Hava Føroyar kós ímóti havsins dýpi

Karl Jóhan Staksberg
----------
Var til ein áhugaverdan fyri­lest­ur fríggjakvøldið tann 17/11-12, har trupulleikin, sum bleiv viðgjørdur, var tann stóra fólka­flytingin av ungum fólki árliga úr Føroyum. At bara 48.000 fólk búgva í Føroyum og uml 150 fólk árliga í aldrinum 18-39 ár ikki velja at flyta upp­aftur at búgva eru sera døpur tøl og ein reel katastrofa um ikki vend kemur í nú.
Tað eru nógv fleiri ungir føroydingar procentvís í mun til okkara grannalond (60%) sum velja at flyta av landinum fyri at fáa sær eina hægri út­búgving og samstundis in­vest­er­ar tann føroyska politiska skipanin nógv minni pening í granskingarumráðið í mun til tildømis hini skandinavisku lond­ini, sum vit jú elska at sam­anbera okkum við.
Út frá tí kann mann nemt konkludera, at okkara granna­lond hava eitt so stórt og fjøl­broytt úrval av út­búgv­ingarmøguleikum samlað í ein­um granskingarmidepli, sum eitt nú, Ísland, Norra og Dk jú hava á ein fyrimyndarligan hátt, at teir ungu íbúgvarnir ikki noyðast ella føla hug til at flyta av landum og tískil verða verandi, festa sær búgv og brúka teirra kunnleika/eks­pertice í landinum og so­statt menna og styrkja ein ar­beiðs­marknað, sum soleiðis gerst meira fleksibel, attraktivur og kappingarførur í at halda uppá og lokka ung til vid eini hægri útbúgving.
At tað so eru uml 25.000 fólk í Føroyum í aldrinum 40 ár og uppeftur og til samanbering uml 10.000 fólk í aldrinum 18-39 ár, vísir bara, at tað er tór­ført at gera nógvar og stórar revolutionerandi samfelags strukturellar broytingar, sum jú skal koma frá teimum ungu fólkunum, sum hava kreativitetin, unga energiska ágrýtni og ein brennandi vilja og hug til nýskapan.
– Sum nú er í landinum eru tú alt ov fá ung fólk, sum hava veri í nøkur ár í útlegd og vent nøsina heimaftur, full við inspiration, visjónum og dirvi, sum mynda og eru ein partur av tí politiska føroyska landskapinum og tað er spell, tí nú mugu okkara politikarar, knappiliga byrja at hugsa og taka stødðu til onnur mál, enn fiskikvotur, makrel og undir­sjóvatunnlar.
Appropos nýhugsan, so kundi tað verið gott, um Sjón­varpið byrjaði at borðreiða vid politiskum sendingum (í dk hava vit til dømis, Debatten – presselogen -mogensen og christiansen og annars " nak­að so fínt og haldi nú fast: fjølmiðlafólk sum lesa fíggjarlógina inn á bein og eru væl fyrireikað og stilla væl formuleradar og kritiskar spurningar til polikaran og sum skapar karmar um eina spen­nandi og gevandi dialog og ikki sum tað er mín upp­fatan uppi á klettunum, at fjølmiðla­fólk eittans seta leiðandi og spyrjandi spurningar uttan innihald av nøkrum politisk­um substansi og á henda hátt svarar politikarin jú á ein yvirfladiskan obligatoriskan hátt, tí hann verður ikki út­fordraður - ljóðar tad kent?
Appropos nýhugsan: nær ætlar verturin í sjónvarpinum at standa uppi og greiða frá veðrinum teir næstu 5 dag­arnar, sum mann ger og hevur gjørt tað í mong mong ár úti í tí stóra heiminum – uttan fyri Føroyar.
Útvarpið kundi gott upp­datera skránna, tí sum eg dugi at síggja tað, so er tað tann sama skráin í dag sum fyri í hvørt fall 20 árum síðani. Nógvar eru sendingarnar, sum kundi verið fluttar frá út­­varps­skránni og yvir til sjónvarpsskránna, sum á tann hátt vildi havt ein sokallaðan minimum eksistens­berettig­else.
Bløðini hava ein rímiligan kvalitet, men ov ofta er talan um kvantitet og líkagildigar søgur sum bara er ífyll. Tað kundi verið deiligt at fingið eitt politiskt magasin í blaðformi.
Ja, hetta krevur at ung fólk traðka og venda í nógv størri mun heimaftur eftur lidna útbúgving ella nøkur ár seinni ella eisini kann tann føroyska polit­iska skipanin velja at satsa upp á immigratión/ granskning, sum tað nok endar við og harvið fáa nógv ymisk ressource sterk fólk við einum øðrum opnum mentaliteti og ágrýtni til landið, sum kann avloysa tí stívu visiónsleysu konservativismu, sum í alt ov stóran mun avspeglar seg í samfelagnum og forðar fyri fleksibilitet og nýskapan og nýhugsan og í staðin bara stagnerar og hyggur eftur um­heiminum, meðan hann flytir seg við tí rúkandi ferð.
Eg elski mítt land og eg havi sera sera nógv gott at fortelja um teg, men sum tað kundi verið deiligt, um tú eisini inn í millum flutti teg eitt vet, tí eg flyti meg alla tíðina og so líðandi tykist tú mær so langt vekk, men tú hevur als ikki flutt teg.
Livst so spyrst, hatta pro­jektið hevur deadline tann 1. apríl-2013 og tá verða vit øll vónandi klókari uppá, hvørjar raðfestingar verða gjørdar og um fólkið sum myndar og stjórnar okkara land hava hugflog og dirvi til at arbeida út frá radfestinginum og sostatt venda skutuni á lítla skandinaviska Titanic sum siglur við beinari kós ímóti einum ísflaka.

e-mail add: runesean66@hotmail.com