Ein megnar kvinna

Frank Davidsen
.....
Hjartanemandi og ikki sørt beinreikin var sam­røð­an ið Kringvarpi hevði við stigtakarin av "Í menn­iskj­um góður tokki ". Tað verður trupult við fáum orðum, at seta orð á eitt menniskja, ið av næstra kærleika og sjálv­boðin, tekur sakina í egnar hendur. Eina sak sum hon brennur fyri, har hon setur fokus á tey á niðastu rók í okkara samfelagi.
Heilar 500 familjur søktu nevnda felagsskap, um ein fíggjarligan fløva í fjør upp undir jóltíðir. Hes­ar familjur og helst ein­stak­lingar eisini, sum ikki høvdu tann fíggjarliga før­leikan ið var neyðugur, til fáa eini hugnalig jól, hjá sær og sínum. At henda megn­ar­kvinna hevði tað menniskjaligu orku, til at samskipa eina innsavnan, frá einstaklingum og vinnu­fyritøkum, soleiðis at enda­liga úrsliti gjørdist 1,2 milli­ónur krónur, ja ein hevur ikki orð fyri tí. Ikki minni einastandandi er, tá hugsa verður um tí heilsuligu støðu hon er og hevur verið í.
Aftur í ár hevur hon tikið stig til sama tiltak, eins og hon hevur upp raðfest tað innsavnan sum fer fram nú upp til jólar. Í millum annað kemur bóklingur í hvørt hús, har familjur greiða frá tí syndarligu fíggjarligu støðu, tey vóru í, tá tey søktu um nevnda stuðul. Eis­ini verður sett ljós á við hesa innsavnan, við at lyst verður á mjólkapakkum fr áMBM, sum verða seldir upp til jóla, o.s.fr.
Spurd av Kringvarpinum, um støðan hjá nevndu fólk­um var batna síðan í fjør, so ásannaði hon, at tað metti hon ikki.
Tað má sigast verða lagn­unar speisemi, at samstundis sum nevnda innsavnan er farin av barkastokki, so er dómur fallin í einum málið, har partaeiganir í einum felagi ikki eiga at gjalda skatt av út við 200 millionum krónur. Peningur sum teir hava tikið út úr felagnum, og aftaná flutt peningin í eitt holdingsfelag, sum tað fínt eitur.
Eg havi fulla respekt yvur fyri hesum monnum, sum við ágrytni og treysti hava givið okkara samfelagi so nógv. Teir góvust ikki á hondum tá ið kreppan var í hæddini fyrst í hálvfemsunum, til dagin í dag.
Hesir partaeigarar hava ikki gjørt tað í duldum ella við óreglusemi, men við kapitalskattalógini í hond­ini, hevur sakførari teirra vun­n­ið sakina.
Sostatt kunna teir við rent­­um fáa útgoldið úr lands­­kassanum einar 65 milli­ónir skattafríar krón­­ur. Og advokaturin, haldi tykk­um fast, hann fær 4.500.000 krónur fyri ómakin. Sig so tað, um ikki vit hava ein stætta­mun í okk­ara sam­felagi.
Ikki nokk við tí, so greiddi teirra sakførari herfyri í fjølmiðli, at hetta er bert toppurin av ísfjallinum. Tí tað koma fleiri onnur felag, at gera sær dælt av holunum í kapitalskattalógini, so lands­kassin kemur helst, at bløða fyri eitt ótal av milliónum, um ikki holini verða typt í kapitalskattalógini.
So kann ein spyrja, hvar marki er í millum ein lóg­ar­tekst, og hinvegin totalt anarki, á skatta og kapi­tal­pen­siónaøkinum. Eitt er, at fáa fólksins ogn ókeypis, við áræði og hepni, byggja upp eina stóra vinnufyritøkuíð ið hevur eitt milliarda virði, og sum gevur hvørjum ein­stakum í hesi fyritøku árs­lønir sum liggja um eina millión. At so eigarnir har afturat, við lógini í hondini kunna drena út við 200 milliónir út úr fyritøkuni, uttan at gjald eitt oyra í skatti, tað er einki minni enn ein gøla.
Eingin ivi er um hvør ið fíggjarliga kemur at bløða fyri tær nógvu milliónirnar. Tað verður sum vanligt a-skattagjaldarin, sum eisini hongur uppá allar mvg eftirstøðurnar,, sum á hvørjum ári høvdu muna gott í tann slunkna lands­kassa.
Eg haldi tað er skeivt, at geva Taks alla ábyrgdina, tá teirra serfrøði metti, at partaeigarnir eiga at gjalda skatt. Og tað hevði verið upp aftur skeivari um skatt ikki royndií rættarliga vegin, til tess at finna út hvør orsøkin er, at 10-15 partaeigarar, ístaðin fyr at gjalda skatt, stinga yvur hálvt hundrað milliónir niður í lumman skattafrítt.
Er ikki okkurt spinnandi galið í okkara samfelag, tá tey sum hava ráð at gjalda skatt, bara soleiðis uttan víðari kunna sleppa sær undan at gjalda skatt, meðan tann láglønti og miðallønti skattaborgarin skulu fylla upp í aftur landskassan.
USA sum teir mest høgra­vendu hava sum sítt ideo­logi­skt poltiska paradís, har eru tey múgvandi, millióning og milliararderarnir mest sum friðaðir skattatekniskt, men for hundin, teir gjalda hóast alt 13-15 % í skatti.
Tá íð Óli Breckmann var í velmaktini, var hann forsprákari fyri, at gera Føroyar til eitt skattaparadís, soleiðis sum Isle of Man, og onnur skattaparadís. Tað er als ikki neyðugt, tí Føroyar er við hesum dømi, eitt tað fúlasta skattaparadís í heim­inum, væl at merkja, fyri tey múgvandi.
Í meðan er omanfyri nevndi felagsskapurin ein­asta trygdin fyri, at 4-500 familjur og einstaklingar fáa ein fíggjarligan fløva til jólar.