1. deild menn:
Neistin-VÍF 18-43 (12-21)
Vestmenningar endaðu grundspælið við einum risastórum sigri á Neistanum í høllini á Hálsi.
Heili 25 mál vóru á muni tá dysturin var av, og vísti øðiliga munin, sum er millum VÍF og tey veikastu í deildini. Neistamenn formáddu sær als einki mðoti sterka VÍF-liðnum, sum rættiliga dusaði sær í veiku Neistaverjuni og skoraðu eitt mál fyri og annað eftir.
Fyrstu løtuna av dystinum gekk báðar vegir, men hóast Neistamenn løgdu stóra orku í verjupartin, vóru tekini longu tá sjónlig. VÍF spældi betri, skjótari og meiri uppfinsamt.
Í verjuni tóku vestmenningar sær ikki av løttum, og tað at teir vóru so nærlagdir í báðum endum av vøllinum, gjørdi, at sigurin gjørdist so stórur, sum hann sjáldan gerst, sjálvt tá VÍF spælir móti botnliðunum í deildini.
Áki og Ingi Olsen vóru topskjúttar hjá VÍF, Áki gjørdi 12 mál og Ingi 11 mál. Hjá Neistanum var Karl Oddmar Rasmussen topskjútti við fimm málum.