royna hetta, sigur Mortan Johannesen. Men eisini á Hattonbanka er fiskiskapurin minkaður seinastu árini. Og teir fronsku trolararnir, sum plagdu at royna á leiðini, eru eisini vorðnir ódrúgvari í seinastuni [...] uppfiskað, og at Enniberg helst fer at koma hendan vegin aftur nakað skjótt. Tó var ætlanin at kasta á Flemmish Cap, helst í gjár, til tess at vita, um nakað er at fáa av kvotuni, vit eiga har yviri. Kvotabýtið [...] vatnið Annars hevur Ljósafelli í nøkur ár fiskað meira ótradionelt. Teir hava roynt eftir djúpvatnsfiski á Hattonbanka. Men tað mynstrið, við at ísa umborð, varð ov dýrt, sigur Mortan Johannesen. Tað nógva av
tínum á sunnara armi av Vágsfirði. Hesin túrur kom at standa sum eitt minni í lívi tínum; hetta skuldi verða ein royndartúrur, sum pápi tín tók teg við suður til Vágs á beding. Hann var skipari á Norðlýsinum; [...] Norðlýsinum; men á veg norður bleiv illveður á landsynningi, og var tú meira deyður enn livandi. Tá tykur komu á Fuglafjørð, segði hin gamli: Nei, eg havi ikki kreftir at taka teg við í ár og síggja teg liggja [...] Havn, sum kom til Regattasiglingina, ið verða skuldi á Vágsfirði sama dag. Tú stóð tigandi eina løtu, men so segði tú: Ja, fyrstu ferð eg kom inn á Vágsfjørð var við einum deyðsiglara, sum æt »Norðlýsið«
tókst hann við fyrifallandi arbeiði, torvagravi, sum tað har kallaðist, var eitt skifti á sjónum, matrósur til hann fór á A-pressuna sum blaðmaður. Um hetta mundið var tað, at hann av álvara fór at skriva. [...] Kendi danski rithøvundurin Poul Ørum er deyður á 78 ári, f. 1919. Ein teirra, sum tíðum gjørdi vart við seg, og sum við bókum sínum ella sum røðari ríkaði danska mentunarheimin. Hann skrivaði mest um smámannin [...] hansara stóru luttøku í málinum um evnaveika Jacob Brølling, sum hevði fingið dóm fyri seksualmorð á Norðursælandi. Signa og Poul Ørum skrivaðu bókina »Gykl rættartrygdarinnar ? greinan av órættvísum dómi«
sum við myndugleika, førleika og stórari ábyrgd setti so manga kósina út í kortið á teim sjey høvunum og sum aftan á lokna útmynstring so lítillátin, kærleiksfullur og eyðmjúkur kom heim til síni kæru [...] einamest hjá A. P. Møller sigldi pápi meginpartin av ævi síni, sæð burtur frá tí tíðarskeiði hann gekk til stýrimann í 1944 og til skipsførara í 1961 og onkrum millumbili, tá iðhann sigldi her heima. Umborð [...] at ferðast, var hetta av sonnum ein gleðis- og hátíðardagur. Nú var onki óført, øll familjan fór út á »Tjaldrið« ella »Drotningina« at veittra pápa væl heimafturkomnum. Abbi, sum hevði bil, stongdi Sandgarðin
18-43 (12-21) Vestmenningar endaðu grundspælið við einum risastórum sigri á Neistanum í høllini á Hálsi. Heili 25 mál vóru á muni tá dysturin var av, og vísti øðiliga munin, sum er millum VÍF og tey veikastu [...] dusaði sær í veiku Neistaverjuni og skoraðu eitt mál fyri og annað eftir. Fyrstu løtuna av dystinum gekk báðar vegir, men hóast Neistamenn løgdu stóra orku í verjupartin, vóru tekini longu tá sjónlig. VÍF
at liðið hevði størri breidd, og fór væl fram um botnliðið úr Klaksvík. Fyrsta partin av dystinum gekk væl hjá Stjørnuni. Ta- fóru fram um 5-2, verjan riggaði væl og álopsspælið móti illa skipaðu Neistaverjuni [...] seinna hálvleiki gjørdist munurin millum liðini greiður, sjálvt um Stjørnan eina løtu hevði gott tak á og minkaði munin til tvey mál. Hetta var miðskeiðis í seinna hálvleiki, men restina av dystinum fór
ríki. Heldur tvørturímóti, og floksformaðurin hevur eisini víst á íslendsku avgerðina í 1918! Javnaðarflokkurin hevur altíð lagt dent á, at sjálvstyri er einki mál í sær sjálvum, men at tað avgerandi eru [...] samband heldur einki mál í sær sjálvum. Bæði Nyrup og Jóannes leggja javnan doyin á, at ríkið er eitt samstarv millum partar á jøvnum føti. Tí hevði tað verið heilt konsekvent at samstarvið umfataði tvey (ella [...] ikki vitjan Nyrups í sjálvum sær, men viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark. Hendan greinin byggir á eitt sjónarmið, sum tað ikki er rúm fyri at leggja fram í hesi grein: Tað ber ikki til at stjórna Føroyum
varð oman á Hotel Hafnia, har Zakarias Wang skuldi handa Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, yvirlýsing frá fundinum. Í móttøkuni á Hotel Hafnia vóru fremmandu tíðindafólkini sum fluga á lorti um Zakarias [...] donsku stjórnini og serliga forsætisráðharranum, tá knappliga 200 fólk vóru savnað til fundar í Havn á trettanda. Eins og Hitler móti fólkarættinum, lat Quisling stýra Noreg við týskum pengum og vápnum, [...] harraboð. Við donskum pengum verða allar føroyskar verkætlanir hildnar niðri, segði Zakarias Wang. Á hendan hátt heldur Nyrup okkum gangandi niðri í tí neyðardíki, hann vil hava okkum. Tað kemur týðuliga
ið kennir verkið hjá Leonardo og hevur minstu hylling á myndlist kann síggja, at verkið hjá Torbirni er sera persónligt og sjálvstøðugt, og ber ikki á brá at vera avmynding. Men júst hugkveiking. Myndevnini [...] hvør leggur dent á sítt. Jóannes hevst at Torbirni, at hann hugsar um symbolvirði - har fer hann skeivur, tað kundi Torbjørn als ikki funnið uppá. Men at Torbjørn Olsen ikki leggur dent á sálarliga dýpd [...] av Judasi - »døkki yvirkroppurin við sínum kreptu ørmum, minnir um frambeinini á eini sperdari rottu, tilbúgvin at leypa á« - er beinrakin. Tað, hann sigur um, at »dyrkan av tí reina, siðiliga, nossliga
Finnlandi og Wales. Dagin eftir lutakastið heitti FSF á fótbóltssambondini í hesum trimum londunum um at taka undir við, at kappingin verður spæld á graslíkisvallunm í Gundadali, og bæði Noreg og Wales [...] kennar, at tey vilja koma til Føroyar at spæla á graslíki. Nú hava vit kunnað UEFA um ætlanirnar hjá okkum, og hvat Noreg og Wales hava svarað. UEFA vísti okkum á, hvør almenna støðan hjá teimum er til undirlagið [...] ikki til at hava eina sovorna kapping á Svangaskarði, tí talan er seks dystir, sum skulu fáast frá hondini eftir nøkrum fáum døgum, og tað hevði verið ov nógv at spælt á einum og sama grasvølli. Men hví leggja