva mær íblástur og halda meg vaknað sum menniskja - nakað sum eg noyðist at vera í einum starvi, sum snýr seg 100 procent um samskifti. Mær dámar væl alt, sum ikki møtir eyganum beinanvegin - alt tað loyniliga í einum stórbýi: at allar perlurnar ikki verða serveraðar fyri tær beinanvegin - t.d. kronglutar smágøtur og grønir og spennandi bakgarðar, ið liggja aftanfyri portrini í karréunum til gleði fyri tey, ið búgva har. Mær dámar væl hesa yðjandi meyrutúgvuna og stemningin í einum býi, har tað prutlar og kókar av virkishuga og innovatión.

Tað er allir hesir kvalitetirnir, ið ger ein bý til ein BÝ við stórum stavum. Og tað er tað, sum ger býin til eitt inspirerandi orkuverk, ið dregur til sín kreativ fólk í stórum tali á øllum møguligum virkisøkjum - vísindafólk, listafólk, embætisfólk og vinnulívsfólk í gevandi sameining. Fólk, sum skapa produktivitet og vøkstur. Har kreativitetur er, kemur meira aftrat, tí øll inspirera hvønnannan. Tað skapar ein fantastiskan synergi og lyftir alt samfelagið bæði so og so.

Gott at Havnin veksur og mennist
Eg elski EISINI mítt føðiland og fólkið, ið har býr. Eg leingist og hugsi ofta - øgiliga ofta - um, hvussu tað hevði verið at flutt heim. Eg so at siga bíði eftir, at høvið býðst. Tí havi eg altíð latið eina hurð staðið opna. Eg haldi, Føroyar í sær sjálvum er inspirerandi og hevur so nógv gott at bjóða uppá. Fantastiska føroyska náttúran ger okkurt heilt serligt við ein. Mær dámar stak væl føroyska mentalitetin, sum eg kenni so væl og kenni meg trygga við - og so gomlu Havnina, sum er mín heimbýur. Men eg elski ikki Føroyar bara fyri tað gamla.

Eg gleðist yvir at síggja Havnina vaksa og mennast í hvørjum - at okkurt nýtt er hent, hvørja ferð eg komi at vitja. Eg gleðist um, at fleiri tunnlar verða gjørdir, og at meginøkið veksur og skapar grundarlag fyri einum meira livandi, fjølbroyttum og burðardyggum vinnulívi. Eg gleðist um, at vit í Føroyum eisini hava fingið nakað av tí, sum er so attraktivt í útlandinum - t.d. eitt livandi café-, restauratións- og náttklubbalív. Og eg gleðist um, at tað er so nógvur gróður í tí mentanarliga/listarliga - serliga tað livandi tónleikalívið í løtuni, sum hevur framleitt talent, ið eru við at gera um seg uttanfyri landoddarnar eisini. Alt hetta er við til at gera føroyska samfelagið spennandi at vera í!

Afturhaldskreftirnar og intoleransan drepandi
Eg ivist ikki í, at nógv fleiri føroyingar í útlegd kundu væl hugsað sær at brúkt evni og orku sína í Føroyum, men har eru eisini tungtvigandi orsøkir til IKKI at koma heim... Vit orka ikki smáligu viðurskiftini og afturhaldskreftirnar, sum enn viga so tungt í Føroyum, og sum virka so drepandi. Og so er tað ikki minst vánaliga veðrið, sum forðar. Tí er tað so týdningarmikið at skapa fleiri fjálg og lívgandi støð í Føroyum! Økt frítíðartilboð og handilsúrval í Havn er mikið gott, men ikki nóg mikið til at gera munin. Men um Havnin gjørdist ein meira býarkendur og altjóðagjørdur býur, har toleransan ráddi meir enn intoleransa, har tað at vera egin var ein fyrimunur og ikki ein vansi - og ikki minst, um føroyingar virðismettu meir tað, sum føroyingar í útlegd høvdu at bjóða (!) - so kanska nógv, nógv fleiri vildu umhugsað at farið heim.

Nú ert tú, Jákup á Dul, so komin við einum boði uppá, hvat skal til. Eg haldi, at visión hjá tær um eitt meira nútímans og altjóðagjørt Føroyar er røtt! Tað hevur leingi væntað í at fáa fólk sum teg, ið kunnu gera íløgur, at leggja orkuna í at gera Føroyar meira altjóðakendar og spennandi fyri okkum, sum ynskja fleiri møguleikar og avbjóðingar í Føroyum. Og tað gleðir meg, at tú nú endiliga traðkar fram við eini ítøkiligari visión, vit kunnu kjakast um. Tað hevur veruliga sett gongd í eitt alneyðugt kjak um eitt meira opið samfelag og um altjóðagerð í Føroyum. Takk fyri tað!

Samein tað altjóðakenda við tað heimliga
Um tú veruliga ynskir at at tjena pengar uppá at draga meg og onnur í útlegd heim og at selja okkum íbúðir og hentleikar - so ert tú noyddur til at kanna eftir, hvat tað veruliga er, sum vit halda er so attraktivt aðrastaðni, at tað hevur hildið okkum so leingi burtur úr Føroyum - og so bjóða okkum nakað í Føroyum, sum er betri! Flestu føroyingar í útlegd leingjast meira ella minni heim, so tú hevur ein tjans. Um tað ber til at sameina tað nútímans, opna og toleranta umhvørvið við tað heimliga og skapa eitt pulserandi altjóðakent umhvørvi, so eri eg vís í, at nógv fleiri høvdu umhugsað møguleikan av álvara.

Tú ert á rættari leið. Hentleikunum sum so er einki í vegin við - t.d. at fáa meira skrivstovukapasitet, hotell og konferansufasilitetir og innandura ítróttarfasilitetir, sum ganga altjóða krøvum á møti. Heilt fantastiskt! Frítíðartilboð, heilsumiðstøð, baðiland og handilsmiðstøð er avgjørt ikki so galið at hava - men... hetta kann ikki gera tað einsamalt. Eg flyti ikki til Hundige, bara tí BILKA og alt møguligt annað liggur har, um eg ikki haldi, tað er eitt hugnaligt stað at búgva. (Hundige hevur heldur ikki orð fyri at vera eitt stað, har nýskapandi og kreativar kreftir trívast allarbest...) Eg tími heldur ikki at búgva við útsýni yvir veldig parkeringsøki. Onkur vil kanska, men eg rokni ikki við, at tað vera tey ressursusterku, tí tey krevja meir av lívinum - eisini estetiskt. Helst hevur ein íbúð í Stórutjørn frálíkt útsýni yvir fjørðin eisini, men hin vegin er alt ov veðurhart har, um tað verður bygt so høgt og opið. (Sí faktaboks).

Vilt tú hava meir burturúr íløgunum?
Nei, um tú, Jákup, ætlar tær at fáa nakað burturúr tínari íløgu í íbúðir í Stórutjørn, snýr tað seg í stóran mun um at skapa eitt vakurt grannalag - eitt tættari, lægri og meira fjølbroytt býarumhvørvi, sum gevur lívd og er livandi, inspirerandi, fjálgt og hugnaligt. Tað er tað, sum okkum stórbýarbúgvum dáma - lív og lívd! Fysiski útformningurin av tínari verkætlan, sær tíverri ikki út til at lúka hesi krøv! Orsaka meg... Eg tími ikki at búgva í nøkrum, sum líkist einum provinsiellum útjaðaraøki - tí tað er soleiðis Stóratjørn sær út fyri mær. Sum ein keðiligur, óinspirerandi, kaldur og tristur forstaður, sum ein kann finna í einum hvørjum provinsbýi. Óansæð hvat gott allir møguligir arkitektar so mugu halda um tað... Tað eru kortini ikki teir, sum skulu búgva har, men vanlig fólk. Um hatta er tann íbúðarformurin, tú vilt satsa uppá, so eri eg bangin fyri, at eg og onnur ressonera, at vit næstan líka so gott kunnu blíva búgvandi uttanlanda.

Hvat fáa vit IKKI uttanlanda?
Men hvat kanst tú so gera? Fyri okkum, sum elska býarumhvørvi, hevur Havnin avgjørt longu býarligar attraktiónir - harav tær mest áhugaverdu eru tað serliga, sum ikki finst aðrastaðni! Um Havnin fær enn fleiri attraktiónir, sum sameina bæði tað serføroyska og tað altjóðakenda, hevði tað verið ideelt, tí vit, sum eru í útlegd, halda so nógv av tí, sum eyðkennir Føroyar, tí tað er tað, vit IKKI hava møguleika fyri at uppliva har, sum vit eru.

Hetta er fyri so vítt galdandi eisini fyri allar útlendingar, sum ferðast til Føroya: Tað er tað SERLIGA - tað ekslusiva - í Føroyum, ið hugtekur og dregur ferðafólk til landið. Tað er eisini tað serliga, vit erpin kunnu vísa fram til útlendsk umboð og onnur, vit samstarva við, sum koma at vitja. Tað er føroyska náttúran og tað søguliga og mentanarliga í sameining við tað undrunarvert framkomna samfelagið, sum hugtekur. Kunnu vit varðveita okkara eyðkenni, SAMSTUNDIS sum at vit innlima hentleikar, sum eru einum pulserandi miðdepili verdugir - OG skapa møguleikar fyri, at nýhugsan og kreativitetur kunnu trívast - so kann tað ikki vera betri. Tað nýggja skal bara ikki standa í skríggjandi kontrast til tað, sum er her frammanundan, men nettupp fella náttúrligt inn í tað verandi.

Satsa uppá eksklusivitet og sermerki
Føroyingar í Føroyum eru imponeraði av byggiætlanini Stórutjørn, tí tað er so veldugt og annaðleiðis í mun til tað, tey eru von við. Fólk tykjast halda, at tað er tað, sum skal til - at bara vit byggja nakað í Føroyum, sum líkist nógv tí, vit síggja aðrastaðni, so lokkar tað fólk til landi uttanífrá. Men útlendingar (og føroyingar í útlegd) verða ikki pr. automatikk drigin av byggjaríi, tey hava sæð so nógv av aðrastaðni.

Tey høvdu verið nakað væl meira imponerað, um tey sóu heilt ótraditionellar serføroyskar loysnir fyri fasilitetirnar, sum tú, Jákup (alla æru vert), so gjarna vilt geva okkum føroyingum. Nú tú ætlar tær kortini at gera so stórar íløgur, hví ikki geva føroyingum nøkur hugtakandi vøkur arkitektoniskt vartekin, sum hóska til Havnina? Nøkur sermerki, sum veruliga vekja ans, tí tey eru unik! Tað er tann strategiin, sum veruliga vekir ans aðrastaðni í heiminum - at satsa uppá eksklusivitet og sermerki. Og tað kunnu vera bæði stór sum smá sermerki - bara fyri at nevna nøkur dømi: Bláa Lónið í Íslandi, Eiffeltornið í París, Globen í Stockholm, Operahúsið í Sidney, Golden Gate Bridge í San Fransisco, Nyhavn og Lítla Havfrúgvin í Keypmannahavn osfr. - øll meira ella minni kend av hvørjum menniskja á klótuni.

Ísland hevur m.a. via heimskendu songkvinnuna Bjørk megnað at marknaðarføra seg væl og at gera Ísland kent úti í heimi fyri sína villu náttúru í sameining við villa náttarlívið í Reykjavík. Nettupp henda sameiningin av mótsetningum - tí frumkenda við tað nútímans - er so eksklusivt og spennandi og dregur fólk úr øllum heiminum til sín - serstakliga kreativ fólk, sum leita eftir inspiratión. Og hygg nú eitt av úrslitunum av hesum arbeiði - pengar flokkast, har kreativitetur, lív og virkni er, og íslendskir pengamenn ekspandera nú sítt virksemi í stórum stíli til londini uttanum.

Miðbýurin skal vera eitt bankandi hjarta
Hvussu kanst tú, Jákup, vera við til at geva Havnini teir eginleikar, sum mynda ein livandi BÝ - ein miðdepil og ikki bara ein keðiligan provinsbý? Ítróttar- og frítíðarhentleikar og annað kann saktans liggja í innandura høllum í Hoyvíkshaganum, men skulu íbúðir byggjast har - og skal Stóratjørn gerast til eitt livandi nýtt miðbýarøki, so má eisini byggjast nógv meira miðbýarkent - tvs. lægri (men tó fleirhæddað) og tættari bygningar við fjølbroyttum funktiónum við gøtum á kross og tvørs, so bygningarnir lívga fyri hvørjum øðrum og fyri lívinum á gøtunum.

Hví ikki eisini gera íløgur í verandi miðbýi, so vit fáa ein veruligan BÝ við einum livandi, bankandi hjarta, sum pumpar lív út í restina av landinum og skapar ringar í vatninum langt út um landoddarnar. Eg dugi at síggja óendaligar ótroyttar møguleikar í miðbýarøkinum í Havnini - eitt øki, sum kundi verið brúkt væl annarleiðis og nógv betri enn í dag, soleiðis at har kundi angað bæði av søgu, mentan og av altjóða býi - uttan at man oyðileggur teir kvalitetirnar, sum longu eru har.

Tað hevði veruliga gjørt eitt stórt inntrykk á umheimin, um vit dugdu at gagnnýta tað gamla, vit longu hava, til nakað nýtt, eins og tað verður gjørt nógva aðrastaðni við stórari succes. Havnin hevur so nógvar grundarleggjandi eginleikar, sum kunnu skapa gróðrarbotn fyri einum veruligum livandi miðbýarumhvørvi. Tak nú t.d. hugnaliga havnaumhvørvið í Vágsbotni/Skálatrøð/Bacalao. Har eru gomul pakkhús, sum kunnu brúkast sum mentanarmiðdeplar - til alt møguligt, sum savnar fólk - t.d. konferansuhøli, konserthølir og dansistøð, gallaríir, teatur, internetcaféir, kreativ verkstøð, har innovatørar, vinnulívsfólk, vísindafólk, listafólk, designarar, lýsingarfólk og øll møgulig onnur kunnu arbeiða og inspirera hvønnannan... Vísind, list og vinna í synergiskari sameining. Tað er serliga sovorðin eksklusiv øki, sum gera stórar býir úti í heimi til pulserandi kraftsentur av kreativiteti, innovatión og produktiviteti, og sum dregur enn fleiri fólk, vitan og pengar til sín.

Ein onnur "Nyhavn" í Vágsbotni
Hugsa tær Vágsbotn út ímóti Tinganesi sum ein fólkarík Nyhavn við caféum og restauratiónum allan vegin úteftir. Har er fjálgt og veðurgott, og sólargangurin er ideellur. Hugsa tær Skálatrøð ikki bara sum parkeringsøki, men eisini sum eitt hugnaligt torg, við handilshúsum bygd allan vegin upp móti grótveggunum - nýtt, men tó so, at tað fellur náttúrligt inn í umhvørvið annars. Hugsa tær íbúðir á Bacalao-økinum við útsýni yvir keiøkini, sjógvin og bátahavnina - TAð hevði verið ekslusivt og attraktivt fyri tey ressursusterku at keypt! Tey vilja jú búgva so sentralt, sum gjørligt og tætt við, har undirhald og fólkalív er.

Hugsa sær at varðveitt tey gomlu húsini í miðbýnum, sum øll (útlendingar) halda eru so sjarmerandi, og so rivið nøkur av teimum ljótastu cementmonstrunum frá 50-60unum mitt í Havn niður og flutt nakrar av teimum funktiónunum, tey hýsa, út úr miðbýnum. Ístaðin kundu vøkur - onkustaðni fleirhæddað - hús verið bygd, sum hóskaðu nógv betur inn í gomlu Havnina, og sum hýstu blandaðum funktiónum, sum skapa lív í miðbýnym - íbúðir, skrivstovur, hotell og handlar hvørt um annað. Húsafasadurnar kundu t.d. verið meira vendar móti sólsíðuni móti vestri, so gongugøtan ikki liggur í skugga, og soleiðis at hiti og ljós verða gagnnýtt mest møguligt.

Helst kunnu havnarfólk og onnur koma við enn fleiri hugskotum, so hetta skal vera ein áheitan til øll, um at spýta síni hugskot í puljuna.

Brúka pengarnar rætt!
Góði Jákup á Dul. Um tú vilt brúka hálvaaðru milliard uppá at gera nakað munagott í Føroyum, sum skal geva samfelagnum eitt veruligt lyft og skapa tað ynskiliga kraftsentrið, ið dregur fleiri fólk og ressursur til Føroya - hví so ikki gera íløgur í sovorðið? Hugsa tær, hvussu gott tað hevði verið, um føroyingar endiliga fingu høvi til at liva í einum høvuðstaði við øllum tí, sum eyðkennir ein sannan miðdepil - t.e. einum miðbýi, sum yðjur av fólkalívi og fjølbroyttum vinnuligum, handilsligum og mentanarligum virkni og einum miðbýi, har søga og traditión trívist í fagrari sameining við nútímans lívið við øllum hugsandi tøkniligum hentleikum. Tað hevði veruliga gjørt munin og hevði kunnað givið Havnini eitt brá av tí eksklusiviteti, sum dregur ressursusterk fólk til sín í hópatali uttanífrá.

Eg kann bara krossa fingrar fyri, at tú ert opin fyri at umhugsa eisini aðrar møguleikar fyri íløgur enn bara í ta ætlan, tú hevur lagt fram í fyrstu atløgu - og/ella at ætlanin kanska skuldi fingið ein eitt sindur annan ham - serliga um tú sært hvussu, tú soleiðis kanst fáa væl meira burturúr stóru íløguni hjá tær!

Eg ynski tær alla góða eydnu við at altjóðagera Føroyar.

Blíðar heilsur
Elin Heinesen, blaðstjóri. Teldupostur: elinhein@mail.dk
Faktaboks:
Vindur kann veruliga gerast ein stórur trupulleiki í Stórutjørn, sum eg áður havi ávarað um. Les t.d. hesa belgisku vísindaligu ritgerðina um vindtrupulleikar millum høg hús: "Pedestrian Wind Environment around Buildings", har niðurstøðan er, at tað kann vera beinleiðis vandamikið fyri fótgangarar at ganga millum høg hús á opnu plássum - sjálvt á evropeiska meginlandinum, har tað er nógva ferðir minni vindhart enn í Føroyum! Ritgerðin byggir á 4 konkret dømi og vísir til heilar 206 aðrar vísindaligar ritgerð um aerodynamikk. Ritgerðin kann heintast niður frá hesi internetadressuni: www.kuleuven.be/bwf/common/data/JP_2004_JTEBS_Blocken_1.pdf
............................................