stóran týdning fyri Føroyar, at føroyingar allir og serliga politikarar, fara at hyggja meir enn eitt ár fram í tíðina. ? Vit gjørdu jú eina avtalu við danir fyri stuttari tíð síðan og tann avtalan bøtti [...] sigur Karsten Hansen, og leggur afturat, at tá niðurgongdin kemur skal landskassin hava pengar tøkar til at standa ímóti við. Annars verður hann noyddur at fara út at lána pening og tað søguna leggja vit [...] almenna eisini fer at gera íløgur, so kann tað virka við til, at búskapurin verður ovhitaður. Ein brádlig niðurgongd í búskapinum tá, kann enda við at landsstýrið er noydd til at gevast við íløgum og so framkallar
onkur, sum ger vart við dálking og umhvørvismál, og eftir okkara tykki er tað bæði rætt og náttúrligt, at stóru oljufeløgini, sum hava vunnið nógvar pengar uppá olju- og gassvinnu, seta pengar av til fyri [...] tað - latið okkum so fara undir miðvísa oljuleiting og vóna, at vit finna hana og fáa hana upp til gagns fyri verandi og komandi ættarlið. Hetta má og skal ikki vera uppá treytirnar hjá ávísum fanatiskum [...] kring Føroyar sum sítt komandi stríðsøki. VIT minnast annars, hvussu hesin felagsskapurin fyri góðum ári síðani megnaði at fáa eitt av heimsins størstu og ríkastu feløgum, Shell til at slaka og steðga
skúlagátt, og tað er at fegnast um. MEN eisini fjølmiðlarnir kunnu brúka internetið, og tað er hetta, sum Sosialurin nú fer miðvíst undir. Saman við evnaríkum og dugnaligum fólki, sum arbeiða við teldum og te [...] millum lond og heimspartar. Tú kanst samskifta í tínum egna landi og eisini millum lond á nógvar ymsar hættir. Postur og flutningur er tað vit kenna best til - síðani telefon, telex, telefax og nú eisini [...] hava eini boð fram til ein vin og kenning, til ein kunda osfr. tá eru ráðini mong. Størsta framtigið hevur kanska verið telefaxið, men einki stendur í stað, og tí kemur eisini tann dagur, tá vit fáa ein
sum hann og sambandsflokkurin hava gjørt fyri Føroyar - gloymir hann so ikki, at eisini aðrir flokkar og fólk hava roynt at fáa bilbukt við kreppuni og at byggja upp landið eftir kreppuna! Og gloymir hann [...] løgmaður og harvið sambandsflokkurin av ta grein, sum teir sjálvir sita á. Tað kemur nevniliga tann dagur, tá hesin flokkur skal til at leita sær nýggjar samstarvsfelagar í løgtinginum. Hvør flokkur og áby [...] saman. Tí hvør flokkur við virðing fyri sær sjálvum - og øðrum - fer í samarbeiði við ein flokk og ein floksleiðara, sum bert vísir øðrum vanvirðing!
áhugaverdu og væl frágingnu SVF-sendingunum, er rættur og hevur hald í veruleikanum, er talan um eina sera álvarsliga álitiskreppu millum Føroyar og Danmark. Tí hvussu vit enn venda hesum og royna at skilja [...] viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Í tí fyrra førinum skulu vit fyri tað fyrsta samtykkja oljulóggávuna. Harnæst skulu vit til at gera av, nær og hvussu tann 1. útbjóðingin skal vera, og loksins skulu vit [...] so, hvat fer at koma burtur úr hesum stórmálum og hvussu úrslitini fara at gagna okkum! VIT kunnu kanska býta hetta upp í tveir høvuðspartar. Annar er spurningurin um eina komandi oljuvinnu og marknatrætuna
síðani fóru javnaðarmennirnir úr samgonguni, og nú fekk sjálvstýrismaðurin sekkin, fyri ikki at tala um tey mongu negativu úttalilsini frá hansara egnu og samgongumonnum - vænta sær undirtøku fyri teimum [...] langt lív lagað. Kann vera at hon fer at fáa stuðul frá miðflokkunum, men spurningurin er, hvussu leingi teir vilja stuðla eini samgongu, sum teir higartil at stríðst og barst ímóti síðani síðsta val! Tá [...] Tá teir síggja, at rætta løtan er komin, og har teir ikki fáa stuðul frá samgonguflokkunum fyri einum av sínum hjartamálum (og tey eru mong), so útloysa teir nýval. Tí vilja komandi mánaðirnir politiskt
at vóna, at bretar vísa sín góða vilja og ikki knúska og traðka á eina lítla tjóð. Heldur áttu teir at brúkt hetta høvið til at fingið góð viðurskifti við Føroyar við tí fyri eygað at bæði londini so avgjørt [...] heilt øðrum støði. Kanska hetta var vert at nevna, tá løgmaður fer til London. VIT seta okkara álit til, at løgmaður og tey fólk, sum hann fer at hava við sær til London - um nakað verður burtur úr hesi ætlan [...] stað. ÁHEITAN løgmans kemur eftir drúgvar samráðingar í fleiri ár, sum enn einki endaligt úrslit hava givið. Kortini er nógv broytt síðani bretar settu sítt fullkomiliga órealistiska og órímuliga krav fram
javnaðarfloksins og nýggjur fólkatingsmaður ger skyldu sína mótvegis Føroyum við at gera danska forsætisráðharranum greitt, at hvørki hann ella nakar annar í Føroyum, fer at góðtaka eina fyri Føroyar vánaliga [...] sambandsflokkurin og alt Føroya fólk eru í vanda at liggja eftir á, tá avtornar. Men vinnur Edmund slagið, so er greitt, at Bjørn á Heygum fer at fylgja í fótafetunum á Finnboga Arge. Og tá kann løgmaður [...] føroyingar hava. Vísir tað seg, at Nyrup ikki fer at liva upp til andan í tí skjali hann og Eidesgaard hava skrivað undir, so er greitt, Eidesgaard til ta tíð fer at fella eina javnaðarstjórn, tá fyrsta høvið
møti. MEN tá vit vita, hvussu tætt og gott samband er millum Uffe og Edmund, so skuldi verið lagamanni hjá føroyingum at fingið tey krøv uppfylt, sum løgmaður aftur og aftur hevur júkað um. Nevniliga, at [...] sukursøtum orðum lovar føroyingum hetta og hatta, kemur hann til ræðið. Ja vit fáa at síggja. Eftir okkara tykki er einki, sum bendir á, at ein borgarlig stjórn fer at verða fús til at ganga føroyskum krøvum [...] »Føroyavinur«, tykist, nú hann kennir seg tryggan í forsætisráðharrasessinum, hava gloymt alt um Føroyar og sínar »føroysku røtur«. Vónirnar hjá føroyingum til Uffe byggja tí eftir øllum at døma á luftkastellir
sum Smyril Line og Norrøna geva okkum til at byggja upp nakað konstruktivt og positivt, bæði á tí mentarnarliga og tí vinnuliga økinum. ?Norrøna brúgvin? hjá Smyril Line millum Føroyar og Hetland gerst veruleiki [...] fyrimunir og vansar við sær. Tá DFDS gavst at sigla uppá Føroyar og Norrøna legði leiðina til Esbjerg, varð hetta hildið at vera skilagott, tí fyri tað fyrsta var tað lættari at koma til og frá Esbjerg [...] Hvussu hetta fer at eydnast vil tíðin so vísa. NÚ siglt verður aftur til Hetlands eiga vit at taka tað sum eina spennandi avbjóðing. Tað var tann tíð, tá sambandið millum Hetland og Føroyar var sera gott