Foreldur míni vóru Zacharias og Andrea Müller. Pápi var skipari. Hann var millum annað við Suðuroyarskipum og við Irex hjá Absalon á Skála.
Mamma var úr Sandavági. Vit vóru sjey systkin, men ein beiggi druknaði á Leynalógv, 11 ára gamal.
Langabbi var Christian Ludvig Müller, sum var ein rættur ævintýrari. Hann var í danska herinum í 1848 í bardaga við týskarar. Aftaná fór hann til Australia at grava eftir gulli. Heim aftur komin búsettist hann í Kvívík og fekk sær handil. Müllerfólkið í Kvívík er ættað frá honum. Hann var beiggi H.C. Müller, kendur sýslumaður í Havn.
At tæna í Saksun og hjá DD
Eg tænti í tvey ár á Kvíggjarhamri í Saksun, tá ið eg var ung. Har var ógvuliga gott at vera. Tey vóru stak fitt fólk. Óla Jákup fór at læra meg enskt. Eg var nokk so nom at læra, so tað var skjótt, at eg kom á lagi. Hetta kom væl við, tá ið bretarnir komu undir krígnum, at eg kundi tosa við teir.
Eg tænti eisini í Sørvági hjá kenda læraranum Daniel Danielsen, kendur sum DD.
Har var eg í trý ár. Hann var systkinabarn ommu mína. DD var ógvuliga fittur heima við hús. Men hann var roknaður fyri at vera ein strangur lærari.
Lívsstarvið gjørdist í Mykinesi
Eg giftist við Benadikt Davidsen, og vit fluttu í 1944 til Mykinesar at taka við einum 20 gyllin ognarfesti.
Benadikt átti eina pápasystir Julianna, sum var gift við Jørgen Jørgensen. Tey høvdu bert átt eina dóttir, men hon var deyð.
Fleiri vóru til fánýtis biðin um at yvirtaka jørðina, men so bóðu tey okkum. Eg var so ung tá og kendi einki til nakað í Mykinesi, so tað var nokk so hart. Hetta var sum at fara til eitt annað land.
Húsini hjá okkum vóru ein long lon 24x9 alin. Tá var Mykines nógv størri bygd enn nú, har mundu búgva eina 100 fólk. Tá ið Julianna gekk í skúla vóru 30 skúlabørn. Hon var fødd í 1945. Zacharias er trý ár yngri.
Jørðin lá ikki saman. Hetta gjørdi tað eisini meira stríggið. Eisini høvdu vit nakað av jørð í hondum fyri ognarar í Sørvági og eisini fyri Sofus Sivertsen.
Vit plagdu at fletta 50 lomb. Meginparturin av kjøtinum varð selt av oynni. Øll avroðini komu til sættis. Blóðið plagdi eg at koyra uppí fløskur. So var blóðpylsa gjørd. Blóðpylsan varð hongd upp í hjallin í einum neti. Hon varð ofta illa hýggjuskotin, tá ið hon varð tikin niður aftur. Men hon varð væl vaskað, og tá bilaði ikki. Vit tóku alt upp av slaktinum, vit vaskaðu eisini vilini. Tey vóru greipað saman og saltað í kaggar og útflutt til Danmarkar, har tey vóru nýtt til pylsuframleiðslu.
Vit høvdu eisini handil, har vit tóku móti skinnum. Tey vórðu saltað og útflutt. Men nakað var sjálvandi garvað til húðar- og rotuskógvar. Teir blivu grønir, tí blásteinur varð brúktur fyri at gera teir bleytari.
Ullin bleiv karðað nappað og spunnin um veturin.
Vit tóku eisini ímóti nokk so nógv av skipstroyggjum og vøttum í handlinum hjá okkum. Hetta var gott ítriv at hava um veturin.
Vit høvdu eitt pakkhús niðri í fjøruni, har vit tóku ímóti fiski og saltaðu hann. Tað hevur ikki verið nógv av útróðri í Mykines, men tað var ikki minni enn einki. Við at hava pakkhús niðri á varð nógv stríð spart í mun til, um fiskurin skuldi fáast upp á bakkan og síðan fáast virkaður niður aftur.
Veitsludagar
Umframt hetta høvdu vit eisini oksar. Mykinesoksar vóru kendir fyri sítt góða kjøt. Tað var altíð ein høgtíðsdagur, tá ið oksarnir, sum vóru ársgamlir, fóru av oynni. Teir vórðu koyrdir á sjógv og sleipaðir av einum báti til Smiril, sum tók teir til Havnar, har teir vórðu slaktaðir. Vit plagdu at hava tveir oksar. Tilsamans fóru 10-12 oksar av oynni.
Vit høvdu altíð eina ella tvær hoykonur um summarið. Tær komu úr Sørvági. Lønin var eitt lamb til heystar, umframt sjálvsagt innivist og mat. Eisini var tað eitt upplivilsi hjá teimum at vera eitt summar í Mykinesi. Tað var nógv at hoyggja, og tá var alt gjørt við handamegi.
So var tað, tá ið hoyggið skuldi berast inn. Tað varð fyrst sett í sátur, og alt hoyggið varð borið inn sama dag. Tá høvdu vit einar átta hoyberamenn.
Tað var eisini ein veitsludagur, tá ið hoyggið varð borið inn. Allir menninir komu fyrst á morgni inn at fáa sær at eta. Mitt um dagin fingu teir døgurða. Um kvøldið gjørdi eg ríshoyberavelling. Julianna plagdi tá at bera velling heim til húsfólkið hjá hoyberamonnunum.
Frúan fór ikki til neytar
Vit høvdu tvær mjólkikýr. Eg plagdu at fara til neytar, men tað dámdi Jørgen ikki. Hann var rúkandi óður. Hann segði, at tað hevði ikki hent seg fyrr, at frúan á Lonini var farin til neytar. Men tað legði eg einki í. Eg fór bara. Tað vóru annars arbeiðsgenturnar sum plagdu at fara til neytar.
Tað kundi vera langt at ganga um tað var mjørki og leitast mátti eftir neytunum.
Tá var øgiliga nógvur fuglur. Vit høvdu altíð roytingarkonur úr bygdini. Roytingarlønin var 20 lundar av hvørjum 100. Nógvur lundi varð seldur av oynni, men annars varð lundin saltaður í tunnur til vetrarføði.
Fjøðurin kom eisini til sættis. Hon varð send til fjøðurreinsaríið í Havn, so her er nógv broytt.
Menn bundu
Tað var ikki óvanligt at menn bundu. Heini, abbi løgmann, dugdi eisini so væl at binda. Hann hevði bindimaskinu.
Benadikt bant eisini. Hann bant allar bularnar og eg bant ermarnar.
Eg mátti passa neytini, tí Benadikt hevði astma. Annars var Benadikt ein álitismaður í bygdini. Hann hevði sjúkrakassa, hevði medisinkistu og gav sproytur, um tørvur var á tí. Eisini var hann deknur og limur í kommunustýrinum.
Børnini vóru trý. Vit høvdu tvey sjálvi, og so høvdu vit ein drong, Mikkjal, systirsonur Benadikt, sum vaks upp hjá okkum.
Tað hava verið nógvir lærarar í Mykinesi. Ein teirra var Óla Jákup Jacobsen, ættaður av Oyrarbakka. Hann var sonur Óla Jákup, sum fórst við Nólsoy í 1934, samstundis sum Neptun gekk burtur við 9 mykinesmonnnum.
Aftaná hann var Peter Jacob Sigvardsen, kendur gjáarmaður.
Kendir vitapassarar í Mykineshólmi vóru Jacob Nielsen og Elias Lið. Á hólminum var eisini skúli við fleiri børnum. Lærarin skiftist um at vera eina viku í hvørjum stað.
Børnini í hólminum tímdu ikki so væl at hava frí, so tey komu eisini onkuntíð heim í bygdina í skúla.
Torv og kol
Vit skóru eisini torv. Tað var ikki so langt at ganga, um ein hálvan tíma.
Eitt sindur av koli var í Mykinesi. Vit plagdu onkuntíð at høgga kol. Har er ein lind, men hon er ikki tjúkk. Kolið var bert til egið brúk.
Fór at taka ímóti ferðafólki
Eg fór so at taka móti ferðafólki har vesturi og tað gjørdi eg í 25 ár. Tey bæði gistu og fingu at eta. Har komu fólk úr øllum heraðshornum líka úr Kina. Tá var gott at duga enskt.
Í hesum sambandi skal verða endurgivin ein stubbi í Tingakrossi undirskrivað “takksamir gestir”, tá ið Benadikt bleiv 50 ár 24. September 1963:
Benadikt, sum er føddur og uppvaksin í Kvívík, hevur altíð verið hendinga hegnigur og skilagóður maður. Sum ungur fór hann til Havnar at læra málarahandverkið hjá Poul í Geil, og útlærdur helt hann fram at arbeiða sum málari, men tað varð ikki á hesum øki, at Benadikt kom at gerast kendur maður.
Fyri umleið 20 árum síðani flutti hann við konuni, sum eisini eru úr Kvívík, til Mykinesar, har tey tóku við búnum eftir Jørgen, ið varð giftur við fastur Benadikts.
Væl hava tey fallið til í Mykinesi og skjótt gjørdist Benadikt, góður sum hann var í ávikum, álitismaður har í bygdini.
At Benadikt gjørdist so kendur og væl umtóktur eisini uttan fyri bygdina, komst av, at hann og konan fingu sær gistingarhús í Mykinesi, og mong eru tey, bæði uttan- og innanlendis, sum hava sitið væl í teirra hugnaliga heimi.
Vit ynskja Benadikti hjartaliga tillukku við teim fimmti árunum, og at hesin vinsæli og virkisfúsi maður má hava mong góð ár at virka í til frama fyri bygdina og til gleði fyri tey mongu, ið leita til Mykinesar á sumri – hesa perlu í okkara oyggjaflokki, sum Benadikt og konan hava verið við til at gera enn meira atdragandi.
Tá ið illa vildi til
Jarðarmóður var í Mykinesi, men tá ið eg skuldi eiga, fór eg av oynni til Kvívíkar, har eg fekk míni børn. Ein kona var deyð av føðikrampa tað árið, vit komu vestur, so tað var hildið at vera tryggari at fara av oynni. Hetta var ein syrgilig hending. Eitt skip var komið undir oynna eftir konuni, men tað var ov seint.
Tað hava verið fleiri syrgiligar og vandamiklar hendingar har vesturi. At læknahjálp var so fjar var ein trupulleiki. Eina ferð vóru tvey børn, sum spældu undir einum hjalli. So dettur hesin hjallurin yvir tey. Eitt av børnunum kom at liggja undir. Tað var ódn og brim, og báturin fekk ikki komið eftir honum. Læknin, sum kom úr Vestmanna, mátti koma uppá land úti á Eggini. Drongurin varð skaddur í høvdinum. Jacob Nielsen fekk veitt fyrstuhjálp. Hann hevði sum navigatørur lært sjúkraviðgerð. Hann var so óførur í slíkum. Var okkurt áfatt vórðu altíð boð send eftir honum. Drongurin kom fyri seg aftur.
Tá ið nakað slíkt hendi, stóð bygdin saman. Tað hava verið aðrir óhugnaligir tilburðir har vesturi í míni tíð.
Fyrst tá ein maður systir mína, Herrit, Jákup Jacobsen, bóndin í Handanástovu, datt oman. Systir sat eftir við trimum døtrum. Hetta var um 1950.
So datt postmaðurin, Eli Jacobsen, oman. Hann var saman við soni okkara, Zacharias, farin at sleppa veðragjólingar út. Tað leyp oman yvir teir. Tá Zacharias raknaði við aftur, lá hann hálvur út av eggini. Hann rann so heim at boða frá.
Tað var alt so óhugnaligt. Tað fór sum ein kaldur gjóstur gjøgnum alla bygdina. Tá byrjaði fólk meira at flyta úr bygdini.
Ein lagna var Hálvdans Lisa kom úr Sørvági. Maðurin, Jógvan á Lækjuni, krøkti seg á útróðri og fekk blóðeitran. Hann lá sjúkur í Sørvági og doyði har. So ringt var sambandi til Mykinesar, at Lisa visti av ongum fyrr enn eftir, maðurin var jarðaður í Sørvági. Lisa átti ein son Michael. Hann gekk burtur við Neptun í 1934.
Flogvanlukkan
Eg búði framvegis í Mykinesi, tá ið flogfarið datt niður 26. september 1970. Hetta var eisini eitt skakandi upplivilsi. Eingin visti tá nakað. Vit høvdu hoyrt flogfarið uppi yvir.
Benadikt var við at bera eina av íslendsku flogternunum heim í bygdina. Hon hevði brotið ryggin. Tá var fólk í hvørjum húsi í bygdini, nógv vóru komin til skaða.
Ein kom til okkara. Tað var Knút Olsen, sum var havnarstjóri hja AP Møller í Oakland i California. Hann sendi mær seinni eitt flot skáp sum tøkk fyri hjálpina. Tað er nú hjá eini ommudóttir.
Knút flutti aftur til Føroya, tá hann náddi eftirlønaraldur. Hann var giftur við Mary av Toftum. Tey eru bæði deyð nú. Tey vóru bæði stak fitt fólk.
Eg skuldi halda 50 ára føðingardag tveir dagar seinni, men tað gjørdist sjálvsagt av ongum.
Flutti til Spanien
Benadikt doyði í 1972. Tá seldi eg jørðina í Mykinesi og keypti mær hús í Spanien.
Saman við Evaldi Jacobsen úr Sørvági búði eg í fleiri ár í Spania um veturin og í Føroyum um summarið. Eg átti systkinabarn har á leiðini. Fyrst høvdu vit eina íbúð og bygdu so eini hús. Eg og Evald vóru saman í 18 ár. Tá doyði hann brádliga av hjartaslag.
Eg var sjúkrahjálpari og arbeiddi á ellisheiminum á Sýnini í Vágum í 10 ár.
Eg kom so til Havnar. Men tá fann eg saman við Poul Mikkelsen í Gásadali, og eg búði har í fleiri ár. Har dámdi mær væl. Men heilsan hjá Poul fór at ganga undan, og eg fór aftur til Havnar fyri tveimum árum síðani og búgvi hjá dóttrini Julionnu.
Vit takka Fíu fyri hennara áhugaverdu frásøgn.
---
Komandi partur
Komandi partur verður um Skarsteingøluna
í Grønlandi í 1932.