ella luttøku frá almennari síðu í privatum oljufeløgum! Hann sigur, at tað al-menna hevur rætt eins og øll onnur at seta pening í privata oljufelagið men tó í mesta lagi 20% í felagið. Eingin kann forða tí [...] hjá landsstýrinum tann, at fyrsta lisensrundan skal verða boðin út í vár, soleiðis at oljufeløg sleppa í gongd at bora seint í 99 ella í ár 2000. [...] um eina handilsliga avtalu, so kanst tú ikki vera í fleiri samtøkum. Hevur tú valt eitt samtak at arbeiða saman við, so mást tú vera har í hvussu er í fyrstu rundu. Kjartan Hoydal leggur alstóran dent
nar í dag eru sera góðar, orskað av høgum inntøkunum í fiskivinnuni. Kravið til myndugleikarnir er at bera so í bandi, at avlopið í almenna sektorinum -t.e. landskassi og kommunur - í mun til í dag økist [...] leggur seg út í orðaskiftið. Stjórin í Føroya Banka heldur hinvegin, at tað er ein sjálvfylgja at vinnulív, peninagstovnar o.o. taka lut í orðaskiftinum um framtíðar bygnað og búskap í Føroyum. Tað er ikki [...] Í vikuni luttók stjórin í Føroya Banka í pallborðsfundi um fullveldi, sum Tjóðveldisfelagið skipaði fyri í Fuglafirði. Hann hoyrir ikki til tey, sum halda, at tað er púra órealistiskt at tosa um fullveldi
eftir Havnargøtu í Havn og ætla sær niðan í Jónas Broncsgøtu, blunka til vinstru! Í Føroyum eru 15 berghol, trý í Suðuroy, tvey á Streymoynni, tvey í Eysturoynni, fimm á Kalsoynni, eitt í Kunoynni og tvey [...] Super Dekk í Havn, fóru hesa vikuna til Leirvíkar. Tað er Asta Olsen í Leirvík, sum gjørdi hepni vinnarin hesafer. Hon fær dekkini við at seta seg í sambandi við Sosialin ella við Super Dekk í Havn, sum [...] eigur tú at vísa av, tá tú koyrir í eini rundkoyring og hvussu nógv berghøl eru í Føroyum. Fyrsti bilurin, sum kom til Føroya, kom við DFDS-skipinum Island tann 5. mai í 1922. Tað vóru teir báðir havnarmenninir
tann skilabesta, hann higartil hevur gjørt í øllum málunum. Í staðin fyri í minsta lagi at gevast, tá hann fekk rætt í hesi metingini við landsrættardóminum í Heygadrangsmálinum, helt hann fram og herdi [...] verður gloymt í hesum kjakinum, hvør tað var, sum setti meg í gongd við at gera kanningarnar. Tað var nevniliga Føroya Landsstýri«. So vita vit tað. Tað er landsstýrið, sum hevur skyldina. Var tað so eisini [...] at greiða lesarunum frá hvat hetta merkir, og hví rættartrygdin í Føroyum lættliga kann koma í vanda, er fútin ikki uppgávu sína vaksin. Í flestu londum, Danmark plagar at dáma at bera saman við, eru vatntøtt
verður sera væl móttikið í okkara ídnaði. Ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í London vil ikki siga, um ein avtala er við at koma uppá pláss við Danmark, sum umboðar Føroyar í uttanríkismálum. Hann sigur [...] nógv burtur úr oljumálum, ið viðvíkja Atlantsmótinum, hevur í mánadagsútgávuni lagt greinina í Sunday Times fyri við Árna Olafsson, leiðara í føroysku samráðingarnevndini. Hann vísir aftur, at nøkur endalig [...] mánaðirnar, so var seinasti almenni fundurin millum Bretland og føroysk-donsku nevndina um eitt nú Hvíta økið hildin fyri meira enn einum ári síðani. Seinastu ferð, at partarnir formelt hittust var í september
bleiv viðgjørdur í bólkum. Allir fýra bólkarnir førdu fram, at meiriluti var fyri at varðveita kappingina í verandi líki. Formaðurin í Havnar Bóltfelag, Gunnar Mohr, segði, at ein vansi í løtuni er, at gloppið [...] evndin eisini í framtíðini at meta um í hvørjum einstøkum føri. Hví skulu allir leikarar revsast, av tí at ein persónur hevur hugt skeivt í ferðaætlanina? Hetta er komið fyri eina ferð í 12 ár! Endamálið [...] luttók í kapping niðri í Aberdeen var orsakað av sera góðum tilboði frá Aberdeen, ið vit ikki kundu lata vera við at taka av. Vit høvdu annars meldað avboð. Tíðin gekk undan, og tí settu vit okkum í samband
Í gjáramorgunin fóru Torleif Sigurðsson, formaður, og Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, úr Føroyum og til Sveits á fund hjá UEFA. Síðsta fótbóltsuppgávan, sum teir avgreiddu áðrenn fráferðina var árligi [...] spælarin skal hava verið limur í einum felag í minsta lagið í 30 dagar, áðrenn tað er honum loyvt at spæla fyri tað. Hetta fer helst at verða broytt til, at tað skulu ganga í minsta lagi 30 dagar frá tí, [...] myndugleika at gera broytingar í ásetingum og reglugerðum, men var heldur eitt forum, har FSF og feløgini loddaðu dýpið fyri hugsanum um møguligar broytingar. Tey málini, sum tað var undirtøka fyri, verða nú
so er, mugu tey flestu liðini í Føroyum lúta. Jákup Helgi í essinum Eitt annað, sum gjørdi seg galdandi var, at Jákup Helgi Egholm spældi ein branddyst. Hann var rættiliga í essinum og vann allar bóltarnar [...] sum higartil í ár hevur vunnið allar sínar dystir, hevði eitt serstakliga vánaligt vikuskifti, tá FK-kappingin var. Teir vunnu SÍ, men kundu eins væl havt tapt og teir taptu móti Fram, bæði í innleiðandi [...] i umfarinum og í finaluni. Einasti líkinda dysturin hjá ÍF var dysturin móti Fleyr í semifinaluni, og tann dystin vunnu teir. ÍF setti seg á dystin frá byrjan og vísti, at teir ætlaðu sær at vinna. Teir
greiðir Hans Guðmundsson frá. Tíðina í Spania var Hans Guðmundsson fulltíðar hondbóltsspælari, og hetta var ein spennandi tíð. Tá vit spyrja, um hetta var hæddarpunktið í hansara yrkisleið sum hondbóltsspælari [...] ikki í nær námind so nógv sum teir hjá Barcelona. Hans Guðmundsson fór fyrstu ferð til Spania í byrjanini av august mánaði 1985 til felagið Canteras, sum helt til í Las Palmas, og sum spældi í bestu sponsku [...] síðani á ferð runt um alt Spania, har vit í tvær vikur spældu venjingardystir og luttóku í smærri kappingum. Eg var toppskjútti í øllum teimum kappingunum, men í seinasta dystinum, áðrenn vit skuldu heim
spæla í EM undankappingini miðjan oktober. Alt Føroyar var á gosi. Navnframa fótbóltslandslið okkara skuldi aftur í eldin, hesaferð móti ongum minni enn tí skotska landsliðnum, sum er fastur fúsur í øllum [...] tikið í brúk. Hetta er fyrstu ferð, at føroyingar koma leiðina úr Føroyum at síggja hetta stásiliga far. Nú skipið hevur verið roynt í meira enn eitt ár vildi operatørurin BP vísa umboðum úr Føroyum, hvussu [...] hvussu tað arbeiðir í hesum nýggja økinum og skikkar sær í tí oftani sera veðurbarda farvatninum. Trygdin altumráðandi Tað fyrsta tú beit merki í var, hvussu stórur dentur verður lagdur á trygdina. Longu