Vetrardekkini fóru til Leirvíkar

Hepni vinnarin av fýra lammelvetrardekkum hesa vikuna var Asta Olsen í Leirvík

Vetrarlamelldekkini, sum Sosialurin lutar burtur saman við Super Dekk í Havn, fóru hesa vikuna til Leirvíkar.

Tað er Asta Olsen í Leirvík, sum gjørdi hepni vinnarin hesafer. Hon fær dekkini við at seta seg í sambandi við Sosialin ella við Super Dekk í Havn, sum hevur telefonnummarið 314975.


Røttu svarini

Teir seks spurningarnir hesaferð vóru hesir:

Nær kom fyrsti bilur til Føroya, hvussu nógvar metrar eru bremsulongdin hjá einum bili, sum koyrir 60 km/t, Nær er Bileftirlitið stovnað, hvat merki var fyrsti bilur, sum kom til Føroya, hvussu eigur tú at vísa av, tá tú koyrir í eini rundkoyring og hvussu nógv berghøl eru í Føroyum.


Fyrsti bilurin, sum kom til Føroya, kom við DFDS-skipinum Island tann 5. mai í 1922. Tað vóru teir báðir havnarmenninir, Jóhannes Olsen og Júst Sivertsen, sum keyptu bilin - ið var ein Ford T 1 tons.

Bremsulongdin, tá tú koyrir 60 km/t er 25 m.

Bileftirlitið varð sett á stovn í 1960. Stjóri fyrstu 36 árini var Atli Jensen.

Tá tú koyrir í eini rundkoyring, kanst tú bara blunka til høgru - tú tú skalt altíð til høgru fyri at koma út úr eini rundkoyring. Tí er tað ikki rætt, tá fleiri bilar, ið koyra út eftir Havnargøtu í Havn og ætla sær niðan í Jónas Broncsgøtu, blunka til vinstru!

Í Føroyum eru 15 berghol, trý í Suðuroy, tvey á Streymoynni, tvey í Eysturoynni, fimm á Kalsoynni, eitt í Kunoynni og tvey á Borðoynni.

Næstu spurningarnir eru á síðuni vinstrumegin. Vit skulu hava svarlepan í hendi í seinasta lagi týsmorgunin. Næsti vinnarin verður kunngjørdur í blaðnum hósdagin í næstu viku.