Nøkur orð um vilstar kúlur

Jóannes Nielsen rithøvundur hevur í grein í Sosialinum 6. januar eina av sínum eyðkendu bersøgnu viðmerkingum.

Hann hugleiðir um politikk, vinnulív, kreppu, privatisering, list og listastuðlar, genir, ættarsøgu og framtíð føroyinga sum tjóð. Væl og skemtiliga verður tikið til orðanna. Skotið verður við skørpum, og sanniliga ikki við títlingabyrsu. Tey flestu skotini raka óivað so meint, sum tey eru ætlað, og eg skal ikki gera viðmerkingar til heildarniðurstøðuna - vit er øll í døpurhuga av teirri ólukkuligu støðu, Føroyar eru komnar í, og av tí dirvisloysi og ráðaloysi, ið nú valdar. Jóannes sigur okkum tann ræðuliga sannleikan á vreiðunnar degi.

Men okkurt skotið rakar langt við síðuna av, og hóast vit eru von við, at ósek eisini verða særd av kúlum, tá ið ein vreiður maður fæst við maskinbyrsu, so fari eg at gera viðmerkingar til nøkur av hesum vilstu skotum. Okkurt skot er beinleiðis margháttligt - eitt nú, at tað er skeivt at skriva ættarsøgur og bygdarsøgur, tí tær gera so stóran skaða. Men pláss verður ikki til at taka tey høglini upp í hesi viðmerking.

Eftir mínum tykki fløkir Jóannes á óhepnan hátt eitt ummæli av stórum listaverki, ið Torbjørn Olsen málaði í 1996, upp í essay sítt: Altartalvan í Haldarsvíkar kirkju er »tað higartil mest sjáldsama, ella í hvussu so er, mest originala úrslitið av føroysku kreppuni«. Sum tú kanst siga tað, Jóannes! Eg loyvi mær at tríva í tættir í ummælinum: »Motivið er rættiliga traditionelt« - ja, so sanniliga. Myndevnið Hin heilaga kvøldmáltíðin er óivað eitt tað mest brúkta yvirhøvur í okkara vesturlendsku mentan í hvussu so er tey seinastu 1400 árini. Vit kenna tað úr hundraðvís av halgidómum longu í fornkirkjuni og tíðliga í miðøld. Í renessansuni kundu kvøldmáltíðarmálningarnir teljast í túsundum. Nú skilji eg iki, hvussu Jóannes kann leggja Torbjørn undir at hava kopierað Michelangelo - eg kenni satt at siga ikki nakra kvøldmáltíðarmynd eftir hann, ið Jóannes kann sipa til. Men altartalvan hjá Torbirni er ein rættiliga frí parafrasa yvir tann gitna veggjamálningin eftir Leonardo da Vinci frá 1496-97 í Castello Sforzesco í Milano - eitt av heimslistarinnar høvuðsverkum. Og Torbjørn nevnir eisini málning sín Heilaga Kvøldmáltíðin. Hugkveiking: Leonardo Da Vinci. At gera parafrasu er vælkent í myndlistaheiminum, eins og umyrking ella leyslig týðing í skaldaheiminum. Hetta hevur als einki við kopiering at gera, og ein og hvør, ið kennir verkið hjá Leonardo og hevur minstu hylling á myndlist kann síggja, at verkið hjá Torbirni er sera persónligt og sjálvstøðugt, og ber ikki á brá at vera avmynding. Men júst hugkveiking.

Myndevnini - motivini - í heimslistini eru í roynd og veru ótrúliga fá, og tí eru tey eisini øll á ein hátt meira ella minni traditionel. Men myndevnið er eitt - listin er tað, ið um ræður. Ein skál við appelsinum ella ein genta, ið vaskar hár fara at vera góð myndevni, so leingi appelsinir og gentur eru til. Listafólk eru ymisk, hvør leggur dent á sítt. Jóannes hevst at Torbirni, at hann hugsar um symbolvirði - har fer hann skeivur, tað kundi Torbjørn als ikki funnið uppá. Men at Torbjørn Olsen ikki leggur dent á sálarliga dýpd, tað er rætt. Men hann hugsar nú einaferð meira málandi, og innarligheitin kemur annan veg. Torbjørn Olsen er litamálari - hann hevur serliga kenslu fyri litum, og hann hevur eisini serligar gávur at komponera við litflatum. Altartalvan í Haldarsvík er ein sera væleydnað kompositión, har litir, formar og stillar rørslur ganga upp í eina góða heild. Hon er sostatt eitt gott listaverk, og av tí stendst djúp kensla og innarligheit. »Eg haldi ikki, at tað ber til at lesa nakra djúpa religiøsa kenslu burtur úr málninginum« - tað er sjálvsagt ein tulkingarspurningur, sum hevur nakað við trúgv at gera. Sum Tróndur gamli segði á sinni: »Kreddurnar eru so ymiskar«. Men kirkjufólkið í Haldarsvík hevur nú fingið eitt høvuðsverk í føroyskari málningalist í sítt hús - tað er í øllum førum eitt vælsignilsi.

Eitt korn hevur Jóannes funnið. Lýsingin av Judasi - »døkki yvirkroppurin við sínum kreptu ørmum, minnir um frambeinini á eini sperdari rottu, tilbúgvin at leypa á« - er beinrakin. Tað, hann sigur um, at »dyrkan av tí reina, siðiliga, nossliga og vakra« kann vera eitt vandamál, ið hóttir við at kvala listina, er eisini gott og rætt. Men tað merkir ikki, at vakurleikin ikki er til - honum fáa vit ikki forkomið, hvussu syrgilig politiska støðan enn er. Vakurleikin í hesi altartalvu er eftir mínum tykki als ikki tómur, men vellir stórbærur fram úr eini stórt hugsaðari kompositión.

Nú skal eg taka upp annan tátt - um tað at stuðla list. Ja, her ber til at skjóta. Hvat stuðli til skapandi listafólk viðvíkur, er føroyskur politikkur síðan 1948 ein skomm. Ein køld og kynisk misnýtsla av hugagóðum idealistum, ið ofra sítt hjartablóð til tess at menna okkum sum tjóð. Tá ið heimastýrið kom í 1948, yvirtóku politikkararnir mentamál. Hví yvirtóku teir júst hesi mál, men ikki skúlamál? Sjálvsagt, tí teir ætlaðu sær ikki at brúka eitt oyra. Listafólkini arbeiddu jú ókeypis. Tey yrktu, skrivaðu og málaðu, spældu sjónleik og tónleik - hetta gekk jú av sær sjálvum. Gamaní, fyri skomm skyld kom eitt eiti av einum mentanargrunni, hann var ongantíð annað enn ein píningur og ein háð. Onkur slunkin og pírin bókmentaprísur.

Okkara donsku vinir varnaðust brátt, hvussu føroyingar misrøktu sína skyldu ímóti listafólkunum. Og teir hava verið fúsir at hjálpa. Danska mentamálaráðið virkar ikki í Føroyum, tí mentamál hava vit yvirtikið. Tey skiftandi stýrini fyri Statens Kunstfond vita væl, at tey eiga ikki at blanda seg uppí føroyskan »mentanarpolitikk«, og at tað er ikki teirra uppgáva at stuðla her, men tey orka ikki at lata um seg ganga, at føroyska politiska valdið sleppir sínum dugnaligu listafólkum upp á fjall. Eitt slíkt barbarí kanst tú sjálvsagt ikki hava í einum mentaðum ríki. Og sum tú veitst, Jóannes, hevur hesin grunnur stuðlað mongum føroyskum listafólkum gjøgnum árini. Eg sigi ongan illa fyri at taka ímóti (tað havi eg sjálvur gjørt), men hetta er í roynd og veru dupultmoralskt og vanæruligt. Vilja vit ikki stuðla okkara listafólkum, eiga vit at gera eina avtalu við Danmark, um at teir yvirtaka hendan part av mentamálunum aftur - veit meintu einki við teimum. Men í góðum heimastýrisanda látast politikkarar okkara sum einki. Danir betala, er so ikki alt í lagi? »Heimastýrislógin er góð« sigur okkara størsti politiski flokkur - »vit síggja onga orsøk til at broyta hana«.

Her kundi ein skotríð farið - men hvørjum skýtur Jóannes Nielsen eftir? Helga Fossádal! Eftir einum av teimum fáu røttu listastuðlunum - mæsenunum - vit hava í dag (kanska tí einasta). Mangur myndlistamaður man standa ovfarin og spurin eftir hesa grein. »Í nógv ár hevur hann verið eitt slag av tænastumanni fyri føroyska málningalist«. Hetta veit eg einki um - føroysk list hevur ongan tænastumann. Men hesin idealistur hevur stuðlað og hjálp bæði her og har - fúsur, góður í ráðum og stórtøkin. Hann hevur veitt listafólkum innivist, givið teimum arbeiðsumstøður og arbeiðsfrið. Eg skal siga so mikið vegna føroysk myndlistafólk, at hevði hann ikki verið, hevði mangt verið ógjørt. Og til tey speirekandi og niðrandi orðini um, at Helgi vil »bjarga sær eitt standipláss í søguni«, skal eg siga, at tað eyðkennir Helga, at hann altíð stuðlar ljódliga. Hann vildi heldur ikki hava kunngjørt, at hann hevði givið heimbygd síni eina altartalvu, sum ein listamaður, ið eisini er ættaður úr Vík, hevði málað.

»Fyri alt í verðini mugu vit gevast við at grenja«. Væl sagt, Jóannes.


Bárður Jákupsson