Sum dystirnir higartil hava háttað sær, so er lagt upp til at kappingin um FM heitið skal standa millum ÍF og Fleyr. Seinasta vikuskiftið sá út til at Fram ætlaði sær at blanda seg í toppstríðið, men í dystinum móti ÍF um vikuskiftið fingu teir greiða ábending um at tað kann fara at gerast trupult.
Tó so, vónirnar eru ikki av fyri Fram, verri enn so, tí hósdagin kemur Fleyr á vitjan í Eysturskúlanum og vinnur Fram tann dystin, so er kappingin meira opin aftur.
Tað er nú einaferð so, at tað skal nokk so lítið til áðrenn eitt lið, sum hevur vunnið nógv, brádliga tapir. ÍF, sum higartil í ár hevur vunnið allar sínar dystir, hevði eitt serstakliga vánaligt vikuskifti, tá FK-kappingin var. Teir vunnu SÍ, men kundu eins væl havt tapt og teir taptu móti Fram, bæði í innleiðandi umfarinum og í finaluni. Einasti líkinda dysturin hjá ÍF var dysturin móti Fleyr í semifinaluni, og tann dystin vunnu teir.
ÍF setti seg á dystin frá byrjan og vísti, at teir ætlaðu sær at vinna. Teir hava sterkar spælarar á miðjuni og tá teir fáa blokaduspælið at virka sum tað skal, so er torført at koma ígjøgnum við álopsspælinum hjá mótstøðuliðunum.
Soleiðis var eisini leygardagin. Fram royndi og royndi, men striltið gekk, serlig tí at blokadan hjá ÍF var tøtt sum tróðrið.
Eitt annað, sum altíð hevur verið vørumerkið hjá ÍF er, at teir eru sera raskir í defensiva spælinum. Spælararnir eru kvikir sum køttar og hava ein ótrúligan vilja at fáa bóltar upp aftur, sum sýnast taptir. Eisini hetta spælið vístu teir í auluni í Eysturskúlanum leygardagin. Og tá so er, mugu tey flestu liðini í Føroyum lúta.
Jákup Helgi
í essinum
Eitt annað, sum gjørdi seg galdandi var, at Jákup Helgi Egholm spældi ein branddyst. Hann var rættiliga í essinum og vann allar bóltarnar, sum hevarin hjá ÍF, Odd Eliasen, tveitti út til hansara. At so Odd eisini hevði ein sera góðan dag gjørdi ikki støðuna verri hjá ÍF ? minni enn so.
Álopsspælið hjá Fram var meira stirvið, og tað var serliga blokaduspælinum hjá ÍF fyri at takka. Sigmund av Teigum, sum er ein framúr góður smashari, slapp ikki ígjøgnum blokkin hjá ÍF, og tá so er, er trupult hjá Fram at vinna, tí Sigmund er berandi spælarin á liðnum.
Jens Heri útvístur
Í øðrum setti hendi nakað, sum sjáldan hendir í føroyskum flogbólti. Jens Heri, sum man vera næstdrúgvasti Fram-leikarin, misti tráðin og gjørdist í øðini inn á dómarin. Tað er ikki serliga skilagott, tí tað er nú einaferð dómarin, sum hevur seinasta orðið í dystinum og tað vísti hann eisini hesaferð.
Jens Heri fekk kort fyri at brúka seg, men tá hann helt fram gjørdi dómarin ikki mætari enn at vísa honum av vøllinum fyri restina av settinum.
Tá hetta hendi, hevði ÍF lagt seg framum við 10-5, og teir vunnu settið 15-8. Løtuna eftir útvísingina fekk ÍF trý stig og so var settið so at siga vunnið. At Fram so fekk trý stig afturat hevði bara kosmetiskan týdning, tí tað var bara ein spurningur um tíð, nær ÍF vann.
ÍF vann eisini triðja sett. Tað vunnu teir 15-11 og á henda hátt fingu teir sagt so ruddiliga takk fyri síðst við Fram. Venjarin hjá ÍF Suni Hansen sigur, at hann hevði ikki væntað at tað fór at ganga so lætt, tí munurin millum liðini var ikki so stórur seinasta vikuskiftið.
? Men tað vísir bara, at vit klára okkum ikki bara við at spæla 80 prosent av tí vit kunnu. Vit skulu spæla 100 % alla tíðina, tí annars tapa vit. Liðini eru jøvn, og tað krevur at vit geva okkum alla tíðina.
Tað defensiva arbeiðið orsøkin
Spurdur um orsøkina til at fuglfirðingar vunnu dystin sigur Suni Hansen:
? Vit vóru ótrúliga hepnir í blokkinum frá byrjan og tað gjørdi, at teirra álopsspæl ongantíð fungeraði.
? Harafturat fingu vit verjuspælið hjá okkum at fungera beinanvegin og tað hevur alt at siga. Gólvarbeiðið var framúr gott, og vit fingu fatur á tí mesta. Tá so einstakir spælarar vinna næstan alt sum teir sláa, so er torført hjá mótstøðuliðnum at vinna. Men tann størsti munurin var, at vit góvu okkum 100 prosent allan dystin.
ÍF er framvegis einsamalt á odda hjá monnunum og tað sær út til at teir hava gott tak á hinum liðunum. Teir hava nú spælt móti øllum liðunum í deildini og tá liggur ein væl fyri til næsta umfar.










