Hin føroyski eftirskúlin: Ein grundar­steinur undir fólkavøkstri

Gunnvør Balle, Tingkvinna. Tjóðveldi
-----

Í summar vóru vit í Danmark og fylgdu miðlinginum á ítrótt­ar­eftiskúla á Fjóni. Vænti mær ein nógv mentan 17 ára gamlan ungling aftur kom­andi summar, við fullari skjáttu av sjálvsáliti og minni­ligum upplivingum. Sam­an við kveikjandi lærar­um og nýggjum vinum tek­ur hann eitt avgerandi stig frá barndóminum og inn í vaksna lívið hetta árið. Hann hevur fingið fult av anda­ligum og kropsligum av­bjóðingum og í felagsskapi við onnur hevur hann lært at taka ábyrgd av sær sjálvum. Fyri fyrstu ferð merkir hann titrandi kensluna av frælsi, og at standa á egnum bein­um. Alt virði, ið fara at koma honum til góðar í framtíðini – í útbúgvingini og í familju- og arbeiðslívinum.
Eg gleðist um drongin og hinar yvir 130 ungu føroy­ing­a­rnar, ið fáa somu góðu upp­living á donskum eftirskúlum hvørt ár. Men eg kann ikki annað enn stúra fyri, hvat hetta merkir fyri Føroyar og fyri komandi ættarlið, ið skulu bera førningin víðari. Tí allar hesar kenslur og upp­­livingar – øll hendan menn­­ing – fer fram í einum fremm­­andum umhvørvi. Har­við eru stór sannlíkindi fyri, at unglingurin festir sínar røtur í útlendska jørð, og at hann sær sína framtíð at vera aðra­staðni enn her heima.
Fyri nøkrum árum síðan var elsta dótturin eitt ár á sama skúla, og eyguni glógva enn, tá hon minnist aftur á hetta eydnuríka ár. Og yngsta kelivættið tosar longu um, tá hon um 6 ár skal á eftirskúla í Danmark ”eins og øll hini”. Hon er tó heldur bivandi við tankan, tí ólík av lyndi sum hon er frá hinum systkj­un­um, so trívist hon best í tí trygga og heimliga.
Men henni nýtist ikki at stúra, tí tá hon verður 16, hevur hon møguleika fyri at fara á eftirskúla í Suðuroy. Tá kann hennara dreymur eisini gerast veruleiki, og hon kann, eins og eldri systkini, fáa eitt spennandi og mennandi eftirskúlaár í Føroyum. Hon fær kensluna av at royna sítt flog, men tó ikki so ræðandi langt heimanifrá.
------
Í 2018 ferðist eg so við tí yngstu við Smyrli suður til Hin Føroyska Eftirskúlan. Tá hevur skúlin fýra ár á baki, og eftirspurningurin eftir at sleppa inn er vaksandi. Fyrstu árini hevði skúlin ein flokk við 25 næmingum, flestir úr Føroyum, men eisini eru fleiri børn hjá føroyskum útisetum, umframt einstakir næmingar úr øðrum Norð­ur­londum. Orsaka av longum bíðirøðum, er ætlanin at taka tveir flokkar inn í 2018. Skúlin hevur víst seg at vera sera lokkandi fyri úti­seta­børn, sum gjarna vilja styrkja sítt tilknýti til Føroya og longu sæst, at fleiri teirra velja eisini at taka miðnám og hægri lestur her. Harfrá er tankin um at gerast fast­búgvandi ikki fjarur.
Eftirskúlin hevur fingið um­dømi sum ein spennandi og øðrvísi møguleiki í 10. flokki. Eitt sindur bygda­slig­ur, men uppá tann kula og skeiva mátan. Innihaldið er støð­ugt ment og megnar at lokka tey ungu til oynna. Skúlin húsast í einum av tómu skúlunum og kostaði lítið at gera í hóskandi stand. Virksemið á skúlanum er tætt samskipað við tí hjá Mið­­námsskúlanum, soleiðis at full nýtsla verður av høl­um, lærarum og útgerð. Ein­asta, sum er nýbygt, er eitt snøgt og nýmótans næm­inga­­heim, ið virkar sum bú­stað­ur fyri næmingar og lær­ar­ar á Eftirskúlanum, Mið­­námsskúlanum og Heilsu­­skúl­an­um.
Grundsúlur skúlans hvíla á somu tankar og hugsjónir sum Grundtvíg hevði um Fólkaháskúlan: Upplýsing, fólkaræði, siðsemi og at kjø­lfesta ungdómin í fostur­land­inum. Hin føroyski Eftir­skúlin leggur dent á søgu og samtíð, samstundis sum tey ungu fáa kunnleika og tokka til okkara móðurmál og skald­­skap.
Innihaldið er býtt upp í valfak og breytir. Næming­ar­nir kunnu velja millum nøkur ástøðilig valfak, ma før­oyskt, enskt, støddfrøði og samfelagsfak. Haraftrat er møguleiki fyri at velja ímillum tvær breytir: Eina listabreyt við myndlist, skriving, tón- og sjónleiki og eina natúru­breyt, sum um­fatar til­feingi og upp­liv­ingar. Íverk­setan er felags­fak hjá báð­um breyt­unum, tí eitt av enda­málum skúlans er at stimbra tey skapandi evnini og geva næmingunum sjálvsálit og hug til at brúka hesi evni. Skúlin setir høg krøv til næmingarnar og tey vera støðugt stimbrað til at flyta egin mørk.
Á natúru- og upplivingar­breytini eru næmingarnir sjálvsagt nógv úti. Til fjals, í fjøru og á sjónum. Tey læra sjómanskap ígjøgnum verk­ligar royndir umborð á skipi og báti, har tey hava lært at arbeiða við reiðskapi og duga at skyna á veðri. Hesir næmingar hava fingið eina grundleggjandi fatan av natúr­uni, og av hugtakinum burð­ardygd. Tey hava skilt saman­hangin millum menn­iskju og náttúru, og hvussu hetta samspæl kann gerast við virð­ing.
Á listabreytini sleppa næm­­ingar, við skapandi áhuga og evnum, í djúpdina við hes­­um fakum. Lærararnir eru lærdir innan sítt fak, sum um­fatar myndlist og und­ir­vísing í skriving. Tón­leikur og drama er eis­ini partur av breytini, og verk­evni og sangleikir verða skipað í samstarvi við musikk­skúl­an og Saltsiluna, hvørs tón­leikavirksemið nú er komið væl í gongd. Mangir av næm­ingunum tosa um, at tey hava fingið eitt slag av listarligari veking, og tey brenna fyri at arbeiða innan tað kreativa fakið.
Fakið íverksetan verður samantvinnað við lista- og náttúrubreytina, soleiðis at næmingurin fær íblástur og hug til kreativt ella vinnuligt virksemi. Okkurt hugskot til smáídnað er sprottið úr hes­um umhvørvi og tey hava havt góðar royndir av, at næm­ingar samstarva við Kunn­ingarstovurnar um at koma við hugskotum til nýggj ferða­vinnutilboð. Tað er ein serlig uppliving bæði hjá teimum ungu og hjá ferða­fólki, at næmingarnir eru við sum hjálpar-ferðaleiðarar á gongu­túrum í fjøllunum og í fjørðinum á floti. Allastaðni leita ferðafólk eftir sonnum upplivingum, og hetta kunnu Føroyar bjóða í ríkiligt mát.
Lærarar við royndum sum íverksetarar kveikja áhugan hjá teimum ungu til at seta ting í gongd við støði í egnum evnum og okkara tilfeingi og natúru. Fyri at verða ein góður íverksetari mást tú hava okkurt uppá hjartað. Hesir næmingar finna eina mein­ing og hava fingið fat­an av møguleikunum í okk­ara mentan og natúru, sam­stundis sum íverk­setara­­andin mennist. Hetta sam­spæl vísir seg longu at hava verið ein góð íløga í framtíðar vinnumenning.
Eftirskúlin verður fíggj­aður lutvíst við almennum og kommunalum stuðli og lutvíst við næmingagjaldið og privatum stuðli.
------
Eg siti við einari góðari kenslu á veg norðuraftur hetta sunnu­kvøld umborð á Smyrli. Dótt­urin, sum hevur valt tónleik og list, fór spent inn í hetta nýggja um­hvørvið. Kenslan er ikki bara góð fyri hana, men eg gleðist yvir alt tað ýðandi lív og øll tey tekin um fram­burð, eg sá í Suðuroynni hendan dagin. Eg tori nú at trúgva uppá, at vit hava vent rákinum og hugburðinum til, at tað saktans er møguligt at fáa ung­dómin at støðast og menn­ast í Føroyum.
Eg sá ein Skúla­depil í Suðu­r­oy – umfat­andi Eftir­skúla, Mið­náms­skúla og Heilsuskúla – sum er í støð­ugari menning og sum skapar eitt blómandi ung­dóms­virk­semi kring alla oynna. Lærarar kappast um at fáa starv á Deplinum, og saman við sterka vinnulívinum í oynni hevur Suðuroyggin endur­vunnið sítt pláss sum ein av kraftdeplunum í land­inum.
Og kenslan er góð, tí eg gleðist um, at vit politikkarar í tingsetuni 2012/13 megnaðu at finna breiða semju um at seta á stovn Eftirskúlan í Suðuroy, soleiðis at hann var klárur at taka teir fyrstu næm­ingarnar inn í 2014. Og hetta var gjørt uttan at stórar íløgur vóru neyðugar, men tí politiski viljin var til staðar til at fáa eitt føroyskt eftirskúlatilboð, sum er ein av fortreytunum fyri at unga fólkið støðist í landinum.