eftirliti við fíggjargeiranum. Hetta er alneyðugt. Í Føroyum áttu vit sjálvandi somuleiðis at styrkt okkara Landsbanka. Hetta fyri at menna eitt enn betri tjóðarbúskaparligt eftirlit, ið støðugt kann meta [...] hetta umheiminum um Føroyar? Hvat sigur hetta føroyingum um Føroyar? Er hetta eitt álitisvekjandi land at virka, skapa, gera íløgur í og liva í? Fái meg ikki at trúgva, at samgongan fremur hesa ætlan.
Bogi Andreasen ---- Okkara elskaða land bjóðar okkum nógv gott, men her er mangan myrkt og kalt ein stóran part av árinum, og tá er gott at kunna stinga seg niður í ein heitan pott ella á annan hátt stimbra
ein nýggj og hugnalig bátahavn Í grannalondum okkara verða bátahavnirnar ofta virðismettar fyri tann serstaka dám hesi umhvørvi seta á býarmyndina. Í okkara høvuðsstaði mitt í Norðuratlantshavinum er hetta [...] og sjálvsagdur partur av gerandisdegnum, og bátarnir niðri við havnaløgini seta sín serliga dám á okkara bý. Bátaeigarar skulu hava bestu umstøður at røkja síni áhugamál og harvið eisini tað livandi umhvørvið [...] tørvur er á. Teir skulu í verandi støðu leiga kranabilar fyri dýra pengar fyri at fáa sínar bátar upp á land um veturin ella til umvælingar. Bátarnir fara illa, tá teir verða heysaðir, og Tórshavnar Býráð eigur
arbeiði, heldur enn at flyta heim til Føroya. Okkara arbeiðsloysisskipan er slett ikki fyri nýútbúgvin fólk – um tey so koma úr Føroyum ella uttanlands. Hetta er ein veikleiki, tí í eitt nú Danmark [...] Tingkvinnan Eyðgunn Samuelsen hevur lagt fyri tingið uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, um at fyrireika og at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot [...] ikki vist, at hon ikki kann broytast. Og tað er júst tað, sum er uppgávan hjá politikarunum, at gera okkara skipanir soleiðis, at tær ikki reka fólk av landinum – ella beinleiðis forða fólki at flyta heimaftur
menniskjum var góður tokki. Klokkan var 11:50. Nú kemur ein mótkoyrandi bussur, sum skuldi framvið okkara bussi. Mann hevur nú fingið varhugan av, at vegirnir eru ógvuliga hálir. Um nakar heldur tað vera [...] tað er ilt at seta orð á. Páll fann eg beinanvegin, og Steinbjørn var eisini har. Men hvar var okkara lítla genta? Vit vóru frá okkum sjálvum. Føst undir bussinum So síggja tey hendan bussin, og har [...] fór at ganga. Eg minnist, at telefonkervið brendi saman sum so ofta, tá okkurt álvarslig hendir í okkara lítla sárbæra samfelagi. – Eg kendi tað sum, at hetta var mín revsing, at eg skuldi vera so býtt
fáa fólk at flyta aftur til landið og til okkara kommunu, ja so má okkurt gerast beinavegin frá politiskari síðu, har bæði land og kommunur spæla við. Okkara grannalond føra góðan familjupolitikk og kunnu [...] burtur. Ræðumyndina kenna vit øll - hon er jú enn meira fráflyting frá okkara kommunu og okkara fíggindar eru tíverri vit sjálvið sum land og fólk. Eitt er vist – vit hava øll krav uppá eitt gott familju lív [...] skipaðan familjupolitikk, serliga við atliti til okkara búðstarviðurskifti og við tí endamálið at vit øll skulu liva her í landinum og serliga í okkara kommunu. Tí má kósin setast ímóti at verja okkarar
Eins illa og okkara gomlu forfedrar ræddust norrønar gudar, huldufólk og nikar, tykjast nógvir núlivandi føroyingar at ræðast alt, sum bara minnur um vitan. Íblástur, menning, kveikjan, skapan, framburður [...] nyttar tú einki til. Tí er gongdin í samfelagnum eisini tann, hon er í dag. Fólk í hópatali flyta av landinum. Øll vinnurekandi gera stórt sæð tað sama – og fær onkur eitt nýtt hugskot, fara tíggju onnur [...] øvugta galdandi í Føroyum. Tær ungu, skapandi kreftirnar, sum ikki frívilliga eru farnar av landinum enn, verða læstar inni í gomlum soppafongdum skrivstovubygningum. Men hvat er at ræðast
reglurnar í Føroyum skulu vera eins strangar, sum í ES ? og ofta nógv strangari. Gamaní má allur okkara útflutningur lúka heilsufrøðiligu krøvini, men tað átti at kunna borið til á onkran hátt at hagreitt [...] rívan til. Tað má kunna bera til at tosa seg til rættis, so tær fáu og lutvíst smáu matstovurnar í landinum kunnu gera sær dælt av góðu og frísku rávøruni, sum er her á landi. Hví skulu reglarnar gerast [...] menna føroyska ferðavinnu – við stóru gastronomisku avbjóðingini vit hava við øllum okkara fantastiska tilfeingi, sum eitt tvørt system noktar okkum at gagnnýta.
Seinastu mánaðirnar hevur alt Føroyaland verið á gosi um mongu pedofilarnar og teirra offur, ið eitt fyri og annað trína fram og greiða frá síni søgu. Eisini er bólkur stovnaður á internetinum, ið hevur [...] havt kynsligt samband við eitt barn? Hetta er eitt evni og spurningar, sum upptaka mongu útisetar okkara eins væl og føroyingar í Føroyum – og tí hevði Ghetto Føroyar valt at varpa ljós á hetta. Til at
fólk skulu flýggja í stórum tali úr Føroyum? Hetta sømir seg als ikki einum vælferðarsamfelag sum okkara. Allir borgarar í landinum hava rætt til eitt sømiligt lív. Javnaðarflokkurin kann ikki longur finna [...] tey fáa tær sømdir, tey áttu at fingið her. Men er tað rætt at turka hesa ábyrgd av á onnur lond? Land og kommuna hava felags ábyrgd Vit kunnu ikki lata sum um, at tey fátæku, tey heimleysu, tey gomlu [...] a verða vitni til, at so stórir partar av fólkinum verða sviknir av samgonguni. Hetta oyðileggur okkara samfelag og fær fólk at rýma. Omanfyrinevndu uppskot kundu lætt um hjá fólki, men kosta kortini ikki