Føroyar sum royndarland fyri nýggjari tøkni

Ein nýggj skipan, sum DONG Energy hevur ment, er sett upp á kervinum hjá SEV, sum saman við trimum stórum kundum skal royndarkoyra skipanina í eitt ár

Tað er eingin, sum er fegin um eitt sonevnt black-out, hvørki SEV ella brúkararnir. Og nú hevur DONG Energy í einum breiðum europeiskum samstarvi ment eina skipan, sum skal forða fyri júst hesum.
Skipanin nevnist Power Hub, og er í veruleikanum ein telduskrá.
- Vit hava gjørt avtalu við tríggjar av okkara stóru kundum um at verða við í hesari royndarverkætlanini, sum varar í eitt ár. Talan er um Bergfrost í Fuglafirði, Kollafjørð Pelagic og Hiddenfjord/Fútaklett í Vágum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.
Telduskipanir eru settar upp á hesum fyritøkum, sum eru beinleiðis í sambandi við SEV, sum aftur gjøgnum fipurkaðal er í beinleiðis sambandi við DONG Energy.
- Skipanin virkar á tann hátt, at skuldi eitt nú ein motorur á Sundi fallið út, verða í sama splitsekundi boð send til hesar tríggjar fyritøkurnar, sum sløkkja niður sítt forbrúk til eitt minimum. Samstundisverður økt um framleiðsluna aðrastaðni, sigur Hákun Djurhuus.
Fellur ein motorur á Sundi út, ganga millum 10 og 20 minuttir at fáa hann í gongd aftur, og tað tola hesar tríggjar fyritøkurnar lættliga.
- Fútaklettur og Pelagic kunnu klára seg í tímar uttan nevniverdan streym, og Bergfrost kann lættliga klára seg eitt heilt døgn, sigur Hákun Djurhuus.

Øll eygu á SEV
Hvørjar av hesum trimum fyritøkunum letur frá sær sín part av nýtsluni. Bergfrost sløkkir fyri frystarínum, Kollafjørður Pelagic sløkkir fimm av seks motorum, meðan Fútaklettur sløkkir fyri hitanum.
- Talan er um eina rættiliga altjóða verkætlan við áhuga um meginpartin av Europa. Tí eru eyguni hjá europeisku miðlunum í dag vend móti SEV og harvið Føroyum, sigur Hákun Djurhuus.
Og tað er nakað, sum eisini landsstýrismaðurin í orkumálum, Johan Dahl, fegnast um.
- Eg haldi tað er sera áhugavert, at Føroyar eru valdar sum øki, at royndarkoyra hesa skipanina. Tað er ein verkætlan, sum SEV og DONG Energy settu í verk fyri nøkrum árum síðani, Føroyar eru væl egnaðar til eita slíka royndarverkætlanVit eru fult út førir fyri at skipa eina slíka small-scale verkætlan, sum hetta jú er, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at vit framman undan hava hesar skipanirnar, sum nevnast smart-grid, har til ber at samskipa vind-, vatn- og motororku.
- Hetta er einastandandi gott, og ikki minst at hetta verður væl dekkað av útlendskum fjølmiðlum er gott fyri okkum sum land, sigur Johan Dahl.
Ein av orsøkunum til, at Føroyar eru valdar sum royndarøki er, at talan er um eina afturlætna skipan, og tað er bæði gott og ringt.
- Ein av trupulleikunum við at hava eina afturlætna skipan er, at vit fáa eina avmarking í gagnnýtsluni av vindorkuni, og hendan skipanin fer at gera, at tað ber til, sigur Johan Dahl.

Økja um vindorku
Tað hevur eisini verið gjørt nógv fyri at minka um oljuna og økja um varandi orkuframleiðslu.
- Har er vindurin og vatnið og seinni eisini sjóvarfalsorkan tað, sum vit koma at seta fokus á. Vit eru í holt við at gera ina heildarætlan fyri el-økið, sum skal verða klár í vár, og hon verður so lunnarnir undir framtíðar skipanini. Og ein slík skipan sum henda, vit hava sett í gongd í dag, verður ein vitalur partur av ætlanunum, sigur Johan Dahl.
Ætlanin er, at vindorkan í 2014 skal umboða 24% av samlaðu framleiðsluni hjá SEV, og í so máta er skipanin, sum nú verður royndarkoyrd, hent.
- Hon er júst ætlað at stýra lutfallinum millum ymsu orkukeldurnar. Vit hava jú gjørt tað lættari og smidligari at bjóða vindorkuna út, og tað hevur eisini gjørt tað, at vit kunnu taka størri mongdir inn. Vit hava eina útbjóðing í gongd í løtuni upp á 12 MW, og tað er bara positivt, tað er leiðin, vit skulu ganga, sigur Johan Dahl.
Og tað finnast stórir møguleikar á økinum.
- Her eru jú stórir aktørar við á økinum, altjóða aktørar umframt ES, so um hetta verður væleydnað – og tað vænti eg, tað verður – so fer tað at merkja, at vit kunnu byggja munandi út á vindorkuøkinum frameftir, sigur Johan Dahl.

Útflyta orku
Tosað hevur verið um ein el-kaðal úr Íslandi til Føroya, men hendan nýggjasta tøknin spennir kortini ikki bein fyri hesari ætlanini.
- Nei, avgjørt ikki. Kaðalin, sum vit hava sett á skinnarar fyri at fáa lýst hann betri, og sum vit hava gjørt eina forverkætlan til, saman við íslendingum, SEV og Jarðfeingi umframt øðrum aktørum á økinum, er jú partur av einari heildarloysn. Og aðalmálið hjá okkum er eisini upp á sikt, at vit kunnu knýta okkum upp í el-kervið í Europa, tað er eitt mál, ið eg vóni vit einaferð røkka, sigur Johan Dahl.
Og tað hevur sínar avgjørdu fyrimunir.
- Tað vil alt annað líka eisini merkja, at føroyingar kundu útflutt orku sum eitt alternativ, so tað er avgjørt ikki slept, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum.
Skoytast kann upp í, at skipað var fyri einum royndar black-out, og hóast okkurt kiksaði hjá Kollafjørð Pelagic, sum skuldi økja um framleiðsluna, samstundis sum ein motorur á Sundi skuldi sløkkjast, so virkaði skipanin kortini sum hon skuldi.
Bæði Johan Dahl, landsstýrismaður og Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, vænta sær nógv av nýggju skipanini og síggja stórar møguleikar í henni.