1. deild kvinnur:
Neistin-Stjørnan 25-17
Víst kom Neistin aftur um móti Stjørnuni, men tað var í grundini eingin trupulleiki hjá Neistanum at vinna móti kvinnunum úr Klaksvík.
Í seinna hálvleiki var Neistin munandi betri, staðfesti at liðið hevði størri breidd, og fór væl fram um botnliðið úr Klaksvík.
Fyrsta partin av dystinum gekk væl hjá Stjørnuni. Ta- fóru fram um 5-2, verjan riggaði væl og álopsspælið móti illa skipaðu Neistaverjuni gav opnar kjansir.
Neistin kom fyri seg, og tá eitt korter var spælt, fóru tær fram tær fram um 7-6, og so hildu tær seg frammanfyri restina av dystinum.
Í seinna hálvleiki gjørdist munurin millum liðini greiður, sjálvt um Stjørnan eina løtu hevði gott tak á og minkaði munin til tvey mál. Hetta var miðskeiðis í seinna hálvleiki, men restina av dystinum fór Neistin væl og virðiliga frá Stjørnuni, og me-an gestirnir bert fingu trý mál seinasta korterið av dystinum, økti heimaliðið upp í 25-17.
Mildrið Jacobsen og Inga Danberg gjørdu átta mál í part fyri Neistan, meðan Joan Midjord Joensen og Simona Hansen skoraðu fýra mál hvør fyri Stjørnuna.










