Eyðgerð Mørkøre Kruse, Lesandi
-----
Tíðindaflutningurin seinastu tíðina, ja, nærum seinastu árini hevur verið dapur at lurta eftir, tá talan er um tíðindi sum viðvíkja kvinnum.
Vit gerast færri og færri kvinnur í burðardyggum aldri, sum velja at seta búgv her á klettunum. Fáar av okkum velja at koma til Føroyar aftur at búgva eftir loknan lestur og til seinasta kommunuval var kvinnuumboðanin í teimum ymisku bý- og bygdaráðunum í Føroyum aftur lægri, enn hon er í londunum, sum vit annars elska at samanbera okkum við.
Hóast miðlarnir hava verið óførir at greiða okkum borgarum frá hesum og hava víst á vandatekin við hesi gongd, so tykist tað sum at sletta vatn á gás hjá teimum sum veruliga burdu lagt nakað í, um nøkur kvinna í burðardyggum aldri verður eftir í hesum landi í framtíðini. Hvar eru politikararnir? Leggja teir einki í, um nógv færri børn verða fødd í Føroyum um nøkur ár? Leggja teir einki í tann trupulleika, at aldurspyramidan um nøkur ár fer at standa á høvdinum? Leggja teir einki í, um eingin kvinna er eftir í Føroyum at ansa eftir teimum, sum møguliga koma at hava tørv á røkt á gamalsaldri? Hvar eru tey sum eiga at leggja nakað í og reagera upp á hesi vandatekin?
Umframt at kvinnur í burðardyggum aldri fækkast og nógvar av teimum sum fara uttanlands at nema sær útbúgving ikki koma aftur, hvat so við trupulleikanum, at tað nærum bara eru menn sum taka avgerðir í hesum landi? Er tað sunt, at tað nærum bara eru menn, sum koma at taka avgerðir í teimum føroysku kommununum tey komandi fýra árini?
Politikarar kunnu lóggeva um, at fiskurin skal koma upp á land í Føroyum. Teir kunnu lóggeva um eigaraskaran í alivinnuni, men at fara at gera nakað ítøkiligt við ójavnan í t.d. kvinnuumboðanin í tí politisku skipanini, tað ber ikki til. Sagt verður, at kvinnurnar kunnu bara velja at stilla upp. Teimum nýtist ikki altíð at siga nei, tá tær verða spurdar um at úttala seg, t.d. í miðlunum. Tað er eisini rætt, at kvinnur kunnu bjóða seg nógv meira fram á tí politiska pallinum, enn tær hava gjørt. Men hví velja so fáar at gera tað? Hvat er tað sum ger, at kvinnur, tá tær verða spurdar um at úttala seg í miðlunum, og tá tær verða spurdar um at stilla upp, ofta siga: “spyr onkran annan”, ella “hatta havi eg ikki skil fyri” o.s.fr. Hevur tað okkurt við okkara mentan at gera? Er tað so, at dreingir kunnu buldra, siga sína hugsan og kanska verða óðir, meðan tað sama ikki er galdandi fyri gentur?
Um politikarar velja, at lata vera við at lóggeva soleiðis, at kvinnur eru umboðaðar í almennum nevndum, kommunum, Løgtingi og Landsstýri, ja, so eru tað onnur tiltøk sum kunnu setast í verk. Tað sær ikki út, sum at vit í Føroyum fáa javnstøðu við at bíða. Tað kemur ikki av sær sjálvum og spurningurin er, um vit kvinnur eiga at verða nógv meira ágangandi og buldra nógv meira fram. Men soleiðis velja nógvar av okkum ikki at kjakast og koma framat, har vit vilja hava ávirkan. Hetta mugu mennirnir eisini taka við og hesin ymiskleiki er eisini tað, sum kann gera okkara samfelag nógv ríkari. Kvinnur og menn hava ikki altíð sama hugsunarhátt og sama hátt at koma fram við loysnum og at loysa trupulleikar uppá. Tað er júst tað sum ger okkum so vælegnað at arbeiða saman landinum at frama. Hetta góða arbeiðslag, vit sum samfelag kunnu fáa, fer til spillis, meðan vit bíða.